Nýggj føroysk skaldsøga!

Rúni Bjarkhamar hevur skrivað eina stak áhugaverda skaldsøgu, sum verður løgd fram á Bátasavninum í Leirvík týskvøldið 2. sept. kl 19.30. Bókin eitur 1804 og sipar til árið, Royndin Fríða varð smíðað suðuri í Vági. Vit sleppa at lesa føroyska søgu á øðrvísi hátt ígjøgnum tekst, sum er blendingur av fiksjón og søguligum tilfari. Um hugsjónarligar broytingar í Evropa í 18. øld, og hvussu tær ávirkaðu hugsanarhátt og framburð í Føroyum.

31.08.2025
Sprotin
Bókaprát

Skaldsøgan gevur eina mynd av fólki, lívi og hugsjónum í eini tíð, tá ið stórar broytingar hendu fyrst í Evropa og seinni í Føroyum. 

Fátækdómurin man í øldir hava gjørt, at føroyingar mistu álitið á sær sjálvum. Áræðið, at bróta seg burtur úr neyðarsligum umstøðum, hevur manglað. Føroyingar hava átt ein part av skuldini fyri vesaldómin sjálvir. Royndir at skapa framburð møttu mangan svartasta afturhaldi; men yvirvaldið, embætismenninir, áttu eisini sín part.

Leikur í hesi skaldsøguni byrjar, tá ið franska kollveltingin hevur nøkur ár á baki. Maður, sum er ávirkaður av fronskum hugsanum, ið umboða upplýsingartíðina í 1700-talinum, kemur til Føroyaog roynir at planta hesar tankar millum føroyingar.

Ein av føroyingunum, sum eina best umboðar upplýsingartíðina, Jens Christian Svabo, er eisini nevndur í søguni. Vit hitta hann ikki, men ein av monnunum minnist hann, tá ið hann í 1781-82 var í Føroyum og skrivaði um landið. Hansara virðismesta arbeiði hevði samband við føroyskt mál, men eisini arbeiðið at lúka pátrúgv og løgnar siðvenjur burtur, var partur av starvinum.

Tað ber illa til at skriva eina skaldsøgu um samfelagsbroytingar í Føroyum og ikki nema við kirkjuna. Hennara støða í Føroyum hevur gjøgnum tíðina havt stóra ávirkan á, hvussu fólk hava livað tímiliga og andliga. 

Handilsviðurskiftini í Føroyum í 1700-talinum verða eisini tikin fram. Hugsjónarliga henda stórbroytingar, og framburðssinnaðir føroyingar vilja hava broytingar.

Bókin verður løgd fram á Bátasavninum í Leirvík týskvøldið 2. sept. kl 19.30.

Skráin  

  • Felagssangur
  • Randi Kúrberg býður vegna Sprotan vælkomin
  • Fríði og Rúna Bjarkhamar framføra.
  • Bergljót av Skarði hevur samrøðu við høvundin
  • Randi Kúrberg lesur brot úr skaldsøguni
  • Sangframførsla
  • Kaffi og prát. 
  • Bókin verður seld og signerað

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugfarsliga løtu á Bátasavninum.

31.08.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…
Bókaprát

Átjan oyggjar

Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við…