ORÐ OG TÓNAR
Kom oman á Reinsaríið tann 5. oktobur og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Vit leggja fram tvær nýggjar bøkur og borðreiða við góðum tónleiki, sum Leon Hansen ber fram.
Jens Christian Carlsson er gitin sum góður sílafiskari. Abbin og pápin løgdu henda hugin og spenningslongsulin niður í smádreingin.
Høvundurin hugleiðir og minnist aftur á eitt langt, áhugavert lív saman við so mongum, sum hava staðið fram við áir og vøtn og fiskað, meðan hugarenslið hevur havt fríar ræsur. Saksun eigur eitt serligt pláss í hjartanum.
Uni Arge fer at tosa við Jens Christian um Hugleiðingarnar av marbakkanum.
Seinna verkið er yrkingasavnið ÁST eftir Helga Rasmussen
Hetta annað yrkingasavnið líkist tí fyrsta, kortini búnari.
Savnið er bygt upp eftir sama skilvísi sum samrøða, ið eru brot úr hugasambondum, spunnin inn í hvørt annað. Lopini í samrøðuni eru í royndum stakmyndir, somu lop eru í savninum.