Eftir bjargingina floymdu takkarbrøv frá vjetnamesarum úr øllum heiminum inn til Olsen hjúnini. Tey, ið endaðu í Danmark, hittu skiparan aftur longu á heysti 1975, tá ið hann og konan vitjaðu Taastrupgaard.

Bjargað á opnum havi

Tá ið Saigon fall í apríl 1975, rýmdi eitt vjetnamskt strandfarmaskip frá kommunistunum við 3.628  fólkum umborð. Tríggjar dagar seinni kom skipið í havsneyð og sendi út neyðarkall. Rituvíkingurin Anton Olsen var skipari á farmaskipinum "Claru Mærsk". Teir hoyrdu signalið, og farið varð undir eina ótrúliga bjarging.

26.04.2025
Sprotin
Bókaprát

Tann 30. apríl 1975 fall Saigon, og Vjetnamkríggið var av. Kommunistarnir norðanfyri høvdu sigrað á Suðurvietnam og kundu savna alt Vietnam eftir kríggj, ið høvdu vart í meira enn 30 ár og høvdu kravt meiri enn 30 milliónir mannalív á vjetnamskari jørð. 

Tá ið alt var av, flýggjaðu fleiri hundraðtúsund suðurvjetnamesarar úr føðilandinum, tí tey óttaðust kommunistanna hevnd.

Mitt í øllum hurlivasanum og ruðuleikanum dagarnar eftir, at kríggið var av – var danska skipið Clara Mærsk við í eini bjarging, sum tók 3.628 neyðstødd, vjetnamsk bátsflóttafólk upp. Bjargingartiltakið á opnum havi hugtók allan heimin í nakrar dagar og vikur fyri 50 árum síðani og gjørdi hesi sjófólk til altjóða hetjur. 

Nú – 50 ár seinni - er søgan um heimsins størsta, sivila bjargingartiltak á sjónum og eftirspælið fyri tað mesta goymd burtur í skjalagoymslum og hjá teimum fólkum, sum upplivdu alt sjálv. 

Men nú siga høvundarnir Jesper Clemmensen og Ole Sønnichsen dramatisku og sonnu søguna um hesa hetjuligu bjargingina. Teir góvu Sprotanum møguleika at geva verkið út á føroyskum sama dag sum tann danska kemur út. 

Vit tóku av, og Bergljót av Skarði týddi bókina.

Alt byrjar við einum SOS-kalli tíðliga á morgni fríggjadagin 2. mai 1975, einum neyðarkalli, sum fær Anton Olsen skipara avgjørdan at skifta kós ... 

 

 

Les brot úr fyrsta parti

Suðurkinahav 2. mai 1975.

Tað mátti vera okkurt umráðandi; annars hevði telefonin ikki ringt í skiparakamarinum klokkan gott sjey um morgunin.

Anton Olsen sær einki ófrættakent, tá ið hann hyggur út gjøgnum vindeygað. Klárur himmal, eingin alda, so gott sum blikalogn. Tann 54 ára gamli føroyingurin, sum hevur ábyrgdina av tí stóra stykkjagóðsskipinum Claru Mærsk, veit tó sera væl, at tað er eisini umráðandi at hava eyguni við øðrum enn veðrinum í farvatninum, har skipið beint nú siglir á handilsleiðini frá Bangkok til Hong Kong.

Landsynningsasia er heitt á meir enn ein hátt. Bara tveir dagar frammanundan fall Suðurvjetnam til kommunistarnar í Norðurvjetnam, og teir fáu amerikanararnar, sum vóru eftir, og tíggjutúsundatals suðurvjetnamesarar, sum vóru teirra viðhaldsfólk, eru tí flýddir yvir háls og herðar. Og í grannalandinum Kambodja, sum langt síðani er drigið upp í vjetnamkríggið, hava teir reyðu khmerarnir tikið valdið og royna við harðari hond at umskipa landið til eitt kommunistiskt landbúnaðarsamfelag. 

Tað er eisini bara eitt samdøgur síðani, at Anton Olsen gav boð um at seta fulla ferð á, tá ið fleiri kanónbátar hjá khmerunum knappliga komu til sjóndar og fóru at skjóta eftir dønunum. Men Clara Mærsk er eitt av teimum nýmótans skipunum hjá reiðarínum, mesta ferð er 23 míl, sum er tað sama sum 43 km um tíman – við slíkari ferð sigldu teir skjótt undan álopsmonnunum. Skelkurin situr tó enn í manningini, sum mátti leita sær skjól undan kúlunum.

Og nú, áðrenn arbeiðsdagurin var rættiliga byrjaður, vildi onkur endiliga hava fatur á skiparanum.

Í hinum endanum er 34 ára gamli yvirstýrimaðurin Torben Blichfeld. Hann sigur skiparanum, at ”neistin” – soleiðis eitur telegrafisturin í dagligari talu umborð – hevur fingið eitt SOS.

Neyðarsignalið er frá einum suðurvjetnamskum skipi. Blichfeld lesur upp:

“from master truong xuan/xvlx have about 3.000 refugees onboard they are hungry and thirsty … engine broken down and leaking … our position estimated 8.35N 107.0E at 2100 gmt request assistance immediately – master”

Anton Olsen skilir skjótt neyðarkallið: Ein yrkisfelagi, sum er í havsneyð við einum skipi, sum er farið at leka, og einum motori, sum ikki riggar. Tað er bara eitt, sum ikki fæst at hanga saman: at tað skulu vera umleið 3.000 flóttafólk umborð, sum eru bæði tyst og svong.

Tá ið hann slær upp í skrásetingini, sær hann, at tað suðurvjetnamska skipið er strandfarmaskip. Eitt lítið farmaskip, sum er minni enn helvtina so langt sum Clara Mærsk og lastar minni enn fjórðingin av tí, Clara lastar. 3.000 fólk? Tey høvdu sjálvt ikki rúmast her umborð. Ein misskiljing, hugsar skiparin og biður teir kanna talið. Tað hevur ”neistin” longu gjørt, svarar yvirstýrimaðurin. Teir høvdu nevniliga sjálvir undrast á júst tað sama, tá ið neyðarkallið kom og varð útskrivað. Boðini eru also váttað – tað snýr seg veruliga um fleiri túsund fólk umborð á strandfarmaskipinum. 

”Skulu vit skifta kós og sigla ímóti teirri givnu positiónini,” spyr yvirstýrimaðurin.

”Ja, ger tað,” svarar Anton Olsen uttan himpr.

Sekund seinni, klokkan 07.25, snarar Clara Mærsk 180 stig og stevnir við fullari kraft ímóti positiónini vestanfyri. Meðan skiparin fer upp á brúnna saman við yvirstýrimanninum Blichfeld, ger ”neistin”, Martin Holroyd, seg kláran í radiorúminum. Allarfyrst telegraferar hann til suðurvjetnamska yrkisfelagan, sum hevur biðið um hjálp. Holroyd sigur honum, hvar Clara Mærsk er stødd, og nær teir vænta at vera frammi. Tað danska skipið kann vera á staðnum um fimm tímar, metir hann – um alt gongur væl. Stutt eftir kallar hann øll skip í økinum og boðar teimum frá SOS-boðunum frá suðurvjetnamesaranum.

Clara Mærsk er nú stødd ájavnt við Saigon-áarósan, og danirnir hóma ein flota av herskipum og farmaskipum úr sjeyndu deild hjá amerikanarum í sjónarringinum. Skiftandi tal av skipum hevur ligið har í fleiri dagar, meðan amerikanarar hava flutt síni fólk og fleiri túsund suðurvjetnamesarar burtur. Rundan um tey nógvu skipini í flotanum sveima enn prámar og smábátar, fullir av flóttafólki, sum vilja umborð á amerikansku skipini, sum longu eru ovfull av fólki. Tað er ein risastór avbjóðing.

Yvir VHF’in roynir ”neistin” at fáa samband við amerikansku leiðsluna á tí stóra herskipinum USS Blue Ridge. Men rás 16, sum er til neyðarkall, er alla tíðina upptikin. Í staðin eydnast tað honum um telegrafin at fáa fatur á tí amerikanska farmaskipinum Alaskan Mail. Martin Holroyd biður teir royna at fáa samband við leiðsluna til tess at boða frá SOS. Tað lovar tann amerikanski telegrafisturin. Clara Mærsk heldur fram sína leið ímóti teimum neyðstøddu.

Manningin á tí stóra ljósabláa skipinum hevur fingið frágreiðing og boð. Matrósarnir eru farnir at fylla vatntangar, maskinistarnir kanna motorar í bjargingarbátunum og fylla olju, og fólkini í kabússini hava fingið boð um at gera mat kláran, men eisini spara vatn.

Í radiorúminum verður frætt frá tí amerikanska farmaskipinum, sum tað hevur eydnast at fáa samband við flotaleiðsluna á USS Blue Ridge. Boðini eru nú, at Clara Mærsk kann gevast við tiltakinum, venda við og halda fram á síni upprunaligu kós. Tann amerikanski flotin skal ”take it from here” stendur í fjarritinum. Tað neyðstadda suðurvjetnamska skipið kann sostatt vænta sær hjálp frá onkrum av teimum mongu amerikansku herskipunum.

Olsen skipari gevur aftur boð um at skifta kós. Clara snarar aftur, og stutt eftir er skipið aftur á veg eystureftir ímóti Hong Kong. Á dekkinum, í maskinrúminum og í kabússini kann manningin taka sær av løttum. Men telegrafisturin er á varðhaldi enn. Hann verður sitandi í radiorúminum.

Eitt korter seinni hoyrir hann tað amerikanska leiðsluskipið tala í radionum við farmaskipið Greenville Victory. Tey tosa um Claru Mærsk og SOS. Og nú eru boðini knappliga onnur:

”Assistance urgently needed,” ljóða boðini – danir skulu beinanvegin sigla ímóti tí suðurvjetnamska strandfarmaskipinum.

Aftur fer ”neistin” til yvirmenninar á brúnni. Clara skal kortini halda fram ímóti tí neyðstadda skipinum, sigur hann. Anton Olsen má á triðja sinni skifta kós. Clara Mærsk vendir enn eina ferð og stevnir vestureftir, men skiparin ivast. Hann vil avgjørt fáa hesi seinnu boðini váttað. Yvirstýrimaðurin tekur mikrofonina til VHF’in, og at enda eydnast Torben Blichfeld at fáa samband við amerikanararnar, sum hómast nakrar fáar fjórðingar norðanfyri.

Hava teir hoyrt rætt? Skal Clara Mærsk kortini fara at veita suðurvjetnamesarunum hjálp?

”Proceed to position …,” er tann stutta váttanin frá tí amerikanska herskipinum. Teir hava sjálvir ov mikið at gera, og skjótt rýmir allur flotin av leiðini med alla.

So skurrar útvarpslurtið við teimum síðstu boðunum til Claru Mærsk við manning:

”… Good luck.”

26.04.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?