ORÐ OG TÓNAR: HJÚPULJÓÐ OG PROTESUR
Tvey nýggj, góð yrkingasøvn vera á Orð og tónum tann 30. mars.
PROTESUR eftir Jóan Paula Dahl Jakobsen
Sorg, heimlongsul og protesur eru snúningspunkt í nýggja savninum Protesur eftir Jóan Paula Dahl Jakobsen. Bergur Djurhuus Hansen fer at tosa við Jóan Paula um savnið. Um tað at missa, um rúm og luktir, sum mynda eitt heim, og um at sita hinumegin heimshøvini og skriva um Føroyar.
Yrkingarnar eru ærligir og sterkir tekstir, sum stundum royna at fanga tað, sum ikki letur seg fanga. Og har heimið og missurin ofta renna saman:
Eini hús eru nokk / søgan kemur av sær sjálvari / dreymarnir telgdir / inn í sperrur / vónbrotini / eru sprekkur í sementi / og tveir svartir sekkir / við støvkastaðum klæðum. / Eini hús eru nokk / sorgin kemur av sær sjálvari / og alt tað hon hevði / at siga / alt tað / hon ongantíð / fer / at fortelja.
Jóan Pauli fer eisini at lesa upp úr savninum.
HJÚPULJÓÐ eftir Maluna Poulsen
Paula Gaard hevur samrøðu við Maluna Poulsen um savnið Hjúpuljóð, ið kom út í februar. Skift verður ímillum samrøðu og at lesa einstakar yrkingar upp.
Samrøðan fer millum annað at snúgva seg um heitið Hjúpuljóð, um bygnaðin og um nøkur av evnunum í savninum t. d: at vera menniskja og at eldast, náttúrulýsingarnar, støðini og gomlu siðbundnu bygdamentanina sammett við okkara modernaðu stórbýarmentan, at yrkja/skapa og tann týdning, ið minnini hava.
Við Hoyvíkstjørn
skurðar / uttan mammur og pápar / summir á floti / summir á steinum / ongi sár skríggj / bert tøgn / og bíðan / áðrenn fráferð / heiman
tað ókenda / dregur / teir hevja seg / breiða út veingirnar / flúgva / suður móti Afrika / haðani flýggjandi børn / á veg norðureftir / hyggja upp / og varnast / sár skurðaskríggj / innaní
Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá Lyon Hansen, sum er sangari og sangskrivari, sum skrivar sangir um kærleikan, lívið og miss við íblástri frá uppruna amerikonskum blues- og fólkatónleiki.