Reyðhærda kvinnan

25.04.2024
Sprotin
Lesikrókurin

Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir seg alt longur niður í lendi, og um kvøldarnar leita teir sær stundum inn í býin at keypa vøru og taka sær av løttum.

Eitt kvøldið hendir nakað, sum fær stóra ávirkan á lívið hjá Cem. Hann fær eygað á eina vakra, reyðhærda kvinnu og verður púra burtur í henni. 

Samstundis gongur striltið hjá Mahmut meistara at finna vatn, men teir halda fram við arbeiðnum. Ein dagin hendir nakað vanlukkuligt, sum fær stórar fylgjur fyri lívið hjá Cem. 

Skaldsøgan "Reyðhærda kvinnan" er ein bergtakandi søga um ættarbond og kærleika, um eystur og vestur, siðvenju og nútíðarrák eftir ein av nútíðarinnar stóru frásøgumonnum, Orhan Pamuk. Pauli Nielsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út.

Gestir eru Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm.

Vertur er Eyðun Klakstein. 

 


25.04.2024
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?