ORÐ OG TÓNAR: HJÚPULJÓÐ OG PROTESUR

Tvey nýggj, góð yrkingasøvn vera á Orð og tónum tann 30. mars.

28.03.2023
Sprotin
Orð og tónar

PROTESUR eftir Jóan Paula Dahl Jakobsen

Sorg, heimlongsul og protesur eru snúningspunkt í nýggja savninum Protesur eftir Jóan Paula Dahl Jakobsen. Bergur Djurhuus Hansen fer at tosa við Jóan Paula um savnið. Um tað at missa, um rúm og luktir, sum mynda eitt heim, og um at sita hinumegin heimshøvini og skriva um Føroyar. 

Yrkingarnar eru ærligir og sterkir tekstir, sum stundum royna at fanga tað, sum ikki letur seg fanga. Og har heimið og missurin ofta renna saman:

Eini hús eru nokk / søgan kemur av sær sjálvari / dreymarnir telgdir / inn í sperrur / vónbrotini / eru sprekkur í sementi / og tveir svartir sekkir / við støvkastaðum klæðum. / Eini hús eru nokk / sorgin kemur av sær sjálvari / og alt tað hon hevði / at siga / alt tað / hon ongantíð / fer / at fortelja.

Jóan Pauli fer eisini at lesa upp úr savninum.

HJÚPULJÓÐ eftir Maluna Poulsen

Paula Gaard hevur samrøðu við Maluna Poulsen um savnið Hjúpuljóð, ið kom út í februar. Skift verður ímillum samrøðu og at lesa einstakar yrkingar upp. 

Samrøðan fer millum annað at snúgva seg um heitið Hjúpuljóð, um bygnaðin og um nøkur av evnunum í savninum t. d: at vera menniskja og at eldast, náttúrulýsingarnar, støðini og gomlu siðbundnu bygdamentanina sammett við okkara modernaðu stórbýarmentan, at yrkja/skapa og tann týdning, ið minnini hava.

Við Hoyvíkstjørn
skurðar / uttan mammur og pápar / summir á floti / summir á steinum / ongi sár skríggj / bert tøgn / og bíðan / áðrenn fráferð / heiman
tað ókenda / dregur / teir hevja seg / breiða út veingirnar / flúgva / suður móti Afrika / haðani flýggjandi børn / á veg norðureftir / hyggja upp / og varnast / sár skurðaskríggj / innaní

Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá Lyon Hansen, sum er sangari og sangskrivari, sum skrivar sangir um kærleikan, lívið og miss við íblástri frá uppruna amerikonskum blues- og fólkatónleiki. 

Kom til eitt gott bókaprát og livandi tónar á Reinsarínum hóskvøldið 30. mars kl. 20.00. 

Bøkurnar fáast til keyps – 100 kr eintakið. Barrin er opin, og har fæst kaffi, te, øl og vín.

28.03.2023
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Lesikrókurin

Brenn øll míni brøv

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvuss…
Bókaprát

Lesikrókurin fær nýggjan vert

Nýggi verturin í Lesikrókinum eitur Helena Lamhauge-Mortensen, 27 ár og útbúgvin bókmentafrøðingur.
Bókaprát

Søgur úr Latínamerika

Enn einaferð hevur Marianna Hoydal hegnisliga flutt okkum tekst úr Latínamerika yvir í føroyskt. Týðingarnar eru satt njótilsi at…
Bókaprát

Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum

Hetta er vanligt umhvørvi við vanligum hampafólki, ið verður lýst, enntá brotsfólkini eru hampafólk við næstan hábornum motivum. E…
Orð og tónar

Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd

Nakað stórvegis broytt í túsund ár? Kom oman á Reinsaríið tann 19. sept. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og…
Bókaprát

Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi

Talan er um eina bókagreipu, sum kom út í Íslandi í fjør vetur, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli. Martin Næs hevur enn e…
Bókaprát

Brenn øll míni brøv

Tá ið Alex Schulman fer at grava í síni ættarfortíð, kemur hann fram á eina ógvisliga og vanlukkuliga kærleikssøgu um abban og omm…
Orð og tónar

Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini

Kom oman á Reinsaríið tann 22. august og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki saman við Una Arge, Oddfríð…