“Eg vildi fegin hava eitt pláss við borðið”

Eg eiti Fernandi Henrique de Albuquerque Troleis, eri 37 ára gamal og úr Brasil. Eg havi búð samanlagt 8 ár í Føroyum, og tað eru 20 ár síðan eg fyrstu ferð flutti higar. 

21.01.2025
Sprotin
Ymist

Tá var eg bara 17 ára gamal, hevði ongantíð áður verið uttanlands og kendi ógviliga lítið til umheimin. At ferðast uttanlands var bara hildið vera gjørligt hjá teimum, sum høvdu ráð til slíkt, og í míni verð nakað, sum bara tey heilt ríku gjørdu. Eg eri úr eini familju, har vit eru 4; mamma mín, ið arbeiðir sum skrivstovukvinna í sjúkrahúsverkinum, pápi mín, ið arbeiðir sum elektrikari, og beiggi mín, ið eisini er elektrikari og væl kendur sum fótbóltsdómari í Føroyum. Hóast tann stóra stættamunin í Brasil manglaðu vit ongantíð nakað, mamma og pápi mín hava altíð arbeitt og syrgt fyri, at vit hava havt alt tað okkum tørvaði. Vit hava havt atgongt til skúla, sjúkraverk og livað undir tryggum kørmum. Verður hugt uttanífrá, vóru vit helst millum tey beistahepnu.

Hóast vit høvdu møguleika at ganga í skúla er tað ikki serliga vanligt, at mann lærir at tosa eitt annað mál flótandi, t.d. enskt, á teimum almennu skúlunum í Brasil. Flestu fólk, ið duga væl enskt, eru tey, sum hava ráð til privata frálæru ella hava møguleika at gerast skiftisnæmingar uttanlands. Soleiðis hava tey møguleika at nema við tey 4 grundleggjandi evnini í málfrálæru: lesa, skriva, lurta og práta. Hagfrøðin sigur, at bara 5% av brasilianum duga at práta enskt flótandi og eru flest av hesum úr hægru samfelagsstættini. Hesi fáa á henda hátt eisini lættari atgongd til betur løntu størvini, tí tey hava atgongd til hægri útbúgvingar og betri møguleikar við sínum kunnleika í enskum. Íbúgvar á lægru samfelagsstættunum mugu liva við verri løntum arbeiði, ið ikki krevur líka nógvar førleikar. Á henda hátt gerst tað ein óndur ringrás, har tey ríku gerast ríkari og tey fátæku framhaldandi standa í stað, tí tey sleppa ikki fram at vælferðartænastunum.

At verða eydnusamur er ikki bara at vera heppin, tað er eisini at fáa røttu møguleikarnar í lívinum til at menna seg persónliga og yrkisliga. At eg fekk møguleika at flyta higar við beiggja mínum, tá ið eg var 17 ára gamal, broytti lívsleið mína fullkomiliga. Eg fekk møguleika at læra enskt og tað gekk øgiliga skjótt. Eftir bara tríggjar mánaðir í Føroyum, kundi eg hava eina rættiliga góða samrøðu við vinfólk og starvsfelagar um mín gerandisdag og mítt lív heima í Brasil. Tað var sera áhugavert at læra okkurt, eg ikki visti, at eg hevði gávur til og somuleiðis finna útav, at eg hevði gott máloyra. Eg eri í essinum, tá ið eg sleppi at læra nýggj orð ella eg fái nýtt málið í nýggjum samanheingi. Málið sigur nógv um landið, tú ert í, tað ber søguna, mentanina og tjóðarsiðir, og tað hugtekur meg serliga nógv.

Eftir eg hevði lært at nýta enskt í gerandisdegnum, vísti tað seg skjótt, at eg hevði eina aðra stóra avbjóðing framman fyri mær: føroyskt. Eg minnist enn fyrstu ferð, eg hoyrdi føroyskt, tá ið eg byrjaði at starvast á flakavirkinum á Toftum. Eg hugsaði við mær sjálvum, at eg fari ongantíð at læra hetta ”løgna málið”. Sameiningin at teimum løgnu ljóðunum og orðunum, var fullkomiliga fjart. Við tíðini, komu tó orð og orðasamansetingar at geva meining. Í smáum fór eg at læra at nýta hesi orðini í ymsum samanhangi, sum eg meti er alneyðugt, tá ið tú lærir nýtt mál. Okkurt broyttist í mínum huga og eg fann glottan har eg sá fyri mær, at eg kundi læra føroyskt. Hetta hendi tó bara, tí at eg var opin fyri tí og vildi fegin hava eitt pláss við borðið; eg vildi fegin gerast partur av tí føroyska samfelagnum. 

Tað er týdningarmikið at hava í huga, at í 2003 var atgongdin til føroyskt tilfar og føroyska frálæru sera avmarkað. Tað vóru sera fáar útgivnar bøkur, ið kundu stuðla útlendingum at læra seg føroyskt, og tað ger hetta arbeiði hjá Sprotanum undranarvert. Eg tók eitt føroyskt fak á Tofta skúla, tá ið eg flutti til Føroyar, men tað var sera torført at skilja nakað, tá eg enn var í ferð við at læra enskt og hevði sera torført at skilja, hvat lærarin segði. Her kann bara hugsast, hvussu torført tað kann verða at læra eitt triðja mál, samtíðist sum tú enn ert í holt við við at læra títt annað mál. Eg fann tó skjótt útav, at eg lærdi mest við at tvinga meg at tosa so nógv føroyskt sum eg kundi, og við so nógv sum fólk gjørligt. Eg bað tí vinfólk og starvsfelaðagar tosa føroyskt við meg. Tað var sera torført í byrjanini, men við tíðini lagaðu vit øll okkum til, og tað gjørdi sera stóran mun hjá mær. Hetta gjørdi heilt víst, at eg veruliga fekk lært føroyskt og eri komin á tað stig, eg eri í dag. Eg havi mínum góðu vinfólkum at takka, at tey fingu meg at føla meg vælkomnan og at hoyra til. At tosa føroyskt hevur fingið meg at føla, at eg havi eitt pláss við borðið og eri partur av samskiftinum.

Mín kærleiki fyri máli vaks so mikið, at eg valdi at fara á universitet í Brasil og varð bachelor í handilsfyrisiting (Business Administration), lærari í portugisiskum og enskum. Eg havi undirvíst í enskum á privatum skúlum í 13 ár og fór eisini undir eina verkætlan við børnum í fongslum í Brasil, har vit hjálptu teimum at læra enskt. Mín drívmegi er serliga at síggja, hvussu lívið kann broytast, tá ið fólk flyta seg málsliga ella læra eitt nýtt mál. Tað var júst hendan drívmegin, at síggja hesar broytingar og mín áhugi fyri máli, ið leiddi meg til Sprotan. Vit hava arbeitt saman fyri at kunna geva út fyrstu portugisisku-føroysku orðabókina, sum man vera tann størsta hendingin í mítt yrki sum málelskari. Hetta fer heilt víst at gagna portugisiskt talandi og eldhugaðum persónum bæði í Føroyum og uttanlands at læra føroyskt ella portugisiskt. Tað er ótrúligt at síggja, hvussu langt vit eru komin, síðani eg flutti higar í 2003 í mun til útbúgving og málsliga frálæru.

Tað gevur mær gleði og er mær ein heiður at verða partur av Sprota-samstarvinum. Vit eru heilt víst við til at flyta málslig lærumørk, at hjálpa øðrum at fáa sína rødd og føla, at tey eisini hoyra til.

Skráin fyri hugnaløtuna er henda:

  • Urd Johannesen, mentanarsamskipari, bjóðar vælkomin
  • Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla 
  • Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu
  • Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla 
  • Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, heldur røðu
  • Video við sangi og undirteksti á føroyskum
  • Fernando Troleis, orðabókahøvundur, heldur røðu
  • Atli Ellendersen og strúkikvartett brasilska tjóðsangin
  • Siri Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu
  • Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla 
  • Urd Johannesen takkar fyri

Omaná: Kaffimunnur við leskibitum frá Damfar og prát

Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd.

21.01.2025
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?