Skal tað bera til týða úr einum máli á annað, má týðarin tulka upprunatekstin og endurskapa hann á týðingarmálinum.

Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin

Nú ið Sprotin fór um tey tríati, rennur mær mangt  í huga, til dømis tá ið eg fór at týða.

16.04.2024
Sprotin
Bókaprát

Vit børn fingu gávur fyrsta dagin í tí nýggja Kommunuskúlanum góðveðursdagin sunnudagin 2. september 1956. Ein Per-ís og ein skrúviblýant í part. Tá ið vit vendu skrúviblýantinum, fóru tvey børn við skúlatasku, genta og drongur, glíðandi úr øðrum enda í hin. 

Gávurnar fingu okkum at kenna okkum vælkomin og vird.

Minnist ikki nógv til, hvat eg lærdi í fjórða flokki í Nýggja kommunuskúla. Men ein tíma um vikuna var evnið frítt. Okkara lærari brúkti tíman til at lesa upp úr Børnenes fædrelandshistorie og lata okkum skriva tað, hann las. Har var mangt ófatiligt, eitt nú um at stifta og stiftir og um helvtir; tað helt eg vera løgið, at søgubókin skuldi leggja dent á eitt smáting sum teknistiftir, ella var tað stiftir í skrúviblýantum? Og hvørjum vóru helvtirnar av? Eingin spurdi, og lærarin bara las og hugdi ongantíð at tí, sum vit skrivaðu.

Hetta var einki stuttligt, og eg helt ikki, tað hóskaði til okkara nýggja skúla við teimum litfríðu stovunum og auluni, har vit sungu á føroyskum og sóu myndir úr kvæðunum.

Tí fór eg at týða. Tað var mín uppreistur. Tað, sum lærarin las, týddi eg so hvørt til føroyskt. Eg misti ofta endan á setningunum, og tey orðini, sum eg ikki skilti, skrivaði eg, sum tey ljóðaðu, og ríslaði annars sum best á føroyskum og fekk ilt í hondina, so fast eg helt um skrúviblýantin. Henda skrivibókin er burtur, skrødd ella brend, sum skaldið mikla segði um myndina.

Hvørt mál er ein verð fyri seg, sum orðar tann serliga alheimin hjá tí tjóðini, ið talar tað. So segði týski lærdómsmaðurin Alexander von Humboldt í 1836. Um hetta er so, so er einki orð í nøkrum máli fullkomiliga samsvarandi nøkrum orði í nøkrum øðrum máli. Skal tað bera til týða úr einum máli á annað, má týðarin tulka upprunatekstin og endurskapa hann á týðingarmálinum.

Týðarin aktualiserar verkið við at skapa eina nýggja versjón av tí. Við at geva gomlum verkum nýtt lív í nýggjum samheingi kunnu týðingar á fruktabæran hátt virka yvir um tíðarfrástøðu. Hanus Debes Joensen týddi aldagamlar kinesiskar yrkingar, týðingarnar gjørdust partur av føroyskum bókaheimi í 1976 – hvussu stóra ávirkan mundu hesi epigrammini hava á tað seinasta skeiðið í skaldskapinum hjá Chr. Matras? Nógv ár seinni eru týðingarnar, sungnar av Kára Sverrasyni, vorðnar partur av føroyskum tónleiki.

Teir grommu føroysku lesararnir fara altíð at muga lesa á øðrum málum -  allar tær neyðugu bøkurnar verða ongantíð skrivaðar á føroyskum ella týddar til føroyskt. Men tær stóru nøgdirnar av týðingum, sum tey seinnu árini hava lagst aftrat føroyskum bókaheimi, eru ein ómetaliga virðismikil partur av mentan okkara. Tær eru fremmandar og heimligar í senn. Vit taka tær til okkum, men virða teirra fremmandleika. Tær víðka um andligu ogn okkara inneftir við at leggja nýtt land inn á føroyskum, og úteftir við at geva okkum innlit í hugsanir og kenslur hjá menniskjum tvørtur um tíðar- og staðarmørk og minka harvið um einsemið. Tær eru amboð til at hugsa nýggjar hugsanir við, sum ikki áður hava verið latnar í føroysk orð, og gera føroyska talu møguliga, har sum tøgn hevur verið. Tær taka lut í at velta tann føroyska málakurin, so at hann ikki fer í forna. 

Hjartaliga til lukku, Sprotin! Nú ert tú eitt træ við stórum greinum og óteljandi ymisklittum bløðum.  

Seinast verkið, ið Turið hevur týtt, er deiliga bókin EDEN

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín. Yrkingarnar eru um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu.

Málvísindakvinnan veit, at ein ørgrynna av fámentum málum á jørðini, harímillum íslendskt, eru í vanda. Hon sær, hvussu mentanarmargfeldi víkir fyri einstáttan, hvussu mentanarligur monokulturur, einmentan, vinnur fram. Eins og fólk steðga á við sjáldsamar plantur og steinar í haganum, steðgar hon á og missir seg burtur í einstøkum orðum, sum hon lesur ella hoyrir, og hugsar um tey – leingi.

Hon hugsar um flogferðir sínar á ráðstevnur um hótt fáment mál og laðar skjólgarð og plantar meir enn túsund trø ymsastaðnifrá í sína gaddajørð.

Auður Ava Ólafsdóttir hevur fingið Íslendsku bókmentavirðislønina, Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs og Médicis-virðislønina í Fraklandi.

16.04.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Lesikrókurin

Brenn øll míni brøv

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvuss…
Bókaprát

Lesikrókurin fær nýggjan vert

Nýggi verturin í Lesikrókinum eitur Helena Lamhauge-Mortensen, 27 ár og útbúgvin bókmentafrøðingur.
Bókaprát

Søgur úr Latínamerika

Enn einaferð hevur Marianna Hoydal hegnisliga flutt okkum tekst úr Latínamerika yvir í føroyskt. Týðingarnar eru satt njótilsi at…
Bókaprát

Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum

Hetta er vanligt umhvørvi við vanligum hampafólki, ið verður lýst, enntá brotsfólkini eru hampafólk við næstan hábornum motivum. E…
Orð og tónar

Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd

Nakað stórvegis broytt í túsund ár? Kom oman á Reinsaríið tann 19. sept. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og…
Bókaprát

Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi

Talan er um eina bókagreipu, sum kom út í Íslandi í fjør vetur, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli. Martin Næs hevur enn e…
Bókaprát

Brenn øll míni brøv

Tá ið Alex Schulman fer at grava í síni ættarfortíð, kemur hann fram á eina ógvisliga og vanlukkuliga kærleikssøgu um abban og omm…
Orð og tónar

Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini

Kom oman á Reinsaríið tann 22. august og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki saman við Una Arge, Oddfríð…