Oyðilendi

Svanna er útbúgvin sálarfrøðingur og arbeiðir dagliga við psykoterapi og supervisión. Hon varð liðug við útbúgvingina sum sálarfrøðingur í 2011 og arbeiddi tey fyrstu árini við sernámsfrøðiligari sálarfrøði, fyrst nøkur ár í Danmark og síðani eisini í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur hon arbeitt við psykoterapi og supervisión sum privatvirkandi sálarfrøðingur.

11.11.2022
Sprotin
Bókaprát

Svanna greiðir frá:

Eg havi gjøgnum alt mítt arbeiðslív sum sálarfrøðingur verið ógvuliga upptikin av Narrativt/systemiskari psykologi og terapi. Eg havi tí eisini tikið eina terapeutiska eftirútbúgving innan Narrativ/systemisku tilgongdina.

Narrativ terapi leggur stóran dent á, hvussu vit menniskju skilja okkum sjálv, onnur og umheimin gjøgnum tær forteljingar, vit hava tøkar. Útgangsstøðið er, at lívið verður skapað sosialt og málsliga - vit verða soleiðis til sum menniskju gjøgnum okkara egnu forteljingar og forteljingar hjá øðrum um okkum sjálv og lív okkara.  

Í Narrativari terapi hevur mál og orðatilfeingi stóran týdning. Eitt fokus í terapeutisku samrøðunum er soleiðis at granska málið og orðini, sum fólk hava tøk til at lýsa ymist, sum tey stríðast við. Tað merkir eisini, at vit í viðgerðini granska, hvussu okkara tøku orð og myndamál verða avgerandi fyri at skilja og gera nakað við avbjóðingarnar. 

Ein narrativur arbeiðsháttur, sum eg arbeiði við og sum hevur givið mær stóran íblástur til at yrkja sjálv, er Poetisering. Poetisering er at skriva yrkingar út frá samrøðunum við fólk. Tað er skriva orðarætt niður burtur úr samrøðum, seta tað saman til yrkingar og lesa upp fyri fólki. Endamálið er at varpa ljós á hvørji orð og setningar viðkomandi brúkar og á tann hátt gera vart við, hvussu viðkomandi orðar støðuna hjá sær. Tað kann koma rættiliga óvart á fólk og eisini vera sterkt at lesa egin orð og setningar í mun til støðuna tey standa í.

Tað hevur á henda hátt eisini givið mær íblástur til at seta orð á kenslur og tankar í mun til sjálv at uppliva lívið frá einari syrgiligari síðu – at síggja mammu mína hvørva spakuliga. Tað hevur bæði hjálpt mær at fáa greiði á ymsum kenslum, at fáa rudda upp í ymsum tonkum og kanska eisini góðtaka ymsar støður og tvístøður.

Fyri meg snúgva yrkingarnar seg eisini um at vísa á og lýsa, at tað er menniskjasligt at merkja neiligar og tungar kenslur sum vreiði, ótta, ørkymlan osfr., tá ið lívið vísir seg frá sínum døpru, myrku síðum. Eg haldi, at tað kann vera ein trupulleiki, at vit í okkara samfelag, hava ment ein ovurstóran tørv á at útgreina, sjúkuavgera og bólka sálarkvøl. Serliga tí, at vit koma til at gera menniskjasligar avbjóðingar og sálarstríð til nakað sjúkt, heldur enn nakað sum ikki slepst undan.

11.11.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

At greina eitt greinasavn

Framløga av greinasavninum ‘Opera men eingin olja’ á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 20. november 2022.
Ymist

BÓKADAGAR 2022 - Greinir um bókmentir og mentan í 25 ár

Martin Næs er útbúgvin bókavørður og hevur arbeitt nógv við mentanarligum spurningum, hann var landsbókavørður í nógv ár og síðan…
Ymist

BÓKADAGAR 2022 - Leirvíksmálarin – føroyski impressionisturin

Nú er eitt stórt og búgvið savn av verkunum hjá Jóannis Kristiansen savnað í prýðiligari coffee-table-bók. 
Ymist

Ein heilsan til vinfólkini Marie og Jacob Fuglø

"Tað ungur nemur, gamal fremur,” verður stundum sagt um tað gleðiliga fyribrigdið, har tað við tíðini kanska eydnast okkum at útin…
Bókaprát

Eitt sjaldsama gott íkast í kjakið um okkara samfelag

Sigri Gaïni, sum er Ph.D.-lesandi í politiskari filosofi á Roskilde Universitet og Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað bókina Ga…
Bókaprát

Seyðabóndi í Suðurgrønlandi

Søgan um Magnus Fuglø, sum Jacob Fuglø hevur skrivað, er sjaldsom søga um nógv áræði og sterkan vilja.
Bókaprát

Johannes Kristiansen (1918–1988)

Ein kaldan vetrardag – 12. februar 1918 – sóu leirvíkingar kenda útróðrarmannin Svend Edvard Kristiansen fara niðan á Brekkur við…
Bókaprát

Stórverkið um Jóannis Kristiansen í Bátasavninum

Gleðið tykkum til eitt hugnaligt kvøld í Bátasavninum í Leirvík mikukvøldið 2. nov. Stórverkið, sum Sprotin hevur givið út um list…