Prima Facie

Hetta er ikki lív, hetta er lóg …

27.02.2026
Sprotin
Bókaprát

Tessa Ensler elskar arbeiði sítt. Hon hevur arbeitt seg upp til at teljast millum fremstu verjuadvokatar og berjist fyri at verja tey skuldsettu, ið siga seg vera ósek. 

Hon hevur álit á lógini og løgskipanini. Gløgg sum hon er, vinnur hon mál eftir mál. Eisini vinnur hon monnum, sum er ákærdir fyri neyðtøku og kynsligan harðskap, frælsi. 

Teir eru ósekir til annað er prógvað. Tað er grundvøllurin í siðmentaðum samfelag.  

Men tá ið ein starvsfelagi neyðtekur Tessu, savnar hon sær megi at fáa hann fyri rættin. Hon leggur málið fyri rættin og verður har tvingað at standa andlit til andlits við tann berkaða veruleikan, at lógirnar vórðu ikki smíðaðar at verja ofrini, og nú er tað hon, sum er ákærd. 

Hon berjist manniliga, men vitnisfrágreiðingin verður snarað soleiðis, at hon stendur eftir sum eitt lygivætti um somu leið, sum hon endurupplivir skelkin í vitnisbásinum. 

27.02.2026
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

PENSILSTROK

Í 2022 gav Gyrðir Elíasson út enn eina bókagreipu á íslendskum, tilsamans 528 blaðsíður í tveimum bindum við umleið 370 stuttprosa…
Bókaprát

Leitanin eftir at vera - eitt ógáað stórt verk eftir Katarinu Nolsøe

Eitt inniligt, væl skrivað og myndprýtt verk, sum onga almenna umrøðu fekk, tá ið tað kom út í 2019. Tað undraði stórliga, at eitt…
Ymist

3 pláss eftir - næsta skeið verður várið 2027

So verður snarskeiðið í stavseting, sum Sprotin hevði fyri nøkrum árum síðan, aftur á skrá. Málbólkurin er tey, sum duga føroyskt,…
Bókaprát

Espedal for frá

Í 2017 gav Sprotin kendu skaldsøgurnar: "Ævisøga, Dagbók og Bræv" eftir norska skaldið Thomas Espedal út á føroyskum. Allar tríggj…
Hugleiðing

Reyði tráðurin í røðuni - [bóka]hugleiðingar 2025

Í bókarúgvu Sprotans í árinum vóru nógvar heilt áhugaverdar bøkur m.a. hesar tríggjar, ið vit meta, hvør á sín hátt, vóru merkisve…
Ymist

Tað verður stórur saknur í Paula – hesum víðskygda og fryntliga mentamanninum

Pauli fýrdi ikki fyri at flyta okkum tankar úr stóru verð inn í okkara mál. Og tað gjørdi hann hegnisliga. Hann leitaði javnan sjá…
Bókaprát

SPROTIN UM JÓLINI

Fiskamarknaðurin plagar at spáa um útlitini næstu vikuna. Okkara forsøgn er, at bókalíkindini eru av teimum allarbestu næstu vikun…
Ymist

Heiðursløn fyri dygdargóðar týðingar

Edvard Olsen hevur fingið heiðursløn úr Noregi fyri sínar dygdargóðu týðingar av norskum skaldskapi.