Matias Faldbakken - Vit eru fimm
"Vit eru fimm" er ein familjusøga, ein søga um gerandisdagin og um kynsmynstur í okkara tíð. Tað er eisini ein søga um kynsmegina í hárinum og um ein klump av livandi leiri, sum endar við at breiða ræðslu um allan býin.
Livandi leir? Jú, tí tað kann vera, at Vit eru fimm byrjar sum ein friðarlig søga um eitt friðarligt fólk, men hon endar heilt heilt øðrvísi. Tormóður er timburmaður og familjupápi, vakrari og vakrari sum árini ganga, hávaksin og sterkur “sum ein eikibulur.”
Hann er dreymurin um tann norska mannin. Eftir nøkur vill tannáringaár við sprutti og speedi – sum har um leiðir var kallað »marsipan« – fellur friður á hann saman við ungdómskærleikanum Siv, sum er eitt skilafólk, hárfríðkanarkona. Kortini, sum árini líða, fer hon at súrgast inn á lívið. So Tormóður fer at gera mat og húsast, meðan hon situr og etur bomm framman fyri sjónvarpinum og sigur nei til mestsum alt.
Tey bæði eiga tvey børn, Álv, sum er ein rættiliga dølskur drongur, og orkubumbuna Helenu, sum er eygnasteinur pápans. Í bilhúsinum fæst Tormóður við maskinur og elektronikk. Hann hevur evnini til tað, hann hugsar nógv, og tá ið hann í síni tíð tók marsipan, kundi hann finna upp á tað ótrúligasta. Ein dagin er hundurin burtur, eingin sær aftur í halaferðina á honum. Børnini eru troystarleys. Fyri at ugga tey og eisini av egnum áhuga ferð Tormóður at gera royndir við dynamiskum leiri.
Tað skuldi hann ongantíð havt gjørt.
Ein livandi leirklumpur kann vera øgiliga praktiskur. Hann vera ein lítil fittur hjálpari, sum einki krevur av tær. Børnini kunnu spæla við hann, og teirra kroppar flyta seg og flóta á sín hátt saman og herma hvør eftir øðrum. Tú kanst læra hann at gera mat, at skrúva skrúvur í, at gera reint.
Enntá Siv kemur til sættis við leirið.
“Úr eygnakrókinum eygleiddi Siv, hvussu klumpurin, ella dimsurin, sum hon kallaði hann, ótroyttiligur togaði seg aftur og fram eftir parkettgólvinum og gjørdi reint. Dimsurin dró dveylin eftir sær, so at tað lítla, sum hann legði eftir seg av leirsporum, eisini varð turkað upp. Hann kundi minna um bilin, sum gjørdi skoytubreytina klára um veturin niðri við barnagarðin, ella eina sjálvkoyrandi sláimaskinu. Kanska eitt sovorðið dustsúgvaratólmenni, sum Siv hevði sæð heima hjá vinkonuni og kanska ynskti sær.”
Men sjálvandi endar hetta heilt, heilt galið. Og tað skal tað. Tað hoyrir til hetta slagið av søgum.