Eydbii myndir

Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber eisini til at flyta seg úr føroyskum til grønlendskt á Sprotanum. Orðbókarithøvundurin er 35 ára gamla Elin Neshamar úr Paamiut.

29.10.2024
Dorit Hansen
Ymist

Hvør fer at brúka grønlendsku orðabókina, spurdi Elin Neshamar ivasom, tá Jonhard Mikkelsen í september 2018 spurdi hana, um hon ikki hevði hug at gera eina grønlendsk-føroyska orðabók. Tað skuldi hon als ikki hugsa um, svaraði hann. Hálvtannað ár seinni, á altjóða móðurmálsdegnum 21. februar 2020, kundu Elin og Sprotin leggja eina lidna orðabók fram fyri almenningin.

- Tað var beint áðrenn korona rakti, og Grønlendingahúsið var kjokkfult, fólk sótu og stóðu allastaðni. Tað var ordiliga stuttligt. Og tað hevur eisini verið stuttligt at merkt áhugan og virðingina fyri bókini síðan. Tað eru kanska ikki nógv, sum brúka hana, men hon verður brúkt, og nú hava vit eina orðabók, sum kann knýta føroyskt og grønlendskt beinleiðis saman.

Í grønlendsk-føroysku orðabókini eru eini 20.000 grønlendsk orð umframt ein listi við á leið 700 sonevndum orðskoytum, sum hava stóran týdning í grønlendska málinum, og sum ger málið so øðrvísi enn føroyskt og onnur norðurlendsk mál. 

- Tað er ringt at greiða frá, hvussu gott tað kendist, tá ið orðabókin kom út. At vitanin bleiv flutt úr mær og út á almennu heimasíðuna hjá Sprotanum. Orðabókin er eitt amboð, sum øll kunnu brúka , og tá ið báðar bøkurnar eru komnar út, fara tær at liva sítt egna lív, og bara tíðin fer at vísa, hvussu tær fara at verða brúktar í framtíðini. 

Í dag – seks ár eftir at Jonhard fyrstu ferð eggjaði henni at gera orðabók millum grønlendskt og føroyskt – kann hon geva tað seinnu orðabókina – ta føroysk-grønlendsku – út.  Bókin verður løgd á heimasíðuna hjá Sprotanum saman við øllum hinum orðabókunum, og forlagið skipar fyri útgávutiltakið í mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík. 


Fleirtjóða barn í Grønlandi

Elin Neshamar er fødd og uppvaksin í Grønlandi. Pápi hennara Trygvi Neshamar flutti til Grønlands sum stórur smádrongur saman við sínum foreldrum og systkjum, og mamma Elina, Lena Neshamar, flutti til Grønlands sum ungur lærari og trúboði. Foreldrini hittust í Grønlandi, giftust og fingu trý børn, Elin, Otto Eivind og Karsten. Elin er soleiðis grønlendingur í øðrum og triðja tilflytaraættarliði. 

Elin í grønlendskum búna. Privat mynd, 1992- Eg lærdi grønlendskt sum smágenta. Tá ið pápi mín flutti til Nuuk, væntaði eingin av honum, at hann lærdi seg grønlendskt, men bæði hann og mamma lærdu seg málið sum vaksin. Og tá ið vit vóru børn, hevði mamma dagrøktarbørn, og grønlendska málið var ein natúrligur samskiftisháttur hjá okkum. Mamma lærdi seg grønlendskar sangir og las eisini grønlendskar søgur fyri okkum. Vit tosaðu sjálvandi eisini føroyskt og lærdu eisini føroyskar søgur og sangir.

Í skúlanum fór undirvísingin fram á grønlendskum og donskum. Flestu børnini tosaðu grønlendsk, men tað komu eisini regluliga nýggir danskmæltir næmingar í flokkin, og fleiri lærarar vóru danskir og skiltu ikki grønlendskt. Lærubøkurnar vóru altíð bæði á donskum og grønlendskum.

- Tað var nógv útskifting í lærarahópinum. Eg haldi, at vit høvdu ein nýggjan dansklærara hvørt ár. Og eg bleiv ofta brúkt sum tulkur í flokkinum, tá ið lærarar ikki skiltu næmingarnar ella øvut. Í dag kann eg gott undrast yvir, at eg fekk tann leiklutin sum barn, men tá hugsaði eg ikki so nógv um tað. Yngsti beiggi mín fann seg ikki í tí leiklutinum. Tá ið hann fór í skúla, lætst hann ofta, sum hann tosaði hálvbrotið danskt, og so slapp hann undan at vera tulkur.

- Vit høvdu trý mál, og vit hugsaðu ikki so nógv um, nær vit tosaðu eitt mál ella annað. Vit spældu ofta á grønlendskum, vit kjakaðust um sjónvarpsrøðir á donskum, og vit tosaðu við foreldrini á føroyskum. Eg minnist eisini, at tá ið vit ferðaðust millum Grønland og Føroyar, so tosaðu eg og mittasti beiggi mín, sum bara er eitt ár yngri enn eg, altíð føroyskt í tí grønlendska flogfarinum og grønlendskt í tí føroyska. So kundu vit tosa í frið fyri teimum, sum vit sótu saman við.

Tá ið Elin fór í níggjunda flokk, flutti familjan til Føroya, og Elin tók tvey tey seinastu árini í fólkaskúlanum í Føroyum. 

- Tað gekk fínt. Vit høvdu altíð lisið føroyskar bøkur í Grønlandi, men vit høvdu ikki fingið nakra skipaða undirvísing í føroyskum. Mamma er lærari, og eg minnist, at hon einaferð fekk okkum at skriva fyrisagnir, tí vit skuldu læra at skriva føroyskt. Men vit dugdu so væl, at tað tímdi hon ikki at gera aftur.

Føroyski skúlin var tó øðrvísi enn tann grønlendski, og tað tók eina løtu av venja seg við føroysku skúlamentanina.

- Eg minnist fyrsta dagin, eg hevði føroyskt. Vit høvdu mállæru, og lærarin bað ein og ein næming benda eitt navnorð. Tá ið hann kom til mín, segði hann: Bend orðið dunna. Eg skilti slett ikki, hvat eg skuldi gera. Tí í Grønlandi høvdu vit ongantíð bent navnorð ella sagnorð. Har eru ikki fleiri bendingarmynstur, og dugir tú at benda eitt orð, dugir tú at benda øll. Á grønlendskum eru heldur eingin kyn, og navnorð kunnu ikki vera bundin ella óbundin. Eg slapp undan at benda dunna hendan fyrsta skúladagin, men næstu ferð vit høvdu mállæru, bleiv eg aftur biðin um at benda eitt navnorð, og tá hevði eg fingið við, hvat tað snúði seg um.

Elin, beiggi hennara, Otto Eivind, og tvær vinkonur, Marie og Aline, í túninum heima í Paamiut. Privat mynd, 1994- Á grønlendskum gert tú heldur ikki mun á nútíð og tátíð í sagnorðum. Hetta kann virka øgiliga løgið fyri føroyingar, men vit hugsa ikki um, at vit sjáldan gera mun á nútíð og framtíð. Vit eta døgurða klokkan 12 í dag, og vit eta eisini døgurða klokkan 12 í morgin. Á grønlendskum eta vit í dag, og vit eta í gjár, men ikki í morgin, tí tá má framtíðin tilskilast.


At hvørva millum mál

Sum 16 ára gomul fekk Elin sína fyrstu formligu uppgávu sum tulkur, har hon týddi bíbliutímar fyri grønlendskum børnum, sum vóru á summarlegu í Naalersitaq.

- Tá ið eg var lítil, segði eg altíð, at eg vildi vera lærari, men sum eg vaks til, fekk eg alsamt størri áhuga fyri málinum. Eg gjørdist meira tilvitað um málsligu staklutirnar, og áhaldandi flytingin millum føroyskt, danskt og grønlendskt gav mær møguleika at samanbera og skilja málini øðrvísi.

Eftir fólkaskúlan flutti Elin aftur til Grønlands, har hon tók miðnám í Nuuk. Hon fekk góðar lærarar í grønlendskum, sum góvu henni enn størri hug at arbeiða við málinum.

- Meðan eg gekk í miðnámi, hjálpti eg til í ymiskum kristiligum arbeiði, har eg serliga tók mær av tulking, og tá ið eg var liðug við miðnám helt eg fram við hesum, samstundis sum eg arbeiddi í styttri og longri tíðarskeið í Føroyum. Mær dámdi at tulka, men tað var eisini hart, tí tú kanst gott missa teg sjálva burtur í týðingini. Tú hjálpir øðrum at flyta seg úr einum máli í annað, tú ert eitt amboð, og skalt tú týða væl, skalt tú sjálv fylla so lítið sum møguligt. 

- Onkuntíð kendi eg meg sum eina maskinu, sum eitt amboð uttan persónleika. Týðingin fylti ov nógv. Í dag dugi eg betur at seta mørk, og eg haldi, at deyvatulkar eru fyrimyndarligir í so máta. Um tú t.d. sært eitt tiltak, har týtt verður til teknmál, so skiftast tulkar ofta um uppgávuna. Tað er krevjandi arbeiði, og skalt tú ikki brenna út, so mást tú hava pausur.

Hesa tíðina hevði Elin eisini brúk fyri at finna sítt pláss millum mentanirnar, og hon hevði brúk fyri at staðfesta sín grønlendska samleika og sínar grønlendsku førleikar. 

- Í Grønlandi kunnu fólk gerast bilsin, tá ið eg tosi grønlendskt. Tey kunu hava lyndi til at gera ov nógv burturúr, at eg dugi grønlendskt, tí eg síggi ikki grønlendsk út. Men tað er jú einki serligt, tað er bara mítt mál.  Í Føroyum er tað øðrvísi. Her sær eingin, hvussu grønlendsk eg veruliga eri, og eingin verður imponeraður av, at eg dugi føroyskt. Tí eg eri jú føroyingur. Tey vita ikki, tí tey síggja tað ikki, at tað er meira grønlendskt enn føroyskt inni í mær. 

Tvey ár eftir miðnám fór Elin undir at lesa grønlendskt á universitetinum í Nuuk. Hon hevur tikið ein bachelor í grønlendskum, har hon skrivaði baceloruppgávu um kommaseting á grønlendskum. Master-partin hevur hon lisið, meðan hon hevur arbeitt við orðabókini. Í fjør var hon eisini biðin um at undirvísa á grønlendska universitetinum. 

- Eg undirvísti í grønlendskari setningsfrøði í eitt semestur. Setningsfrøðin var mítt yndisfak, so tað var ein dreymur at sleppa at undirvísa í tí. Tað var eisini heilt fantastiskt at uppliva, hvussu virkin og áhugað tey lesandi vóru. 

Og nú hon kann seta punktum í føroysk-grønlendsku orðabókina, leggur hon eisini seinastu hond á masterritgerðina, sum snýr seg um grønlendskar miðalvarpingar. Harumframt arbeiðir Elin eisini sum tulkur og týðari við egnari fyritøku.

- Tað er ikki altíð lætt at hava ein ósjónligan samleika, men eg havi tíbetur eina vinkonu í Føroyum, sum eisini hevur grønlendskar røtur, og eg havi míni foreldur og mínar brøður. Í dag kenni eg meg ikki rótleysa. Hvørki Føroyar ella Grønland hava nógv trø, men eg síggi ofta meg sjálva sum eitt træ, sum hevur røtur í báðum londunum. Eg eri dupultrótað.


Tað sum ikki kann týðast

Tá ið Elin arbeiddi við grønlendsk-føroysku orðabókini, sá hon nógv orð, sum ikki bara kundu týðast til eitt líknandi føroyskt orð. Grønlendingar hava til dømis nógv orð fyri kenslur og sansir.

- Á grønlendskum hava vit eitt orð fyri ta kensluna, ið tú fært, tá tú ið tú bítur í okkurt súrt, og vit hava eitt orð fyri at fáa ilt í oyruni av larmi. Á føroyskum kunnu vit blendast, og vit kunnu gerast blind, á grønlendskum hevur tú somu rót í orðunum fyri at fáa ilt í oyruni og at blíva deyvur. Tú kanst eisini benda orðið svangur í eitt stig á grønlendskum, har tú ert deyður av svongd.

- Tað er so nógv, sum hvørvur í einari týðing, ella nógv sum má sigast við fleiri orðum. Og tað er galdandi báðar vegir. Munurin millum føroyskt og danskt er ikki so stórur sum millum grønlendskt og danskt, men vit kenna eisini til tað, at vit vera eitt sindur stillari, tá ið vit skulu tosa danskt millum fleiri danskarar. Vit skulu hugsa okkum um, orðini flóta ikki líka lætt. Ofta verður sagt um grønlendingar, at teir eru so friðarligir, men tá ið vit skulu flyta okkum úr grønlendskum til danskt, so skulu vit ein enn longri veg enn føroyingar, og tí er tað ikki so løgið, at vit halda okkum aftur.

Elin nevnir sum dømi skúlatímar á donskum og á grønlendskum. Tá ið undirvísinging er á donskum, taka næmingarnir ikki líka nógv lut, sum tá hon er á grønlendskum. Hetta upplivdi hon eisini sum lærari á universitetinum, og hon veit eisini um líknandi søgur frá grønlendska arbeiðsmarknaðinum.

- Eg hevði eina vinkonu, sum skuldi hava eitt skeið í einari grønlendskari fyritøku. Dankmælti HR-leiðarin segði, at hon skuldi ikki seta ov nógva tíð av til spurningar aftaná, tí tey plagdu einki at siga. Vinkonan hevði skeiðið á grønlendskum, og tað bleiv nógv longri enn ætlað, tí prátið aftaná bleiv so drúgt.

- So nógv hevur málið at siga. 

Í vár vakti grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam ans, tá ið hon helt røðu á grønlendskum á Fólkatingi. Hon fekk spurningar á donskum og var spurd, um hon kundi endurtaka røðuna á donskum. Hon svaraði á grønlendskum og gav onga danska týðing. Eftir tingfundin segði Aki-Matilda Høegh-Dam við donsku miðlarnar, at hon helt tað vera týdningarmikið at vísa á, at tað eru ymisk mál í ríkisfelagsskapinum. Hendingin elvdi til politisk kjak um, hvørt Fólkatingið átti at havt eina tulkingartænstu, og at tey trý málini í ríkisfelagsskapinum skulu hava javnbjóðis rættindi á fólkatingi.

- Eg skilja væl boðskapin hjá Aki-Mathildu, altso boðskapin í tí, at hon valdi at tosa á grønlendskum. Hon er vald á Fólkating av nógvum fólkum, sum ikki skilja danskt. Tað snýr seg um virðing og um, at móðurmálið er nakað serligt, kann nakað serligt. Grønlendingar hava altíð verið málsliga sera lagaligir. Eg skilji væl, at tað er avbjóðandi at læra grønlendskt, men eg droymi um, at tað verður mett sum ein sjálvfylgja, at tilflytarar til Grønlands í øllum førum royna at læra seg grønlendskt. 

- Grønlendingar eru meira tilvitaðir um egnan samleika og egið mál í dag. Eg merki tað á mær sjálvari. Og tí vænti eg eisini, at tørvur verður á grønlendsk-føroysku og føroysk-grønlendsku orðabókunum í framtíðini.

29.10.2024
Dorit Hansen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?