ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í hondina.

20.07.2026
Kinna Poulsen
Bókaprát

Eg var stødd í einari hospitalssong á Ríkissjúkrahúsinum, har eg havi búleikast tveir teir seinastu mánaðarnar sum fylgjari hjá soninum og havi av sonnum upplivað ov mikið av bæði náði og náðiloysi; kritahvítar nýeinglar við endaleysum toli og ikki minni av pínustillandi hesar blásvørtu náttarløtur við líðing og sorg sum hjá Mikines. Rennandi fet á gongini og ýlandi alarmtónar, sum ála nervarnar sundur. Voksbleiku andlitini hjá teimum, ið sita í trongliga rúminum fyri avvarðandi á intensiv og bíða eftir boðum um maðurin, konan, dótturin, sonurin, systurin er til ella ikki. Har er ofta nokk so kvirt. Ein annan dag fer ein av einglunum við forstrídda dronginum út í urtagarðin at  anda og merkja blómurnar. Tann dagin kenst náðin stór. Náði er eitt av hesum veldugu hugtøkunum hvørs týdningur veldst um sjónarmið. Um tú ert ein av teimum, sum hugsar nógv um tilverunnar treytir og krøv ella um tú fatar náðina meira universalt sum samheiti við endaleysa tilveruundrið til dømis – Glaðlyntir havnarhumanistar hava eitt ávíst lyndi til at halla til ta seinnu tulkingina. Bókarheitið orðar eina tilveruliga og gudfrøðiliga andsøgn, tí um náðin er náðileys, er hon tá náðilig?

Sum altíð eru bókaheiti hjá Tóroddi Poulsen góð at venda og dreya og tyggja uppá, og eg hugsi, at fatanin er treytað av, hvussu tú lesur; upp ella niðureftir, tí hetta er fleirtýtt og snýr seg um tilveruna, sum á sín hátt er náðileys samstundis sum hon í sjálvum sær er náði. Men eg fái týdningin at minna um tann hjá Peter Bastian í setninginum “Altíð longu elskaður”, at hetta, at tú ert til er ein kærleiksfult undur í sjálvum sær, og at alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag, sum Kári P einaferð sang. Ella, sum tað stendur á bakpermuni á bókini hjá Tóroddi: “tú ert tín egna náði”.

Eg haldi, at hetta fer at vera bók nummar 51 ella har á leið, sum Tóroddur Poulsen hevur latið úr hondum, eg roknaði einaferð út, hvussu nógvar yrkingar tað var, minnist ikki talið, men tað eru í hvussu er upp í nógvar spannir, og leggja vit prosabøkur, myndlist og tónleik aftrat, man samlaða verkið teljast millum tey størstu í okkara bókmenta- og listasøgu. Tá kann onkur spyrja, hvørt vit hava tørv á meira frá Tóroddi Poulsen? Svarið er ja, og grundgevingin er sjálvsagt knýtt at dygd og originaliteti, men tað snýr seg eisini um autentisitet, ið er ein sjáldsamur eginleiki á okkara døgum. Men eingin skrivar sum Tóroddur Poulsen. Og biðir tú tólmennið um at gera tað, verður tað ein veik, óoriginal endurtøka, ið manglar tað, sum mest av øllum eyðmerkir Tórodd og alla góða list, og tað er at hugsa nýtt, taka okkum á bóli og bera fram feskar sannroyndir um tilveruna beint her og nú. Ongantíð áður hevur tann autentiska listarøddin verið týdningarmiklari, og tí er tað spell, at hon hevur lyndi til at kámast burt í dagsins ráki við ótolnum móttakarum, sum alla tíðina vilja uppliva nakað nýtt og nakað annað og sum í síni ævigu jagstran eftir at náa eitt quick fix av onkrum tilveruligum resonansi í heilum halda seg uppdaga nýggja og spennandi list, har sum hon ikki er, í staðin fyri at geva sær tol til tað, sum er har. Alt verður borðreitt undir somu festligu ritualum og tá er kanska torført at finna fram til bollarnar í suppuni, men í veruleiknum er langt ímillum tey veruligu listafólkini. Og jú, vín er gott, men sannleikin býr ikki í víninum, hann býr í listini. Hon er ikki altíð mjúk at strúka og mótsett pseudolistini líkist hon ikki altíð list, men krevur altíð ómak – eisini av tær og mær. Og hesi eiggiligu listafólk, hvørs rødd tú kennir, hvørs litir, tónar, rørslur, myndir, sannleikar, eygnabrá, dreymar, tú hevur heilsað uppá fyrr á framsýningum, filmum og pallum - tey finna alla tíðina upp á nýtt og byggja víðari sítt stóra, djúpa verk við royndum og kensluni av núinum.

Við fáum undantøkum eru bøkurnar hjá Tóroddi skrivaðar á móðurmálinum, hóast hann hevur verið búsettur í Danmark meginpartin av sínum skaldalívi. Vit kenna hansara rødd og hansara persona og hóma longu á permuni - við áðurnevnda fleirtýdda heitinum, sum saman við yrkjaranavninum myndar rammuna kring eina einfalda tekning - hvønn vit hava við at gera. Nakrar trappur leiða okkum niðan til eina grøna hurð í einum stórum gulum bygningi, ið minnir um eina setandi ella rísandi sól. Kanska er hetta náðin, deyðin ella dreymurin, men hetta er fyrst og fremst inngongdin til nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, sum á fýrs síðum bjóðar okkum inn í sín yrkingaheim við áhugaverda og typiska blandinum millum smáar aforismur og eygleiðingar av gerandisdegnum, har fullmánin minnir yrkjaraegið um at taka heilivágin, sum berskølluti læknin hevði fyriskrivað, surrealistiskar flipputar dreymir og kaldgløggar viðmerkingar til fyribrigdi í okkara tíð t.d. við kritikki av talgilda heiminum. Men hetta skal lesast fleiri ferðir. Tá uppdagar tú, at okkurt kann merkja tað øvuta av tí, tú fyrst helt. Her eru so nógvar yrkingar, eg kundi endurgivið, nær tær lesast helst frægast í bókini, jú eg skal siga tykkum eina góða, sum er eyðkend fyri serligu yrkjararøddina hjá Tóroddi Poulsen. Næsta ár fyllir hann sjeyti – mítt føðingardagsynski er ein veldug antologi formað sum ein spann við top of the pops frá 1984 og fram til í dag.

Kinna Poulsen

20.07.2026
Kinna Poulsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…
Bókaprát

Átjan oyggjar

Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við…