Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august
Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki. Uni Holm Johannesen, Hans Jacob Kollslíð og Jonhard Mikkelsen skipa kvøldini henda veturin.
Skráin 20. august:
Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti
- Magnus Gaard, stjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur skrivað bók, sum nevnist Trækrúnulívæðrin. Hon bregdar saman lívfrøði, vistfrøði, humanismu og menniskjaligan hugburð til lívsins og náttúrunar margfeldi.
Sjúrður Hammer og Magnus – báðir lívfrøðingar - práta um hesi evni, sum eru teimum so umráðandi. - Magdalenuvaskaríini hjá katólsku kirkjuni í Írlandi hava verið avdúkað fyri at fjala veruleikan handan múrarnar. Vaskaríini vóru heim fyri ungar gentur, sum vóru vorðnar við barn og tí duttu niðurímillum forfjónaðar. Katólska kirkjan segðist taka sær av teimum, men veruleikin var lítið tespiligur.
Uni Holm Johannesen og Bergljót av Skarði, sum týddi bókina, práta um Av tí smærra slagnum eftir Claire Keegan. - Krígsharrin í Kreml er bók um, hvussu Putin syndraði russisku grundlógina og evnaði nýggja Russland til saman við sínum stórríkmonnum. Hon snýr seg um fólkaræðiligu afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina.
Hans Jacob Kollslíð tosar við Bjarna Djurholm, sum týddi bókina. - Bjarki – hann úr Hoydølum – gevur okkum tónleikin hesa ferð.
Kom oman í Reinsaríið tann 20. kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót tónleikin.
Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Babba og gloymskan
Hvussu er tað, tá ið ein pápi fær demens – og tú framvegis skalt vera dóttir?
Bókaprát
Trækrúnulívæðrin hjá Magnusi
Magnus Gaard hevur skrivað eina bók, sum viðger sambandið millum náttúru og menniskju.
Bókaprát
AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM
Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Bókaprát
Trækrúnulívæðrin
Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina.
Bókaprát
ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS
Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist
Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni
Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát
Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð
Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát
Bakið á pápa
BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
18.05.2026
Í lívd undir hamrinum reysta
04.05.2026
Átjan oyggjar
11.04.2026
Ger skommin nakað, tá ið hann er við mær í henni?
09.04.2026
Bókaútsølan 9. – 25. apríl 2026
29.03.2026
Ein góð apríl søga
26.03.2026
Listabókin hjá Kinnu Poulsen í New York
18.03.2026
PENSILSTROK
05.03.2026
Leitanin eftir at vera - eitt ógáað stórt verk eftir Katarinu Nolsøe
27.02.2026
Prima Facie
23.02.2026
3 pláss eftir - næsta skeið verður várið 2027
16.02.2026
Espedal for frá
03.01.2026
Reyði tráðurin í røðuni - [bóka]hugleiðingar 2025
21.12.2025
Tað verður stórur saknur í Paula – hesum víðskygda og fryntliga mentamanninum
17.12.2025
SPROTIN UM JÓLINI
13.12.2025
Heiðursløn fyri dygdargóðar týðingar
08.12.2025
Bókaframløga í Varpinum
20.11.2025
Tólv árstíðarsálmar
20.11.2025
Knút Olsen verður 80 í dag
19.11.2025
Hvussu eitur tú?
14.11.2025
Eitt undangongufólk í føroyskari list
11.11.2025
ÍSLENDSKIR KONGAR
06.11.2025
hey :)
03.11.2025
Søga Føroya Arbeiðarafelags 1925–2025
28.10.2025
Skorpur
23.10.2025
Hvussu eitur tú?
10.10.2025
Sólrún Michelsen fagnað í Budapest
07.10.2025
Tobbi er 70 ár í dag
05.10.2025
TOBBI 70
03.10.2025
Bókaframløga í Rit & Rák
26.09.2025
Landið millum hav og himmal