TOBBI 70 

- Stórfingin fagnaðarløta tann 5. oktobur  

14.09.2025
Sprotin
Ymist

Vinir og kenningar skipa fyri fagnaðarløtu sunnudagin tann 5. oktobur frá kl 15.00 til 17.30 í Løkshøll.  

Maðurin, ið hevur skipað fyri tiltøkum, ið hava fagnað so mongum, eigur nú sjálvur tørn at verða fagnaður.

Sprotin gevur út stórt bókaverk sama dag við úrvali burtur úr øllum tí, ið Tobbi hevur skrivað í lítla hálva øld. Høvi verður at ogna sær bókina fyri 300 kr henda dagin og fáa hana signeraða. 

Dagurin verður hildin við bókaframløgu, kvøðum, tónleiki og undirhaldi í tveir tímar.

Í steðginum verður borðreitt við fiskasúpan og hvítvíni.

Kom í Løkshøll og hugna tær seinnapartin 5. oktobur.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo

14.09.2025
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?