Nobelfyrilestur eftir Jon Fosse

Nobelheiðurslønarvinnari í bókmentum 2023

13.12.2023
sprotin
Røður, Ymist

 

THE NOBEL FOUNDATION 2023

Marna Jacobsen týddi úr norskum

 

Tigandi mál

Tá ið eg gekk í ungdómsskúla hendi tað brádliga. Lærarin bað meg lesa hart. Og sum burtur úr ongum kom brádliga ein ræðsla á meg sum fullkomiliga tók meg á bóli. Eg hvarv á ein hátt inn í ræðsluna og var bara hon. Eg reisti meg og rann út úr flokshølinum.

Eg merkti tey stóru eyguni í næmingunum og í læraranum fylgja mær út úr flokshølinum.

Aftaná royndi eg at greiða frá mínari løgnu atferð við, at eg mátti fara á vesið. Eg sá væl á andlitunum á teimum, sum lurtaðu eftir, at tey ikki trúðu mær. Og helst hugsaðu tey, at eg var vorðin løgin, um at verða svakur.
 
Henda ræðslan fyri upplestri fylgdi mær víðari. Nakað eftir tað fekk eg dirvi at biðja lærararnar um at lata meg sleppa undan at lesa, tí eg ræddist tað so illa. Summir trúðu mær og lótu meg sleppa undan, aðrir hildu, at eg onkursvegna helst gjørdi gjøldur úr teimum.

Eg lærdi nakað týðandi um menniskju av hesari royndini.

Og eg lærdi mangt annað.

Ja, í grundini heilt vist nakað, sum ger, at eg í dag kann standa og lesa hart fyri einari fjøld. Og nú næstan púra óræddur.

Hvat var tað, eg lærdi?

Tað var onkursvegna sum um ræðsla tók málið frá mær, og at eg so at siga mátti taka tað aftur. Og skuldi eg megna tað, kundi eg ikki gera tað við treytunum hjá øðrum, men við mínum egnu.

Eg fór at skriva mínar egnu tekstir, smáar yrkingar, smáar frásagnir.

Og eg varnaðist, at við at gera tað, gav tað mær tryggleika, gav mær tað øvuta av ræðslu.

Eg fann onkursvegna eitt stað innan í mær, sum bara var mítt, og úr tí staðnum kundi eg skriva tað, sum bara var mítt.
 
Nú, umleið fimmti ár seinni, siti eg framvegis og skrivi - og eg skrivi framvegis úr hesum loyniliga staðnum innan í mær, einum staði, sum eg satt at siga ikki veit so nógv meira um enn, at tað er til.

Norski yrkjarin Olav H. Hauge hevur skrivað eina yrking, har hann samanber tað at yrkja við tað at vera barn og byggja leyvsmáttur í skóginum og so krúpa inn í tær, tendra stearinljós og sita har og kenna seg tryggan tey myrku heystarkvøldini.

Eg haldi hetta er ein góð mynd av, hvussu eg eisini upplivi tað at skriva. Nú - sum fyri fimmti árum síðan.
 
Og eg lærdi meira, eg lærdi, at tað, í øllum førum fyri meg, er stórur munur á tí talaða og tí skrivaða málinum, ella millum tað talaða og tað bókmentaliga málið.

Mangan er tað talaða málið ein einrøða, ið miðlar ein boðskap um, at okkurt skal vera so ella so, ella at okkurt verður miðlað retorisk við boðskapi sum yvirtalar og sannførir.

Tað bókmentaliga málið er ongantíð soleiðis - tað miðlar ikki, tað er meining heldur enn samskifti, tað hevur sítt egna virði.
 
Og soleiðis sæð er sjálvsagt góður skaldskapur og alt slag av boðskapi mótsetningar, um so boðskapur er átrúnaðarligur ella politiskur ella hvat tað nú kundi verið.
 
Ígjøgnum angistina fyri upplestri gekk eg so at siga inn í tað einsamalla lívið hjá tí skrivandi menniskjanum - og har havi eg verið síðan.
 
Eg havi skrivað nógv bæði prosa og dramatikk.

Og tað, sum er sermerkt fyri dramatikk, er jú, at hann er skrivað tala, har dialogurin, samrøðan, ella ofta royndin at samrøða er partur av onkrum, sum ikki miðlar, men hevur sítt egna virði.
 
Og tá ið tað viðvíkir prosa hevur Mikhail Bakhtin rætt í, at sjálvur útsagnarhátturin, sjálvt tað at siga frá, hevur tvær røddir í sær.

Fyri at gera tað eitt sindur einfaldari: røddin á tí, sum hevur orðið, tí sum skrivar, og røddin á tí, ið fortalt verður um. Hesar røddirnar glíða so ofta inn í hvør aðra, at tað er ógjørligt at siga, hvør tað er, sum hevur orðið.

Tað verður rætt og slætt ein dupult skriftrødd - og hon er sjálvsagt eisini partur av tí íspunna universinum, av logikkinum í tí.

Fyri hvørt einasta ritverk, eg havi skrivað, er so at siga eitt egið fiktivt univers, eitt egið virði. Eitt virði, sum er nýtt fyri hvønn leik, fyri hvørja skaldsøgu.
 
Men eisini ein góð yrking, tí eg havi eisini skrivað ein hóp av lýrikki, er eisini sítt egna univers - tað relaterar í høvuðsheitum til sín sjálvs. Og so kann tann, sum lesur tað, koma inn í tað universið, sum yrkingin er – ja, tað er meira altargangur enn samskifti.

Yvirhøvur er tað kanska galdandi fyri alt tað, eg havi skrivað.
 
Tað er í øllum førum púra vist, at eg aldri skrivi fyri at úttrykkja meg sjálvan, sum sagt verður, heldur fyri at sleppa mær burtur frá mær sjálvum.
 
At eg endaði sum leikritahøvundur - ja, hvat skal eg siga um tað?

Eg skrivaði skaldsøgur og yrkingar og vildi ikki skriva fyri leikhús, men gjørdi tað í síni tíð, tí at eg sum fátækur høvundur - í eini alment fíggjaðari roynd at skriva meira norskan dramatikk - fekk boðið ein góðan posa av pengum fyri at skriva inngangin til ein leik og endaði við at skriva ein heilan leik, tann fyrsta og enn mest spælda leikin hjá mær, Nokon kjem til å koma.
 
At skriva leik fyri fyrstu ferð var tað mest óvæntaða í øllum mínum rithøvundalívi. Tí bæði í prosa og í yrking hevði eg roynt at skriva tað sum á vanligan hátt - á vanligan talaðan hátt - ikki kann sigast við orðum. Ja, júst tað. Eg royndi at skriva tað ósigandi fram, soleiðis sum tað varð sagt í grundgevingini, tá ið tað varð kunngjørt, at eg skuldi hava Nobelheiðurslønina.

Tað týdningarmesta í lívinum kann ikki sigast, bara skrivast, fyri nú at snara tí væl kendu útsøgnini hjá Jacques Derrida eitt sindur á.

Eg royndi altso at lata ta tigandi taluna koma til orðanna.

Og tá eg skrivaði dramatikk, kundi eg brúka ta tigandi taluna, toygda, á ein heilt annan hátt enn í prosa og yrking. Eg kundi bara skriva steðgur, ja, so var tann tigandi talan har. Og í mínum dramatikki er orðið steðgur uttan iva tað týdningarmesta og mest brúkta orðið - langur steðgur, stuttur steðgur ella bara steðgur.

Í hesum steðgunum kann tað vera so nógv ella so lítið. At okkurt ikki kann sigast, at okkurt ikki vil sigast, ella at tað verður sagt best við als onki at siga.

Kortini eri eg rímiliga vísur í, at tað, sum talar mest gjøgnum steðgirnar, er kvirra.
 
Í mínari prosa hava kanska allar endurtøkurnar eina líknandi funksjón sum steðgirnir í dramatikkinum. Ella eg hugsi, at tað kanska er so, at tað í leikunum er tigandi tala, og í skaldsøgunum eitt tigandi mál aftan fyri tað skrivaða málið, og skal eg skriva væl, so má hetta tigandi málið eisini skrivast fram, til dømis er tað í Septologiini hetta tigandi málið, fyri nú at taka nøkur einføld, ítøkilig dømi, sum siga, at tann fyrsti Asli og annar Asli væl kunnu vera sami persónurin, og at øll tann langa skaldsøgan, sum er umleið tólv hundrað blaðsíður, í grundini kanska bara er ein framskriving av einum toygdum nú.
 
Men mest av øllum talar ein tigandi tiltala, ella eitt tigandi mál, úr heildini í einum verki. Antin tað er ein skaldsøga, eitt leikrit ella ein leikframførsla, so eru tað ikki partarnir í sjálvum sær sum hava týdning, tað er heildin, sum eisini má vera í hvørjum einasta smáluti - ella kanska kann eg vága mær at tosa um andan í heildini, ein anda sum á sín hátt talar bæði nær og fjar.

Og hvat hoyrir tú tá, um tú lurtar nóg væl eftir?
Tú hoyrir kvirruna.
Og sum sagt hevur verið, so er tað bara í kvirruni, tú hoyrir Guds rødd.
 
Kanska er tað so.
 
Fyri nú at sleppa sær niður aftur á jørðina vil eg nevna nakað annað, sum tað at skriva til pall gav mær. Tað at skriva er einsligt, sum sagt, og einsemi er gott - so leingi vegurin aftur til hini er opin, fyri at endurgeva eina aðra yrking eftir Olav H. Hauge.

Og tað, sum hugtók meg, tá ið eg fyri fyrstu ferð sá nakað, eg hevði skrivað, framført á palli, ja, tað var júst tað øvuta av einsemi, tað var felagsskapur, ja, at skapa list við at geva burtur av listini - og tað gav mær ein stóran, glaðan tryggleika.

Henda sannroyndin hevur fylgt mær síðan og hevur helst gjørt, at eg við friði í sinninum ikki bara havi hildið á, men eisini havt eitt slag av gleði sjálvt av vánaligum framførslum av egnum leikum.
 
Sjónleikur er í grundini at lurta - ein leikstjóri má, ella eigur í øllum førum, at lurta eftir tekstinum, soleiðis sum sjónleikarar lurta eftir honum og eftir hvør øðrum og leikstjóranum og soleiðis sum áskoðararnir lurta eftir allari framførsluni.
 
Og tað at skriva er fyri meg at lurta: tá ið eg skrivi, hugsi eg aldri um nakað frammanundan, eg leggi ongantíð eina ætlan, eg lurti meg fram.

So, skuldi eg brúkt ein myndburð fyri at skriva, má tað altso verða at lurta. 

Og tí minnir yrking sjálvsagt næstan um tónleik. Og tá, í tannáringatíðini, fór eg so at siga beinleiðis frá bara at vera upptikin av tónleiki til at skriva. Eg endaði faktiskt bæði at spæla sjálvur og at lurta eftir tónleiki og fór at skriva og í skrivingini royndi eg at skriva nakað fram av tí, eg upplivdi, tá ið eg spældi. Tað gjørdi eg tá - og tað geri eg enn.
 
Nakað annað, kanska eitt sindur løgið, er, at eg altíð, tá ið eg skrivi fái eina kenslu av, at allur teksturin er liðugt skrivaður, har úti onkustaðni, ikki innan í mær, og at tað bara veldst um at skriva hann niður, áðrenn teksturin hvørvur.

Av og á kann eg gera tað uttan at broyta, onkuntíð má eg líkasum leita meg fram til tann tekstin við at skriva um, strika út, við spakuliga at royna at finna fram til tann longu liðugt skrivaða tekstin.
 
Eg, sum ikki vildi skriva til pall, endaði við bara at gera tað í umleið fimtan ár. Og leikirnir, eg skrivaði, vórðu haraftrat spældir, ja sum frá leið varð tað ein rúgva av framleiðslum í nógvum londum.

Eg skilji tað framvegis ikki.

Lívið er ikki til at skilja.

Soleiðis sum tað heldur ikki er til at skilja, at eg nú standi her og royni at siga nøkur meira og minni klók orð um tað at skriva í sambandi við, at eg fái Nobelheiðurslønina í bókmentum.

Og at eg havi fingið heiðurslønina hevur, sum eg skilji, bæði við dramatikk og prosa at gera.
 
Eftir næstan bara at hava skrivað dramatikk í mong ár, kendist tað brádliga sum, at nú var nóg mikið, ja meira enn nóg mikið, og eg gjørdi av fullkomiliga at gevast at skriva dramatikk.

Men tað at skriva er helst vorðin ein vani eg ikki klári meg uttan - kanska kann ein við Marguerite Duras kalla tað eina sjúku - so eg gjørdi av at fara aftur hagar, alt byrjaði, til at skriva prosa og nakrar yrkingar, sum eg hevði gjørt í næstan tíggju ár, áðrenn eg gjørdist leikritahøvundur.
 
Og tey seinastu tíggju-fimtan árini havi eg gjørt tað. Tá ið eg av álvara fór at skriva prosa aftur, ivaðist eg í, um eg framvegis dugdi tað. Fyrst skrivaði eg Tríverkið - og upplivdi tað sum eina stóra staðfesting av, at eg hevði okkurt at koma við eisini sum prosarithøvundur, tá ið eg fekk Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri ta skaldsøguna.

Síðani skrivaði eg Septologiina.

Og meðan eg skrivaði hana, upplivdi eg nakrar av mínum bestu løtum sum rithøvundur, sum til dømis tá annar Asli finnur hin Asla liggjandi í kavanum og soleiðis bjargar lívi hansara. Ella endan, tá ið tann fyrsti Asli, høvuðspersónurin, fer út á sína seinastu ferð í einum báti, einum útróðrarbáti, saman við Áslakki, sínum besta og einasta vini, at halda jól saman við systur Áslaks.

Eg hevði onga ætlan um at skriva eina langa skaldsøgu, men skaldsøgan skrivaði seg so at siga sjálv, og tað varð ein lang skaldsøga, og mangar løtur skrivaði eg so flótandi, at alt var rætt beinanvegin.

Og tað er helst tá, at eg eri næst tí, ið kann nevnast lukka.

Øll Septologiin hevur ábendingar í sær til nógv av hinum, eg havi skrivað, men sæð í øðrum ljósi. At ikki eitt einasta punktum er í allari tí longu skaldsøguni, er ikki nakað eg fann uppá. Skaldsøgan skrivaði seg bara soleiðis í einum floymi, einari rørslu, sum ikki kravdi punktum.
 
Í einum viðtali einaferð fyrr í tíðini segði eg, at tað at skriva var ein bøn av einum slag. Og eg skammaðist illa, tá ið eg sá tað á prenti. Men nakað seinni las eg, til stóran ugga, at Franz Kafka hevði sagt tað sama. So kanska - kortini?
 
Mínar fyrstu bøkur fingu sera vánalig ummæli, og eg gjørdi av at eg ikki skuldi lurta eftir ummælarum, eg skuldi líta á meg sjálvan, ja halda fast við mítt. Hevði eg ikki gjørt tað, ja so hevði eg givist at skriva, eftir at mín fyrsta skaldsøga Raudt, svart kom út fyri fjøruti árum síðan.

Síðan fekk eg oftast góð ummæli, og eg fór haraftrat at fáa virðislønir - og tá meinti eg, at tað var týdningarmikið at halda fast við tann sama logikkin, um eg ikki lurtaði eftir vánaligum ummælum, so skuldi eg heldur ikki lata viðgongdina ávirka meg, og eg skuldi halda fast við mítt, halda fram við mínum.

Og tað haldi eg, at eg havi megnað at gera, og eg haldi satt at siga, at eg fari at klára tað sjálvt eftir at hava fingið Nobelheiðurslønina.
 
Tá ið tað var kunngjørt, at eg skuldi fáa Nobelheiðurslønina í bókmentum, fekk eg eina rúgvu av teldubrøvum og heilsanum, tað gleddi meg sjálvsagt. Tær flestu heilsanirnar vóru sakligar og glaðar, men summi skrivaðu, at tey róptu av gleði, onnur at tey høvdu verið um at grátið. Tað rørdi meg djúpt.

Tað eru fleiri sjálvmorð í mínari skriving. Fleiri enn mær dámar at hugsa um. Eg havi verið bangin um, at eg á tann hátt kann hava verið við til at legitimera sjálvmorð. So tað, sum nam meg allarmest, vóru tey, sum við reinum orðum skrivaðu, at mín skriving rætt og slætt hevði bjargað lívi teirra.

Eg havi fyri so vítt altíð vitað, at skriving kann bjarga lívi, kanska hevur hon enntá bjargað mínum egna. Og um mín skriving eisini kann vera við til at bjarga lívinum hjá øðrum, ja so kann onki gleða meg meira enn tað.
 
Takki Svenska Akademinum fyri at hava givið mær Nobelheiðurslønina í bókmentum.
 
Og takki Gud.

13.12.2023
sprotin
Røður, Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…