Lesikrókurin fær nýggjan vert
Nýggi verturin í Lesikrókinum eitur Helena Lamhauge-Mortensen, 27 ár og útbúgvin bókmentafrøðingur.
Søgur og bókmentir hava havt mín áhuga frá barnsbeini, og eg eri ikki ein kræsin lesari – mær dámar bæði tungar klassikarar og populer fiktión, fysiskar blaðsíður og ljóðbøkur úr oyramikrofonum.
Bøkur skulu ikki einans tæna einari løtu í friði og náðum, í tí bleytasta stólinum, við tí besta kaffimunninum, men helst vera ein fylgisveinur gjøgnum øll lívsins viðurskifti, í alskyns løtum. Tí er neyðugt við fjølbroyttum útgávum, eisini á føroyskum.
Sum nýggjur vertur í Lesikrókinum gleði eg meg at práta við ymsar gestir um útgávur hjá Sprotanum, sum venda sær til ymsar bólkar í samfelagnum. Gestirnir fara at umrøða sínar lesivanar og lesiminni, og saman kava vit niður í og viðgera dagsins bók.
Lesikrókurin verður sum oftast sendur síðsta sunnudag í hvørjum mánaði kl. 16 í útvarpinum / KvF”.
Fyrsti Lesikrókurin kemur 29. sept. kl. 16. Bókin, ið viðgjørd verður, er Brenn øll míni brøv eftir frálíka svenska høvundan Alex Schulman.
Frálíki verturin seinastu árini hevur sett sær annað fyri
Eyðun Klakkstein, sum røkti starvið sum vertur til fulnar í trý ár, hevur so nógv at gera, at hann varð noyddur at skarva tann tíðarkrevjandi Lesikrókin av skránni. Orsøkin er tann, at Eyðun, sum hevur gjørt vart við seg sum høvundur seinastu árini, fer nú at halga størri parti av tíðini til høvundayrkið.
Nú – á gáttini út í nýggju avbjóðingarnar – hevur hann gjørt upp, hvat ið komið er á skaftið í Lesikrókinum hesi trý árini.
LESIKRÓKURIN 2023/24
Nú hava vit verið ígjøgnum eitt umfar av Lesikrókinum aftrat. Frá september 2023 til juni 2024 hava vit gjørt 8 nýggjar krókar við 23 ymiskum gestum – 10 monnum, 13 kvinnum.
Bøkur:
- Bernhard Schlink: Upplesarin
- Stein Torleif Bjella: Fiskahúsið
- Fríða Ísberg: Merking
- Theodor Kallifatides: Kærleikin
- Ia Genberg: Staklutirnir
- Omar Pamuk: Reyðhærda kvinnan
- Elaine Morgan: Hvaðan kom kvinnan
- Stefan Zweig: Maria Stuart
Gestir:
Marjun Bæk, Eirikur í Jákupsstovu, Eilen Anthoniussen, Magnus Gaard, Jóhanna Lava Køtlum, Finnur Lützen, Katrin Kallsberg, Poul Guttesen, Turið Sigurðardóttir, Ragnhild Ellingsgaard, Jústinus Leivsson Eidesgaard, Turið Johannessen, Rakul í Gerðinum, Urd Johannesen, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe, Annika Egholm, Elin Lindenskov, Kári Purkhús, Pól Jespersen, Sirið Stenberg, Torbjørn Jacobsen og Andras Sólstein.
Vertur:
Eyðun Klakstein