ORÐ&TÓNAR tann 26. oktobur á Reinsarínum

Tvey áhugaverd bókaverk og stak góður tónleikur

20.10.2023
Sprotin
Orð og tónar

Sólrún Michelsen hevur skrivað nýggja skaldsøgu um Sáru Malenu í Skúgvi, sum fekk so margháttliga lagnu. 
Hon var so løgin og óstýrilig, at pápin mundi tikið lívið av henni.

Hon var einsamøll og forfjónað, happað og útihýst og upplivdi ongantíð kærleika. Seinni var hon løgd undir at duga gand, tí ræddust fólk og skýggjaðu hana.

Hanus Kamban fer at siga frá Sáru Malenu, sum skúvingar mintust hana, og eftir tað fer Bergljót av Skarði at tosa við høvundin um bókina.

Og so ein heilt øðrvísi matbók, ið nevnist Góðkrút.

Bókin lýsir alt tað ókrút, sum veksur her. Plantur, sum í síni tíð vóru fluttar inn sum heilsukostur og lekjandi urtir. Bókin gevur okkum kunnleika um hesar plantur, hvussu vit handfara tær skynsamt, og hvussu tær kunnu nýtast til matna.

Planturnar eru royndar, ein ørgrynni av leskiligum uppskriftum eru royndar og lýstar í bókini. Ikki er minni áhugavert at hoyra, hvussu hesar plantur vórðu nýttar sum heimaráð, hvørjir siðir og hvør trúgv vóru knýtt at teimum.

Høvundarnirnir Disa Christiansen, Hansa Christiansen, Joan Sørinardóttir greiða frá, og ukrainski myndamaðurin, Ihor Zaitsev, sum nú býr í Nólsoy, greiðir frá myndunum.

Tónleikin hetta fagra kvøld fáa vit frá Lenu og Niclasi.

Kom og lurta eftir góðum práti um lagnur, fordómar, ókrút, góðkrút og onnur áhugaverd fyribrigdi á Reinsarínum hóskvøldið 26. okt kl. 20.00.

Barrin er opin, har fæst kaffi, te, øl og vín – og bøkurnar eru sjálvandi til keyps fyri lagaligan prís.

20.10.2023
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Lesikrókurin

Brenn øll míni brøv

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvuss…
Bókaprát

Lesikrókurin fær nýggjan vert

Nýggi verturin í Lesikrókinum eitur Helena Lamhauge-Mortensen, 27 ár og útbúgvin bókmentafrøðingur.
Bókaprát

Søgur úr Latínamerika

Enn einaferð hevur Marianna Hoydal hegnisliga flutt okkum tekst úr Latínamerika yvir í føroyskt. Týðingarnar eru satt njótilsi at…
Bókaprát

Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum

Hetta er vanligt umhvørvi við vanligum hampafólki, ið verður lýst, enntá brotsfólkini eru hampafólk við næstan hábornum motivum. E…
Orð og tónar

Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd

Nakað stórvegis broytt í túsund ár? Kom oman á Reinsaríið tann 19. sept. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og…
Bókaprát

Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi

Talan er um eina bókagreipu, sum kom út í Íslandi í fjør vetur, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli. Martin Næs hevur enn e…
Bókaprát

Brenn øll míni brøv

Tá ið Alex Schulman fer at grava í síni ættarfortíð, kemur hann fram á eina ógvisliga og vanlukkuliga kærleikssøgu um abban og omm…
Orð og tónar

Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini

Kom oman á Reinsaríið tann 22. august og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki saman við Una Arge, Oddfríð…