“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini  

Ein nemandi bók um eitt ættarlið sum fer…

27.11.2024
Sprotin
Bókaprát

Leygardagin verður framløga av nýggju bókini “…Dropar - frásøgur úr Føroyingahavnini”. Tiltakið verður í Miðlahúsinum kl. 16.00. Her fara rithøvundarnir Dánjal Dam á Neystabø og Kim Nyberg í samrøðu við Magna Arge at greiða frá bókini. Sprotin gevur bókina út.

Bókin lýsir lívið í, og rundan um føroyingahavnina. Bulurin í bókini eru stuttar frásøgur frá fólki, sum vóru í Føroyingahavnini mitt í farnu øld. Talan er ikki um væl eftirkannaðar neyvar frágreiðingar, men um hugleiðingar og upplivingar. 

Summar søgur eru merktar av sorg og missi, aðrar av gleði og stuttleika, men kortini rúma tær allar eini kenslu av friðsælu. 

Bókin varpar ljós á eina tíð og eitt ættarlið, sum er farið, men sum kann vísa okkum ómetaligu virðini í felagsskapi og samanhaldi. 

Les um fiskimenn, sum róðu út í Føroyingahavnini, um fólk, sum arbeiddu á kaiini ella á Sjómansheiminum, og familjulimir í Føroyum, sum eygleiddu skipini hvørva í havsbrúnni á veg til Grønlands at vera burturi í langa tíð. Les brævaskifti frá tíðini, tá ið unglingar einsamallir fóru til Grønlands at forvinna pening til tey har heima. 

Lesarin kann fordjúpa seg í bókini, sum hon er, ella støkka niður í onkran staklut, sum fangar áhuga. Annaðhvørt tað er ein anekdota frá Føroyingahavnini, ein fotomynd við síni egnu søgu, søgan um saltfiskin, ein yrking ella eitt listaverk. Eitt rúm til annaðhvørt løtu – ella heildaruppliving.

...ein dagin meðan eg stóð og reinsaði ein kalva uttan fyri frystihúsið, legði eitt ferðmannskip at. Tá koma tvær væl ílatnar grønlendskar kvinnur í land, gangandi yvir ímóti mær. 

So stóðu tær har… tað virkaði, sum undraðust tær á, hvat eg gjørdi. Meðan tær standa soleiðis og hyggja, peikar onnur á kalvahøvdið og spyr, um tær kundu fáa eitt petti av tí hvítu síðuni. Óvanligur fyrispurningur, hugsaði eg, men skar teimum hvør sítt góða petti. 

So tóku tær tyggigummið úr munninum og ótu kalvan ráan. Tær takkaðu fyri, og fóru umborð aftur á bátin, og eg gjørdi meg lidnan við kalvan og hongdi hann í frystihúsið.  

27.11.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Dropar/ Droplets

...ein dagin, meðan eg stóð og reinsaði ein kalva uttan fyri frystihúsið, legði eitt ferðmannskip at. Tá koma tvær væl ílatnar grø…
Lesikrókurin

Sigmundur og gullringurin

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri…
Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…