Bardagin um Troiuborg

Í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg” verður Illionskvæðið um stríðið í Troia flættað saman við fólkum í lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett undir seinna heimsbardaga

24.02.2023
Sprotin
Lesikrókurin

Vit eru stødd í lítlari bygd í Grikkalandi, sum týskarar hava hersett undir seinna heimskríggi.

Ímeðan bumburnar frá bretskum bumbuflogførum regna niður yvir bygdina, fer lærarinnan við børnunum í lívd í helli og fer undir at siga teimum søguna um Troia.

Vit fylgja eisini gongdini í bygdini, har týskarar leita eftir einum mótstøðufólki, sum hevur verið við til at drepa týskan heryvirmann, samstundis sum gerandisdagurin í bygdini skal halda fram.

Søgurnar um Troia og um týsku hersetingina av griksku bygdini verða flættaðar saman í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg”, sum Theodor Kallifatides skrivaði. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út.

Trý fólk viðgera bókina í Lesikrókinum hesa ferð. Tey eru Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, samskipari hjá Farlit, Hans Jacob Kollslíð, lærari í mentanarfatan á Miðnámi á Kambsdali, og Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum.

Vertur er Eyðun Klakstein.

 

24.02.2023
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?