D. P. Danielsen er føddur í Miðvági í 1913 og hann andaðist í Havn 1991. Hann er studentur frá Birkerød 1933, og tók løgfrøðiprógv frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn 1945.

Í Íslandi – Á Íslandi

Á barnaárunum vóru nøvn, ið festu seg í huganum, og ongantíð hvurvu aftur. Summi komu úr bíbliusøguni. Sum Nain, Kanaan og Emaus. Onnur komu frá prátinum hjá monnunum undir hjalsvegginum. Sum Seyðisfjørður, Langanes og Siglufjørður. Og hjá honum, ið hvørki gjørdist pílagrímur ella fiskimaður, vóru hesi nøvnini bara hangandi. Sum ósjónligar verur, ið ongantíð fingu samband við veruleikan. Soleiðis byrjar frágerðargóða ferðafrásøgnin, sum D.P Danielsen skrivaði á íslandsferð í 1977.

03.06.2024
Sprotin
Bókaprát

Men so. Eitt gott summarkvøld út ímóti jóansvøku untist tær at sigla inn á Seyðisfjørðin. Eitt av nøvnunum varð til veruleika.

Um bakborð opnar seg Norðfjørðurin, eitt annað av hesum dularfullu nøvnunum. Tú stevnir beint móti Dalatanga, ið fær teg at minnast til veðurtíðindini aftur við døgverðanum har heima.

Og so letur Seyðisfjørðurin seg upp fyri tær.

Fjøllini eru høg. Og kavaklødd langt oman í líðirnar her um hásummarið.

Tað, tú mest saknar í myndini, er tann grøni bøurin. Og bøgarðarnir. Og so okkurt meira sum heima hjá okkum ger, at bygdin verður tað, vit fyrst fáa eyga á í landslagnum. Ein fjøld av fólki á bryggjuni. Og bilar. Ein genta  

stendur við einum stórum skelti: Bert 300 metrar til næsta gistingarhús.

Men fáur gevur sær far um hana. Tey sum ikki hava bil við sær, hasta yvir til risabussin, ið flytur fólk heilt vestur til Akureyrar. Og haðani suður til Reykjavíkar.

 

 

Þóra Þóroddsdóttir hevur týtt føroysku bókina Í Íslandi 1977  - Á Íslandi 1977, sum er ferðafrásøgn frá gangandi manni av Seyðisfirði vestur á Blønduós. Vðhvørt koyrdi hann í buss, og viðhvørt fekk hann lyft við góðum fólki. Maðurin æt D.P.Danielsen, føroyskur løgfrøðingur, og hann var 64 ár, tá ið hann gekk túrin. 

DP skrivaði eina lítla, hugtakandi bók um ferðina og greiðir frá fólki og fugli og fjøllum og samfelagnum sum heild. 1. útgávan av bókini kom á føroyskum í 1978, og hon er útseld fyri fleiri árum síðan.

Þóra hevur nú týtt bókina til íslendskt. Útgávan er skipað soleiðis, at á vinstru síðu stendur føroyski teksturin við svørtum bókstavum og á høgru síðu stendur sami tekstur á íslendskum við bláum bókstavum.

Vit halda, at tað er umráðandi í hesum alsamt vaksandi ensktmælta heimi, at vísa á, at enn eru tvey mál til, sum eita føroyskt og íslendskt.

03.06.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Lesikrókurin

Brenn øll míni brøv

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvuss…
Bókaprát

Lesikrókurin fær nýggjan vert

Nýggi verturin í Lesikrókinum eitur Helena Lamhauge-Mortensen, 27 ár og útbúgvin bókmentafrøðingur.
Bókaprát

Søgur úr Latínamerika

Enn einaferð hevur Marianna Hoydal hegnisliga flutt okkum tekst úr Latínamerika yvir í føroyskt. Týðingarnar eru satt njótilsi at…
Bókaprát

Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum

Hetta er vanligt umhvørvi við vanligum hampafólki, ið verður lýst, enntá brotsfólkini eru hampafólk við næstan hábornum motivum. E…
Orð og tónar

Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd

Nakað stórvegis broytt í túsund ár? Kom oman á Reinsaríið tann 19. sept. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og…
Bókaprát

Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi

Talan er um eina bókagreipu, sum kom út í Íslandi í fjør vetur, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli. Martin Næs hevur enn e…
Bókaprát

Brenn øll míni brøv

Tá ið Alex Schulman fer at grava í síni ættarfortíð, kemur hann fram á eina ógvisliga og vanlukkuliga kærleikssøgu um abban og omm…
Orð og tónar

Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini

Kom oman á Reinsaríið tann 22. august og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki saman við Una Arge, Oddfríð…