Tað ringasta byrjar, tá tað ringasta er yvirstaðið 

Hóast sorg kann vera ein uppliving sum er intensari, sterkari, pínufullari og vara longur enn flestu aðrar kenslur, so søkkur hon ofta bara stillisliga niður í sinnið, uttan at orð yvirhøvur verða sett á hana.

03.04.2023
Sjúrður Skaale
Bókaprát

Og tað er ikki so løgið, at fólk lata gerandismeldurin leggja seg sum tjúkkan kava oman yvir sorgina og royna at fáa hana at frysta og mestsum hvørva úr sinninum, tí hvat skal mann gera? Og hvat skal mann siga, tá náttúran minnir okkum á tað, vit altíð skúgva frá okkum: At tað er hon, sum hevur ræðið og letur onkran doyggja, sum vit halda átti at liva.

Sum Jóan Pauli Dahl Jacobsen sigur í nýggja yrkingasavninum, Protesur. ”Tað lekur úr lívinum, / og tú góðtekur ikki fortreytirnar”.

Sorg minnir okkum á tann forbrenda veruleikan, at uttan mun til heiluvág og heilsuviðgerðir, so eru vit púra maktarleys, tá tað snýr seg um tað mest grundleggjandi: Lív og deyða.

Men at royna at seta orð á tað avmaktandi sorgarkensluna, kann kanska kortini gera okkurt gott. Tað kann minna okkum á at virða tað, vit hava, meðan vit hava tað. Tað kann gera okkum minni kynisk og hugmóðig. Tað kann gera, at tey, sum fara ígjøgnum sorgina, kenna seg minni einsom. Og tað kann fyrireika tey – altso øll – sum fara at verða rakt, uppá tað, tey skulu ígjøgnum.

Og so er tað tað eisini ... ja, kærleiki. Í “Kærlighedens gerninger” lýsir Kierkegaard “den kærlighedens gerning at huske en afdød” sum nakað av tí reinasta kærleikanum, tí hann er so einvegis. Hann kann ikki lønast aftur, tí tann, hann er vendur ímóti, er ikki meira.

Eg havi persónliga ongantíð upplivað svára sorg, men kortini bleiv eg nokkso hugtikin av yrkingasavninum, sum Jóan Paula Dahl Jacobsen gav út hósdagin. Tað er um sorgina og tómleikan sum rakti, tá pápi hansara doyði fyri 15 árum síðani.

Hetta er eitt drúgt savn. 68 síður í trimum pørtum, sum allir hanga saman. Tað er ógvuliga konsentrerað, hvør einasta linja er telgd við umhugsni, og hóast summar myndir kanska eru nóg so avanseraðar fyri okkum, sum ikki hava eitt so opið sinni fyri yrkingum, so verður mann eitt lítið sindur meira vakin og reflekterandi eftir at hava lisið tað.

Tað er í sær sjálvum nokkso sigandi um sorgina, at hesi orðini hava ligið sum fræ í jørðini í heili 15 ár. Sorgin hvørvur ikki, men kann vísa seg aftur uttan ávaring, tá okkurt tilvildarligt brádliga kann kveikja minnini. Til dømis kunnu tankarnir eina sorgleysa løtu á eini strond í Suðuramerika brádliga verða sendir til ta gomlu jarðarferðina í Havn:

”berføttur á sandinum varnaðist / glerkalda streymin / tærnar, / sum einaferð / stóðu fremst í trongum svartaskóm, / bóru eitt slag av vekt, / ið ongantíð / ordiliga / fall til jarðar.”

Minnini liggja sum turt hoyggj, sum kann fara at loga av næstan ongum: ”Men onkur tanki / er so eldfimur, / at bara tú nertir hann / loypur ein neisti / og tendrar / tey stóru / rúmini. / Deyðin / er ein teirra.”

Savnið lýsir væl, hvussu tann syrgjandi fer gjøgnum nøkur umskifti. Fyrst verður sonurin tikin heilt av fótum, tá pápin doyr: ”Ein seinnapart / handtók jørðin / tíni fótafet / undir hospitalssongini / tvey torn av traðkaðum / sporum”.

So er tað jaðarferðin og ritualini, sum líkasum fylla tómrúmið: ”Eg minnist uggan / tær bóru inn á kakuføtum”, og fólkini, sum í bestu meining royna at troysta: ”At onkur spurdi / um tær manglaði / nakað (…) Og eg svaraði / einki, sum tú fært / givið mær”.

So kemur lívið sjálvt, sum til fánýtis roynir at minna ein á, at tað enn er har, klárt at liva og njóta: ”Eg ræðist trilvandi dansin við hálva degnum, / sum í hunangslittum geislum / teskar gjøgnum persiennurnar.” Men tann, sum syrgir, sær ikki so nógv spennandi við døgunum, sum bjóða upp til dans: ”Dagarnir hanga / sum sálmarnir í kirkjum / hvør teirra ein variatión / av tí sama.”

Mann tímir ikki tað, sum býður seg til, har mann er. Men mann tímir heldur einki annað: ”Og tú hevur ongan hug / at vera her. / Men tú vilt / heldur ikki fara. / Eisini tað / er sorg”. Yrkjarin er aldrin fyrr tikin av fótum av sakni og sorg, dugir ikki at takla tað, og veit einki at siga um tað: ”Í barkanum dvølur orðið ósagt, / tað er mikumorgun, / rúmini liggja køld og tóm, / og tú veitst als ikki, / hvussu tú hevur tað”.

Í fyrstani taka onnur lut í sorgini við heilsanum og beinasemið av ymiskum slag. So steðgar tað – men ikki fyrr enn tá byrjar tað veruliga lívið við og í sorgini hjá teimum allar nærmastu. Sum yrkjarin sigur um mammuna: ”Og eingin uttan tú / kendi til tað ringasta, / sum nústani gevur seg til kennar, / tá tað ringasta er / yvirstaðið.”

Tí fyri tað, um blómurnar á grøvini eru følnaðar, eru minnini eftir tann deyða mannin allastaðni: ”Djarvast helt eg teg vera, / tá tú ruddaði út í klæðunum har niðri. / Tú helt stóra grøna jakka hansara upp fyri teg. / Tá var tað, sum stóð hann har eitt bil, / sum hevði tíðin / ikki loyst hann úr / sínum hondum.”

Viðhvørt kann eisini verða ringt yvirhøvur at finna orku til at halda fram: ”Havi sæð teg / stara inn í tíðina / í vónini at missa hana.”

Hjá teimum, sum hava lív, maka, karrieru og børn fyri framman, er sorgin ikki so definitiv sum hjá teimum, sum hava bygt sítt lív og sítt heim upp saman við einum øðrum, men nú eru einsamøll og skulu læra seg at liva á ein annan hátt: ”Eg kenni heimkomuna til eini tóm hús. / Men einki veit eg um tey, / sum halda eitt / hálvt heim / heilt.”

Júst hetta, at minnið og saknurin er knýttur at ítøkiligum tingum, verður væl lýst í bókini – m.a. soleiðis: ”Tey siga, / at sorg / er heimleysur kærleiki. / Men tað finst ein sorg, / sum býr á matriklum / sum tivar úr / tapetinum. / Tí hon er eisini / lukturin av rakivatni, / hálvtóma íbúðin / (. . .) hon er urtapotturin sum doyr spakuliga”.

Eg dugi ikki væl at meta um yrkingasøvn – men eg haldi, at hetta er gott, tí tað sigur nakað, sum er ringt at siga, og lýsir eina kenslu, sum er trupul at lýsa.

Yrkjarin sigur um pápa sín, at ”hann segði tær ongantíð, / eftir skalt tú standa við lógvanum fullum av mold, / tú gloymdi at tveita frá tær.” Kanska moldin við hesum er tveitt á grøvina. Kanska ”vektin sum ikki fall til jarðar”, tá høvundurin misti pápa sín, við hesum er blivin til ein gravstein.

Ið hvussu er hevur tann fløkjasliga, orðleysa, flákrandi sorgin fingið eini hús at vera í. Og eg rokni við, at hóast hetta er ógvuliga persónligt – eins og allur saknur er persónligur – so fara onnur eisini at kenna aftur nógv av tí, sum er í húsinum.

Sjúrður Skaale

03.04.2023
Sjúrður Skaale
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?