Ein heilsan til vinfólkini Marie og Jacob Fuglø

"Tað ungur nemur, gamal fremur,” verður stundum sagt um tað gleðiliga fyribrigdið, har tað við tíðini kanska eydnast okkum at útinna og realisera nakrar av teimum dreymum, vit droymdu á yngri árum – hetta, sum tiltakið, bókaútgávan í dag, man vera fullgott prógv um. 

14.11.2022
Martin Restorff Jacobsen  
Ymist

Tá vit á sinni fluttu til Hvalvíkar í 1981, komu vit at verða næstu grannar við Jacob og Mariu og tað í samfull 21 ár, bert hin stundum krappa Kvíggjagerðisá kom at vera húsanna millum.

Vit komu tá beinleiðis av flatlondum, úr Fredericia, har vit høvdu búð í nøkur ár – sjálvur hevði eg hesi árini í Danmark borið sakn á føroysku fjøllini, - gloymi tí ikki, hvussu hugtikin eg kom at verða av stórbara landslagnum í Norðurstreymoy, teimum so undurføgru og tá at kalla órørdu fjøllunum har norðuri, Dalar, Sjeyndir, Mýlingur fyri norðan Kvíggjarhamar – og tá eg so kom at kenna og á tal við okkara nýggja granna í Hvalvík og stoltur greiddi frá mínum fjallatúrum, skilti eg, at hetta var lítið av miklum í mun til alt tað, sum hann hevði upplivað –  avbera isoleraði bóndagarðurin í Suðurgrønlandi, har illa var atkomandi og har alt, allar vørur máttu flytast um langar leiðir - har tey máttu sigla og ganga í møðsamar tímar at koma á tal við næsta grannan – ævintýrligar tókti mær hesar frásagnir vera t.d. um, hvussu Jacob og Maria á møttust á sinni, og hvussu hesin vinskapur kundi haldast við líka og mennast við longum gonguferðum garðanna millum – og heilt vandaleysar mundu hesar ferðir ikki vera: ísbjarnir, ongar fartelefonir og ongar neyvar veðurforsagnir, har alt í einum óvæntaðar ódnir og harðveður kundu bresta á og taka øll á bóli – og so vóru hesar hugtakandi frásagnir tíðum og javnan undirbygdar, tá tit fingu vitjan úr Grønlandi.

Hvør minnist ikki har norðuri tey so festligu og lívligi foreldur tíni, Maria, Abel og Hannu, tá tey so javnan komu á vitjan eins og fleiri av tínum systkjum, vinum og skyldfólki? Tá tað kendist eins og frásagnirnar gjørdust hold og blóð, vórðu íklæddar livandi og hugtakandi menniskju – øll hesi, sum tit vóru partur av og hoyrdu saman við, og sum tit megnaðu hóast longu frástøðuna landanna millum at varðveita neyv vinar- og ættarbond við.

Tíverri var slóðbrótarin Magnus, pápi Jacob, longur farin, tá vit fluttu til Hvalvíkar, men tíbetur komu vit at fáa mong og góð ár saman við Salomu, móður Jacob, og komu við henni eins og eisini at bera kensl á Magnus og merkisgarðin, teimum eydnaðist at byggja upp í Grønlandi – mundi verða okkum sum orðatakið minnir á, at mangur veit frá Ólavi kongi at siga, hóast hann hevur ikki sæð hann. 

Men sum vit ævintýrum og ævintýrligum frásagnum, - skulu tær varðveitast og berast eisini komandi ættum, mugu tær festast á blað, at tað nú skal eydnast okkum eins og við ævintýrum at kunna lesa tey upp fyri børnum okkara. So hjartaliga til lukku, at tað skuldi eydnast at fáa alt hetta fest á blað.

Og at tað so eisini hevur eydnast at fáa Helga í Brekkunum at ritstjórna, so gerst tað valla betur. Hann man um nakar borga fyri góðsku, Helgi hin serkøni í seyðahaldi og -røkt. So hjartaliga til lukku við bókini Helgi, Jacob og Maria.   

Martin Restorff Jacobsen

14.11.2022
Martin Restorff Jacobsen  
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

At greina eitt greinasavn

Framløga av greinasavninum ‘Opera men eingin olja’ á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 20. november 2022.
Ymist

BÓKADAGAR 2022 - Greinir um bókmentir og mentan í 25 ár

Martin Næs er útbúgvin bókavørður og hevur arbeitt nógv við mentanarligum spurningum, hann var landsbókavørður í nógv ár og síðan…
Ymist

BÓKADAGAR 2022 - Leirvíksmálarin – føroyski impressionisturin

Nú er eitt stórt og búgvið savn av verkunum hjá Jóannis Kristiansen savnað í prýðiligari coffee-table-bók. 
Bókaprát

Eitt sjaldsama gott íkast í kjakið um okkara samfelag

Sigri Gaïni, sum er Ph.D.-lesandi í politiskari filosofi á Roskilde Universitet og Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað bókina Ga…
Bókaprát

Oyðilendi

Svanna er útbúgvin sálarfrøðingur og arbeiðir dagliga við psykoterapi og supervisión. Hon varð liðug við útbúgvingina sum sálarfrø…
Bókaprát

Seyðabóndi í Suðurgrønlandi

Søgan um Magnus Fuglø, sum Jacob Fuglø hevur skrivað, er sjaldsom søga um nógv áræði og sterkan vilja.
Bókaprát

Johannes Kristiansen (1918–1988)

Ein kaldan vetrardag – 12. februar 1918 – sóu leirvíkingar kenda útróðrarmannin Svend Edvard Kristiansen fara niðan á Brekkur við…
Bókaprát

Stórverkið um Jóannis Kristiansen í Bátasavninum

Gleðið tykkum til eitt hugnaligt kvøld í Bátasavninum í Leirvík mikukvøldið 2. nov. Stórverkið, sum Sprotin hevur givið út um list…