Skorpur
Oddfríður Marni Rasmussen gevur í hesum døgum 23. yrkingasavnið út. Tað eitur SKORPUR. Í yrkingasavninum eru 55 yrkingar og 12 svart hvítar fotomyndir.
sært tú meg
sært tú meg
sært tú meg
her eg standi
í mínum fyrstu skóm
sært tú meg
eg síggi meg
ikki so
tað má vera onkur
annar men hvør
eri eg
so
Yrkingasavnið hevur eitt inngangsørindi, har yrkjaraegið ivast í, hvør tað er. Síðani lata yrkingarnar seg upp. Tær eru stuttar og tíðum lýriskar í innihaldi. Eisiini eru nakrar yrkingar, sum eru forteljandi. Tær stuðla hvørjari aðrari. Savnið er í hvøuðsheitum um at vera her enn, og at klóra seg upp undan skorpum ella grava seg undir ymisk sløg av skorpum.
Skorpurnar kunnu vera so mangt. Tær kunnu vera skalið á einum súrepli, skorpan millum veruleika og dreym, millum himmal og jørð, millum árstíðirnar og veðrið, millum hav og strond, millum menniskju.
súrepli
tað var tá
ið eva setti tenninar
í súreplið
tá ið hennara skeivu framtenn
við einum støkki
stungu seg inn um skalið
og sevjan sprændi úr
og blandaðist
upp í slevið
á hennara mungandi varrum
tað var tá
tað ónda rann saman við tí góða
sum tá ið eitt barn
leggur hendurnar
saman
og biður um fyrigeving
fyri onki
skeivt at hava gjørt
Fotomyndirnar eru svarthvítar. Tær eru lýriskar og friðarligar. Motivið er einfalt. Sammar eru kámar, sum benda á, at tíðin og ein opin blenda virka soleiðis, at tíðin trínur út úr myndini.

