PENSILSTROK

Í 2022 gav Gyrðir Elíasson út enn eina bókagreipu á íslendskum, tilsamans 528 blaðsíður í tveimum bindum við umleið 370 stuttprosatekstum.

18.03.2026
Sprotin
Bókaprát

Søvnini eru nú bæði týdd til føroyskt og Sprotin gevur út. Dumbfilmarnir kom út í november 2025, og nú um dagarnar kom seinna bindið: Pensilstrok. Martin Næs týddi.

Stílurin hjá Gyrði Elíassyni (1961) er knappur, og tað sum ikki verður sagt vigar líka nógv, sum tað, ið verður sagt við berum orðum. Nógv goymir seg ímillum reglurnar, og hóast teksturin, at síggja til, tykist einfaldur, er lætt hjá lesaranum at mistaka seg. Slíkur stílur setur krøv til lesaran, men krevur  mest av tí, ið skrivar. Gyrðir Elíasson hevur tak á hesum stíli, og tað ger tað ikki verri, at skaldið hevur ein ríkiligan ans fyri fínum speisemi, sum hann kryddar sínar mangan álvarsomu tekstir við.

Onkur hevur sagt um tekstirnar hjá Gyrði, at hann málar við orðum. Heitið á hesum síðsta savninum fær teg at hugsa, at okkurt er um hetta. Leggjast kann aftrat, at sum listamálari hevur skaldið seinastu árini havt stórar listaframsýningar.

Tá ið tú lesur hesar stuttprosatekstirnar, fært tú svar upp á, hví Gyrðir Elíasson longu í 2011 fekk Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri stuttsøgusavnið Millum trøini. Stuttsøgur og stuttprosa eru systkin!

Her eru tvey stuttprosadømi. Lesið sjálv!

Aftur og fram

Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men í seinastuni havi eg tað, sum um eg fari til vinstru, tá ið eg í veruleikanum fari til høgru, og viðhvørt, tá ið eg eri á veg upp gjøgnum trappurnar, kann eg ikki lata vera at fara oman trappurnar. Eg skilji einki av hesum, men hetta sær út til at rigga. Til dømis tær fáu ferðirnar, eg nú á døgum fari í eitt flogfar, og flogfarið fer á loft við rúkandi ferð, havi eg bart út sagt kenslu av, at nú fer tað at detta niður og má neyðlenda fá sekund seinni. Eg royni at liva við hesum, men torførast er at skilja tað allarnýggjasta; tíðin tykist vera farin at ganga aftur á hond, soleiðis at lívið sær út sum ein filmur, ið verður spolaður spakuliga aftur, í staðin fyri nýggjar hendingar, og tá endi eg aftur og aftur í tí sama, sum eg longu havi verið ígjøgnum. Hetta hjálpir mær kortini einki, og eg havi ikki betri stýr á lutunum, tá ið tey koma soleiðis aftur, tí eg komi at teimum skeivumegin frá og geri øll tey somu mistøkini aftur. Nú ætli eg mær at fara upp ígjøgnum trappurnar har, eg meini niður.

VEGSKELTI

Tá ið David Attenborough læt tey boð ganga, at fólk skuldu fara út í náttúruna og vera har í djúpari tøgn, fingu tey nógv at hugsa um. Hvør hevur nakrantíð sæð David Attenborough tiga úti í náttúruni? Men mestur er hetta rætt hjá honum, hóast hann sjálvur ikki livir eftir tí. Eg ætli mær, ið hvussu so er, at tiga nógv her niðri á sandinum. Men náttúran sjálv tegir ongantíð, hon mutlar uttan íhald.

18.03.2026
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Ein góð apríl søga

Á ólavsøku í fjør hittu Þóra og eg Einar Már Guðmundsson í Reykjavík. Sigast má, at tað er altíð áhugavert at hitta henda mannin,…
Bókaprát

Listabókin hjá Kinnu Poulsen í New York

Tann 18. apríl verður móttøka fyri bókini "At Eye Level. On 21st Century Contemporary Art" in the Faroe Islands. Móttøkan verður í…
Bókaprát

Leitanin eftir at vera - eitt ógáað stórt verk eftir Katarinu Nolsøe

Eitt inniligt, væl skrivað og myndprýtt verk, sum onga almenna umrøðu fekk, tá ið tað kom út í 2019. Tað undraði stórliga, at eitt…
Bókaprát

Prima Facie

Hetta er ikki lív, hetta er lóg …
Ymist

3 pláss eftir - næsta skeið verður várið 2027

So verður snarskeiðið í stavseting, sum Sprotin hevði fyri nøkrum árum síðan, aftur á skrá. Málbólkurin er tey, sum duga føroyskt,…
Bókaprát

Espedal for frá

Í 2017 gav Sprotin kendu skaldsøgurnar: "Ævisøga, Dagbók og Bræv" eftir norska skaldið Thomas Espedal út á føroyskum. Allar tríggj…
Hugleiðing

Reyði tráðurin í røðuni - [bóka]hugleiðingar 2025

Í bókarúgvu Sprotans í árinum vóru nógvar heilt áhugaverdar bøkur m.a. hesar tríggjar, ið vit meta, hvør á sín hátt, vóru merkisve…
Ymist

Tað verður stórur saknur í Paula – hesum víðskygda og fryntliga mentamanninum

Pauli fýrdi ikki fyri at flyta okkum tankar úr stóru verð inn í okkara mál. Og tað gjørdi hann hegnisliga. Hann leitaði javnan sjá…