Pløg beinagrindir teirra deyðu
"Pløg beinagrindir teirra deyðu" er bók um heldur øðrvísi kvinnu, áhugamál og atburð hennara. Bókin er eisini øðrvísi krimisøga – skemtilig og hugvekjandi.
Pólski rithøvundurin Olga Tokarczuk skrivaði, Vagnur Streymoy týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út.
Janina er komin nakað til árs og hevur búsett seg í fjarskotnari bygd har suðuri í Póllandi nærindis markið til Kekkia. Hon hevur lítið lærarastarv ein dag um vikuna, og um veturin ansar hon eftir summarhúsunum har á leiðini. Stóra áhugamál hennara er astrologi, og hon hevur stóran samhuga við djórum.
Hendingarnar í bókini taka ferð á seg, tá ið ein veiðimaður doyr undir løgnum umstøðum. Síðani doyr løgreglusstjórin og illgruni er um dráp. Løgreglan er í villareiði, men Janina heldur seg síggja eitt mynstur í gátuni.
Gestir í Lesikrókinum eru Ben Arabo, Gunvør Balle og Jústinus Eidesgaard
Vertur er Eyðun Klakstein.