Hvaðan kom kvinnan - samrøða
Eg var undir útbúgving í Danmark, tá ið danska útgávan kom longu árið eftir, í 1973. Tað mundi vera í seinnu helvt av 70-árunum, at eg fyrstu ferð fekk hesa bókina upp í hendurnar. Eg var beinanvegin ógvuliga hugtikin av henni. Seinni havi eg lisið hana á upprunamálinum. Bókin hugtekur framvegis, knappa hálva øld eftir, at eg las hana á fyrsta sinni. Týðingin er gjørd eftir einari upprunaútgávu frá 1972, sum varð givin út í USA.
Menningarlæran hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og sambært Elaine Morgan eru nógvir teirra - tarzanistarnir, sum hon argandi nevnir teir - púra býttir av stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir líkasum tagt burtur. Hetta ger Elaine sum tann fyrsta upp við, sum føroyska heitið ”Hvaðan kom kvinnan” eisini sipar til. Kvinnan hevur sjálvandi verið við allan vegin, tí hon hevur eyðvitað givið okkum helmingin av ílegunum ígjøgnum allar øldirnar. Bókin ger soleiðis upp við bíbilsku mýtuna um, at kvinnan bara var nakað, sum Várharra kom at hugsa um, eftir at hann hevði skapt mannin. Men ikki bara tað, bókin ger eisini upp við savannulæruna, sum sigur, at okkara fjaru forfedrar kluvu niður úr trøunum og fóru út á savannuna at renna. At teir har mistu feldin, tí teir gjørdust so heitir, og at teir har mentu taluna v.m.
Elaine Morgan talar í staðin fyri vatnapu-ástøðinum. Tá ið veðurlagsbroytingar í Eysturafrika høvdu við sær turrari og heitari veðurlag, hvurvu skógirnir, sum høvdu verið búøki hjá forfedrunum, og lendið varð broytt til savannu, graslendi. Fleiri sløg doyðu út, men hugsanin er, at eitt slag megnaði at lívbjarga sær næstu ármilliónirnar við at fara í sjógv at vera. Ikki sum fiskur ella hvalur, men við at halda til á grunnum vatni fram við sjóvarstrondum.
Har byrjaðu vit at laga okkum til lívið í vatni, har fóru vit upp á tvey bein at ganga, sum er so sjálvsagt í vatni, har mistu vit feldin, tí tað gera dýr á landi, sum fara á sjógv, og har mentu vit taluna, tí aðrir samskiftismøguleikar ikki riggaðu í nýggja umhvørvinum. Har mentu vit tjúkka fitilagið undir húðini, sum er serstakt hjá menniskjum og havsúgdýrunum, og nógva sjógætið hevði júst røttu fitisamansetingina, at vit kundu menna stóra heilan.
Hvalahvølpar svimja beint sum teir eru komnir úr kvenndýrinum, smálomb ganga, so skjótt tey eru lembd o.s.fr. Øðrvísi er við mannabørnunum. Hetta, sigur Elaine Morgan, er, tí tey eru so klók. Stóri heilin kravdi størri høvd, sum í føðingini skal passa ígjøgnum kokuopið. Tí koma tey í verðina meðan annars nógv er, sum tey ikki megna. í bókini er hópur av slíkum spennandi upplýsingum, uppáhaldum og góðum grundgevingum fyri okkara akvatisku fortíð.
Granskarar munnu flestir vera samdir um, at menniskjan er ógvuliga serstøk millum livandi verurnar, so serstøk, at tað munnu vera ógvuliga serstakar umstøður - á markinum til tað ómøguliga - sum hava lagað okkum til tað, vit eru í dag. Sambært Elaine Morgan eru hesar umstøður tað, at vit hava hildið til í sjógvi í einar 10 milliónir ár. Tað er mangan hent áður, at dýr á landi eru farin at halda til í vatni. Men tá ið so veðrið aftur broyttist, og tað umsíðir fór at regna, fóru vit fram við áunum inn aftur í landið, og fingu aftur tilhald uppi á turrum. Tað er ikki hent oftani, helst aldri, at eitt framkomið slag soleiðis hevur kúvent.
Tey, sum grava eftir gomlum mannabeinum, siga, at glopp er í leivdunum av menniskjasløgum, og at gloppið svarar til fleiri milliónir ár. Men brádliga eru vit aftur. Sambært Morgan er hetta tí, at leivdirnar eftir okkum skolaðu burtur, meðan við hildu til í sjónum. Vit fóru upp aftur á land í broyttum líki, og við okkum høvdu vit amboð, sum vit høvdu evnað til úr malargróti.
Elaine Morgan hevur skrivað ein ógvuliga serstaka bók. Tú fært varhugan av einari gløggari kvinnu, sum dugir ógvuliga væl at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum. Hon man hava gjørt eitt ógvuliga umfatandi kanningararbeiði. Hevur lisið alt, sum hevur við evnið at gera. Og hon torir at standa við síni sjónarmið. Hevur hon varhugan av ósamsvari í tí, sum lærdir menn skriva, sigur hon frá. Og so er hon skemtilig í sínari skriving.
Tað var kortini ikki Morgan, sum var fyrst við vatnapuhypotesuni. Hon stavar frá 1930. Tað árið var ein bretskur granskari, Alister Hardy (1896-1985), kanningarferð í Antarktis at kanna havsúgdýr, sum var hansara sergrein. Afturkomin av granskingarferðini fær hann upp í hendurnar eitt eintak av bókini ”Man’s Place among the Mammals”, sum ein annar breti, anatomurin Frederick Wood Jones (1879-1954), hevði givið út árið fyri. í bókini skrivar Wood Jones um menniskjað og menniskjaapurnar. Hann setur í bókini fram henda spurningin: ”Hvussu ber tað til, at sjimpansur og vit menniskju, sum eru so nær skyld, hava so ymiska útsjónd?” Um skyldskapin er at siga, at sjimpansurnar eru nærri í ætt við okkum enn við onnur apusløg, so nær skyld eru vit. Tað lærir ílegugranskingin okkum. Hevði Wood Jones vitað aftur í verðina, kundu vit sagt honum, at sjimpansur og menniskju hava næstan effinett somu ílegur. Um útsjóndina er at siga, at hon er ógvuliga ymisk. í sjimpansum er beinagrind, vøddar og húð við tjúkkum feldi. Vit hava beinagrind, vøddar, tjúkt fitilag undir húðini og nakna húð.
Tá ið Alister Hardy lesur spurningin hjá Wood Jones hendir ein álvarslig umbroyting í høvdi hansara. Og hon kemur sum eitt skot. Pínadoy, hugsar hann, vit líkjast jú havdýrunum. Okkara forfedrar mugu hava havt eina fortíð í vatni!
Men hvat? Hardy, sum seinni verður professari og kann nevna seg Sir Alister, er ungur. Akademiska starvsleiðin er júst byrjað. Hann veit, at hetta er viðkvæmt evni, so hann velur at tiga við sínum hugskoti. Og tað ger hann í trý áratíggju. Tá ið komið er til 1960 nærkast pensiónsaldurin, og tá tímir hann ikki at tiga longur, men fer at breiða út sítt hugskot bæði í skrift og talu.
Nakað eftir hetta frættir walisiska Elaine Morgan um hugsanirnar hjá Hardy og verður púra bergtikin av hesum evninum. Hon leggur seg eftir at lesa alt, sum hon kann fáa fatur á um evnið. Og so í 1972 heldur hon seg til at leggja sínar hugsanir fram alment í bókini, sum hon nevnir ”The Descent of Woman”. Hon hevur síðan skrivað fleiri bøkur um evnið. Havi lisið onkrar teirra. Har, hon nevnir keldurnar, hon hevur brúkt, sæst skilliga, hvussu umfatandi kanningararbeiði hon hevur gjørt.
Tankin um at týða hesa eina av mínum yndisbókum kom einaferð í 1990-árunum. Eg helt meg tá ikki hava stundir at fara undir at týða. Men einferð tók eg mær stundir at týða einar 10 síður, og niðurstøðan var tá, at hetta tilfarið tóktist mær ómøguligt at fáa yvir í føroyskt. Síðan lá hetta ólidna tilfarið sum ein avbjóðing á einari bókahill hjá mær í mong ár.
í 2018 fór eg av arbeiðsmarknaðinum fyri aldur, og stutt eftir tað kom koronasóttin. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at nú hevði eg møguleikan at gera nakað við hetta handritið. Tá týddi eg um leið ein triðing av bókini, áðrenn stígur aftur kom í. Seinni, tá ið arbeiðið varð tikið upp aftur, týddi eg bókina lidna. Síðan vendi eg mær til Jonhard hjá Sprotanum. Tá ið hann hevði lisið handritið, var hann avgjørdur. Hetta skuldi hann geva út, fekk eg at vita. Og restin er søga.
Eg skal at enda royna at siga, hví eg hámeti hesa bókina, hóast eg ikki á nakran hátt eri serfrøðingur í evninum, sum hon viðger. Og hóast summi ivaleyst meta bókina sum pseudovísindi.
Fyrst er tað henda hypotesan um okkara akvatisku fortíð, sum er ein høvuðstáttur í bókini. Eg haldi hana vera so geniala, at hon tolir at verða samanborin við ástøðini hjá Darwin. Hypotesan kann jú svara nógvum spurningum, har vísindini annars einki svar duga at geva. So er tað skrivingarlagið hjá Elaine Morgan.
Hon er so gløgg og greið í sínari skriving. Og undir øllum býr hennara eyðkenda skemtingarsemi. Og so er at nevna hetta, at her er ein walisisk kona, mamma og rithøvundur, sum meira ella minni av tilvild hoyrir um eitt evni, sum hon verður so hugtikin av, at hon leggur seg eftir at lesa allar keldur, sum hava við hetta ovurstóra evnið at gera. Tá ið tú gert tað, verður tú førur fyri at gera tær egnar hugsanir um tingini.
Tað faktuella hevur altíð talað til mín. Komi í tí sambandi at hugsa um eina útvarpssending, har tosað var um ”at trúgva upp á Darwin og hansara ástøði.” Slíkt er høpisleys tala. Tað ber ikki til at trúgva upp á eitt vísindaligt ástøði. í somu sending hoyrdu vit dømi um, at átrúnaður gjørdi, at ikki bar til at góðtaka skyldskapin millum okkum og dýrini. Hesin skyldskapurin er ikki ein spurningur um trúgv. Hann er eitt vísindaligt faktum. Og faktuel er Elaine Morgan sum nakar. Hon hevur skrivað eina fantastiska bók, sum hevur brotið upp úr nýggjum. Hon er djørv, torir at svara ósvaraðum spurningum, og hon torir at seta fram spurningar, sum eingin annar hevur torað at viðgjørt.
Bókin er uppafturprentað óteljandi ferðir. í sambandi við enn eina endurútgávu í 2021 skrivaði Sunday Telegraph soleiðis um Elaine Morgan: ”She is more scientific than Genesis, more up to date than Darwin, more fun than Ardrey, and she writes better than Desmond Morris”. Øllum hesum kann eg væl tak undir við.