ORÐ OG TÓNAR: SPOR, IÐ VERÐA TIL OG FLOYMANDI NÆRVERA
Mikukvøldið 22. februar kl. 20. Tvær bøkur, tvær samrøður og tónleikur frá Marius Ziska.
Bókin Spor, ið verða til varð gjørd til stóra grafiska framsýning í NLH í heyst. Bókin Floymandi nærvera varð gjørd til stóru konsertina við Mariusi Ziska saman við Symfoniorkestrinum vikuskiftið 10. – 11. februar.
Rannvá Mortensen fer við myndum á stórskíggja at greiða frá sínum grafisku avrikum undir heitinum SEGL, sum lýst vóru í bókini.
Eftir steðgin fer Dorit Hansen at tosa við Hans Marius Ziska og Hans Jacob Kollslíð um teirra tónleika- og tekstasmíð. Í bókini síggja vit á fyrsta sinni allar yrkingarnar hjá Hans Jacob savnaðar. Yrkingarnar eru djúpir, listafínir tekstir at skifta orð um.
Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá hesi víðagitnu tónleikagreipu.
Kom til eitt gott bókaprát og ertandi tónar á Reinsarínum hóskvøldið 16. februar kl. 20.00, har verður tosað við listafólk, sum umboða tríggjar listagreinir og viðgera spurningar, sum nema okkum øll.
Bøkurnar, ið umrøddar verða, kosta bara 150 kr hetta kvøldið.