Hey:)
Mentanarvirðisløn M.A Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2026 varð latin Trygva Danielsen fyri bókina Hey :) Tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum
Bergur Djurhuus Hansen, lektari, segði soleiðis, tá ið virðislønin varð handað:
Hey :) er ein sjáldsama óunnilig bók um einsemi hjá ungum dreingi, sum situr í einum kjallara framman fyri telduni dag og nátt. Sambond hansara við onnur menniskju eru avmarkað og fyri tað mesta miseydnað. Framman fyri telduni er hann sum eitt tómt ílat, ið fyllist við søgum um ein syndraðan heim. Teksturin í bókini er settur upp sum boð í kjatti, og orðalagið er hareftir. Á teimum við hvørt tómu síðunum í bókini røkkur ráðaloysið inn í lesaran.
Í størri samanhangi er Hey :) ein dystopisk søga um vreiði í ungum dreingjum, sum illa duga at vera til í samfelagnum, og hvørs sambond við onnur menniskju mest eru talgild. Við undirheitinum “metamodernistiskt dómadagsmanifest” verður sóknast eftir einum nýggjum slagi av søgum, har loyst verður upp fyri teimum mótsetningum, sum eyðkenna dagsins samfelag. Hey :) Tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum er listaliga væl hugsað og gjørd – og rakar beint inn í tíðina.