Heini Olsen á 90-ára degnum.

Heini Olsen farin um sýn

Sunnumorgunin 17. juli fór Heini Olsen, verkfrøðingur friðarliga um sýn 92 ára gamalur. 

19.07.2022
Føroya Verkfrøðingafelag
Ymist

Heini var føddur inni á Fjørð í Vestmanna  2. juli 1930 og vóru foreldur hansara Dagmar og Haldor Olsen.

Heini varð útbúgvin verkfrøðingur í Noregi og á Horsens Teknikum í Danmark. Lívsleiðin hjá Heina var innan vegagerð og annlegsarbeiði bæði í Føroyum og í fjarskotnum londum. Hann arbeiddi m.a. í Iran, Afganistan, Zanzibar og Nigeria fyri byggifyritøkuna Kampsax, og tey nógvu seinastu arbeiðsárini sum deildarleiðari fyri projekterandi vegadeildina hjá Landsverkfrøðinginum (Landsverk). 

Heini var fróðarmaður, og umframt verkfrøðingayrkið so hevði hann nógvar aðrar gávur, hann so ríkiliga deildi um seg. Hann skrivaði, fotograferaði, teknaði, gjørdi útvarpsendingar og helt mangan góðar og væl av hondum greiddar talur til ymisk høvi. 

Um barnaár og tíðina í fjarskotnum londum gav Heini út bøkurnar “Meg minnist - og ørminnist 1” (1930 - 1948), “Meg minnist - og ørminnist 2” (1949 - 1956) og “Trý túsund nætur og trinnar - millum mohammedsmenn og kvinnur” (1956-57). Forlagið sprotin gav bøkurnar út í ávíkavist 2010 og 2013, har hópurin av forvitnisligum myndum og frásøgnum eru frá pørtum av einum spennandi lívi sum verkfrøðingur.

Eisini gjørdi Heini fyri árum síðani áhugaverda sending í kringvarpinum um vegagerð og samferðslu í eldri tíðum í Føroyum.

Á kommunuvalinum í 1972 varð Heini valdur inn í Tórshavnar býráð og varð har valdur til formann í Havnanevndini.  

Heini var millum aðrar góðar verkfrøðingar við til at stovna Føroya Verkfrøðingafelag 28. juli í 1967. Á aðalfundinum í 2018 hjá Føroya Verkfrøðingafelag var einmælt samtykt at útnevna Heina Olsen til heiðurslim í felagnum. Hetta var fyri teir varðar, hann hevur sett eftir seg, og fyri at  vera við til at byggja landið upp til tað samfelag, vit kenna og njóta gott av í dag.

Eftir Heina sita Kirsten og børnini Turid (f. 1959 í Kermanshah), Roar (f. 1961 í Hamadan í Iran), Marianna (1962 - 1998 f. í Skanderborg) og Annika (f. 1969 í Skanderborg)  og Annika við teirra familjum. 

Við hesum fáu orðum verður lýst friður yvir minnið um Heina Olsen við tankum til tykkara, ið eftir sita.

Føroya Verkfrøðingafelag

19.07.2022
Føroya Verkfrøðingafelag
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?