Fontamara
Kristianna Winther Poulsen og Gunvá við Keldu viðgera skaldsøguna FONTAMARA. Bókin viðger lívið á bygd í Italia undir fasismuni í milllumkrígstíðini.
FONTAMARA er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum innan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl. Tá ið armóðin næstan ikki kundi gerast verri, løgdust teir á lívgevandi vatnið. Bøndurnir mótmæltu tað dýrasta, teir vóru mentir, og myndugleikarnir tóku ikki ímóti teimum við mýkindum.
Eirindaleyst og berkið, men eisini livandi, skemtiliga og við stórum kærleika verða hesi neyðstaddu og forfjónaðu fólk lýst, so bókin fekk alstóran áhuga víða um heim og sigst vera tann italska skaldsøgan, sum er komin út í flest útgávum um allan heim. Hon hevur eisini stóran almennan áhuga í okkara tíð, tí hon lýsir náttúruna í fasismuni og einaræðinum so djúpt og dyggiliga, at hon liggur púra ber.
Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit skaldsøguna FONTAMARA, sum Ignazio Silone skrivaði. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út.
Gestir eru Kristianna Winther Poulsen og Gunvá við Keldu. Vertur er Eyðun Klakstein.