Johannes Kristiansen (1918–1988)

Ein kaldan vetrardag – 12. februar 1918 – sóu leirvíkingar kenda útróðrarmannin Svend Edvard Kristiansen fara niðan á Brekkur við torvleypi á baki. Inger Anna – seinna kona hansara – var komin at eiga, so nú ráddi um at hava ein fløva á eldstaðnum at hita upp stórapott, soleiðis at jarðarmóðirin kundi hava eitt sindur av flógvum vatni at taka til, nú fjórða barnið hjá teimum skuldi koma í verðina; og lukkutíð gekk alt, sum tað skuldi.

07.11.2022
Petur Martin Petersen
Bókaprát

Brot úr greinini eftir Petur Martin Petersen

Barnaárini

At Svend hevur verið glaður, tá ið føðingin var yvirstaðin í øllum góðum, er eyðsæð, tí eftir at hava borið honum tríggjar døtur bar Inger Anna honum eitt dreingjabarn hendan dag.

Glaður mundi Svend vera, nú hann eisini hevði fingið ein son í seinnu giftu at venja upp til dugnaligan útróðrarmann á sjógvi og jarðyrkismann á landi. Í fyrru giftu síni átti Svend tríggjar synir, sum allir vóru dúgligir sjómenn, og tvær døtur, sum eisini høvdu fingið raskar menn til sjógvin og jarðyrkið. Men mongum brestur ætlan, sum orðatakið sigur. Tí – hóast væl evnaður – brúkti Jóannes sínar gávur til alt annað enn tað, faðirin hevði vónað. Honum dámdi tíðliga at lesa og tekna og at evna ymiskt til við hondum sínum. Hann smíðaði sær træsúkklu, evnaði sær prýðislutir til burtur úr krossviði. Hann teknaði og málaði landsløg, skip og bátar og enntá so líkar keipumyndir av lærara sínum upp á permurnar av lesibókunum, at hann bleiv hartaður fyri tað.

Bert fýra ára gamal misti Jóannes móður sína og bleiv saman við systkjunum settur út til næstrafólk at vera. Jóannes kom – saman við systrini Ragnhild – til hálvsystrina Amaliu at vera. Amalia var gift við Jógvani Justinussen, nevndur Garða-Jógvan. Tey, barnleys sum tey vóru, tóku væl ímóti Ragnhild og Jóannesi, sum bæði fingu góðar og glaðar barnadagar niðri á Toftanesbakkanum sunnan fyri Nesið, har Amalia og Jógvan høvdu bygt sær hús og sett seg niður í 1913. Sum frá leið flutti pápin – Gamli Svend – eisini til dóttrina Amaliu at búgva, soleiðis at upprunaliga barnaheim Jóannesar, eini elligomul flagtakt langhús, bert komu at verða nýtt sum fjós og hoyggjhús til kúnna og teir fáu seyðirnar, sum hoyrdu til Svends hús.

Í bústaðarpartinum í hesum húsum minnast leirvíkingar enn, at Jóannes hevði fleiri av ítrivum sínum. Her savnaðust teir saman við honum til mangt og hvat, sum í mongum ikki var heilt vanligt í dúgligu útróðrarbygdini Leirvík í 1920-unum. Ein av vinunum vildi vera við, tá ið hann sum gamal maður minti seg aftur á barnaárini saman við Jóannesi, at lívið saman við Jóannesi var nógv glæsiligari, tá ið hann skipaði fyri og fann uppá. Uppi í Gomlu-Húsum, sum tey vórðu nevnd, bjóðaði Jóannes vinfólkum sínum inn í ein alheim av ítrivum, sum hann við ríka hugsanaruniversi sínum dugdi at finna uppá.

Hóast Gamli Svend á sín hátt var glaður um sonin, so dámdi honum onki at hava fingið ein son í seinnu giftu, sum ikki evnaði tað lív, ein leirvíkingur skuldi megna fyri at kunna liva í heimbygdini um hetta mundið. At hava fingið ein son, sum hvørki hevði hug til at sita í báti ella at fara í bø og haga at røkja tey lunnindir, sum ætt eftir ætt undan honum hevði evnað, var herskin kostur hjá pápanum.

Jóannis vil listarvegin

Men Jóannes bleiv við sítt. Hann vildi listarvegin. Mála málningar, hann las um í bókum og sjálvur royndi at mála. Onkuntíð komu listarmenn til Leirvíkar, har teir funnu sær myndevnir í sermerkta landslagnum millum fjall og hav. Her møtti Jóannes einaferð listarmálaranum Jógvan Waagstein, sum hevði fingið eina bundna uppgávu at mála eina mynd av fjørulendinum í Leirvík. Hugtikin stóð Jóannes og hugdi at, meðan Waagstein málaði og samskifti við Jóannes, meðan hann flutti tað, hann sá, yvir á løriftið. Tá ið hann var liðugur at mála, gav Waagstein Jóannesi nakrar ásettar tupur av máling, sum Jóannes glaður tók heim við sær; og glaður fór hann í holt við at mála eina mynd av skúlaskipinum “København”, sum í 1926 gekk burtur onkustaðni í Kyrrahavinum. Jóannes mintist, hvussu hann mátti kryvja summar tupur fyri at fáa máling úr teimum og skrava tær seinastu málingarestirnar úr, og at enda hevði hann málað burturblivna skúlaskipið á ferð suður gjøgnum Leirvíksfjørð við Líðarmunnanum og Kalsoynni í baksýni. Hendan málning málar Jóannes 6 ár eftir, at skipið er gingið burtur, so hendingin hevur sett seg í minni hansara. Hann man hava funnið skipsmyndina í onkrum blaði og so latið tað vitja heimliga umhvørvi hansara. Meðan hann málar, kemur Jacob Haraldsen, keypmaður og reiðari úr Fuglafirði, sum var giftur við systkinabarni hansara, inn á gólvið. Tá ið hann sær málningin, tekur hann niður í vestalumman og kemur upp aftur við eini tvíkrónu, sum hann gevur Jóannesi, meðan hann sigur: “Hendan málning skal eg hava.” Jóannes – bæði bilsin og glaður – letur honum málningin.

Jóannes hevur seinni sagt, at tað var í hesi løtu, meðan hann seldi sín fyrsta málning, at tankin kom til hansara, at tað kanska einaferð fór at bera til at liva av sínum málningayrki.  Hann málaði og teknaði dúgliga, ja, so dúgliga, at pápin, Gamli Svend, meira og meira kendi, at einasti sonur hansara í seinnu giftu ongantíð fór at kunna breyðføða seg í heimbygdini, har gott hegni bæði á sjógvi og landi kravdi sín mann. Nei, Jóannes gekk aðrar leiðir. Hansara tíð fór til annað, sum als ikki var vanligt hjá honum, ið ætlaði sær at teljast millum menn.

17 ára gamal kendi hann lívskrøvini heima so krevjandi, at hann valdi at stinga í sekkin og fara heiman at søkja sær aðrar avbjóðingar úti í stóru verð. Hann fór til Danmarkar at menna sínar førleikar í  málningalistini. Fosturfaðir hansara fekk honum eitt ferðaskrín til viðførið, og so fór Jóannis av landinum og fekk innivist á Lærlingaheiminum í Rantzausgøtu 60, har hann kom at búgva saman við føroyingum, sum eisini vóru farnir burtur at læra.

Men tað var ikki bara sum at siga tað at búgva í Keypmannahavn, har tú skuldi gjalda fyri alt, tú skuldi brúka til lívsins uppihald. Hetta var ikki sum heima í Leirvík, har tú bara kundi seta teg við matarborðið hja Amaliu og Garða-Jógvani at fáa tær. Jóannes mátti út at søkja sær pláss onkustaðni, har hann kundi vinna eitt sindur av peningi, samstundis sum hann lærdi. Hann kom í læru hjá William Larsen, málarameistara, á Nørrebrúgv. Soleiðis blivu fyrstu málingaavrik hansara niðri í Keypmannahavn at strúka og mála húsaveggir inni og úti. Lærutíðin skuldi vera 4 ár; men tá ið William Larsen gavst við málaravirki sínum í 1938, hevði Jóannis eitt ár eftir av lærutíðini. Hetta kom honum illa við; men gamli meistari hansara fekk honum nýggjan lærumeistara, Friedmann, sum tó setti ta treyt, at Jóannis skuldi læra í tvey ár hjá sær fyri at gera seg lidnan í málarayrkinum. Soleiðis kom lærutíð hansara til vanligan málara at vara í fimm ár í staðin fyri tey fýra árini, sum ætlanin hevði verið.

Fyrstu fimm árini í Danmark

Hesi fyrstu fimm árini í Danmark lærdu Jóannis, hvussu brattir stíggjarnir kundu vera til tey beitir, har listarmaðurin eigur heimin opnan. Einastu ferð, hann nærkaðist listini hesi árini, var, var í tekniska skúlanum. Her lærdu teir seinasta árið modelltekning. Tað kom Jóannisi væl við, nú málaralærutíðin fór at verða lokin.

Á lærlingaheiminum átti Jóannis nógvar vinir, og nógv vóru ítrivini í lærutíðini. Jóannis var ein av bestu monnunum á fótbóltsliðinum LHR (Lærlingehjemmet, Ranzausgade). LHR samansjóðaði unglingarnar, ið so langt heimanífrá høvdu komið sær undir somu lagnu. Ein kendur listamannavinur millum føroyingar í Keypmannahavn, Niels Winther, sigur frá, at hann mangan leitaði sær til fótbóltsvøllin bara fyri at síggja kæra vin sín, Jóannis, leika. Hendan tíðin kom fyri Jóannis at standa í eini serstakari glæmu, har einasta ríkidømið var samanhaldið og vinalagið, sum í so mongum gav ymist, ið annað gull ikki gevur.

Nú Jóannis við nógv stríð var liðugur sum yrkismálari, hevði hann bestan hug at leita heim aftur til Føroya, men so kom kríggið – 9. apríl 1940 hertók Hitler Danmark – og við eitt vóru allir vegir til heimlandið kvettir, og Jóannis var vorðin útlagin. Longsul hansara eftir heimlandinum og arbeiðsloysið vórðu í hansara føri umsett til eitt: at útbúgva seg listarvegin – at seta í verk og fullbúgva upprunadreymin.

Í 1941–42 kom Jóannis inn á Tegne- og Malerskolen “Studio” í Palægade. Hesin skúli hevði útbúgvið mong ung, sum vildu listarvegin til Kunstakademiið. Hjá listamálaranum Niels W. Rasmussen, ið sjálvur hevði havt málningar á “Charlottenborgframsýningini” og “18. Novemberudstillerne”, fekk Jóannis sína fyrstu rættiligu frálæru í málningalist.

Um hetta mundið var tað, at Jóannes kom í samband við Bent Rasmussen, sum eisini aftur at virki sínum sum húsamálari fekst við málningavirksemi í fríløtunum. Teir  gjørdust góðir vinir, og Jóannis bleiv dagligur gestur í heimi hansara í Nordre Frihavnsgade 83. Pápi Bent, Valdemar Rasmussen, var múgvandi heilsølumaður. Tey høvdu rúmliga íbúð og bjóðaðu Jóannisi at búgva hjá teimum, nú hann ikki longur átti innivist á Lærlingaheiminum. Jóannis takkaði fyri tilboðið og fekk hjá hesum blíðu fólkum eitt nýtt heim í høvuðsstaðnum.

Men Jóannis mátti hóast viðgongd sína berjast við búskaparligar møguleikar og útbúgving sína í listini. Og ikki gekk altíð eftir vild. Soleiðis noyddist hann, tá ið 1942 fór at halla, at halda uppat við útbúgving síni á listamannaskúlanum “Studio” 

07.11.2022
Petur Martin Petersen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

At greina eitt greinasavn

Framløga av greinasavninum ‘Opera men eingin olja’ á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 20. november 2022.
Ymist

BÓKADAGAR 2022 - Greinir um bókmentir og mentan í 25 ár

Martin Næs er útbúgvin bókavørður og hevur arbeitt nógv við mentanarligum spurningum, hann var landsbókavørður í nógv ár og síðan…
Ymist

BÓKADAGAR 2022 - Leirvíksmálarin – føroyski impressionisturin

Nú er eitt stórt og búgvið savn av verkunum hjá Jóannis Kristiansen savnað í prýðiligari coffee-table-bók. 
Ymist

Ein heilsan til vinfólkini Marie og Jacob Fuglø

"Tað ungur nemur, gamal fremur,” verður stundum sagt um tað gleðiliga fyribrigdið, har tað við tíðini kanska eydnast okkum at útin…
Bókaprát

Eitt sjaldsama gott íkast í kjakið um okkara samfelag

Sigri Gaïni, sum er Ph.D.-lesandi í politiskari filosofi á Roskilde Universitet og Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað bókina Ga…
Bókaprát

Oyðilendi

Svanna er útbúgvin sálarfrøðingur og arbeiðir dagliga við psykoterapi og supervisión. Hon varð liðug við útbúgvingina sum sálarfrø…
Bókaprát

Seyðabóndi í Suðurgrønlandi

Søgan um Magnus Fuglø, sum Jacob Fuglø hevur skrivað, er sjaldsom søga um nógv áræði og sterkan vilja.
Bókaprát

Stórverkið um Jóannis Kristiansen í Bátasavninum

Gleðið tykkum til eitt hugnaligt kvøld í Bátasavninum í Leirvík mikukvøldið 2. nov. Stórverkið, sum Sprotin hevur givið út um list…