Seinasta ferð Nólsoyar Páls
Archibald Black hugleiddi um Nólsoyar Páll á samkomu í Klaksvík hóskvøldið í sambandi við at farið verður undir at byggja bóndagarð Nólsoyar Páls uppaftur. Hugleiðingin er fyrst og fremst um seinastu ferð hansara út í lond á Royndini Fríðu.
Í
1804 keypir Nólsoyar Páll leivdirnar av einum strandaðum skipi í Hvalba. Tað
ger hann saman við Per Læarsson í Gjørðum í Porkeri og Jákup Jákupson í Toftum
suðuri í Vági. Skipið verður bygt á Fløtuni Fríðu í Vági. Tann sætta august í
1804 fór skipið av bakkastokki og verður doypt Royndin Fríða.
Onkur heldur, at ivi man vera, um Nólsoyar Páll hevur meint Fríða við ð ella Fría við ongum ð. Er tað við ð er Fríða “tann vakra”, er tað við ongum ð, merkir tað “tann frælsa” Royndin – ein beinleiðis avbjóðing móti einahandlinum. Nólsoyar Páll kundi ofta vera tvítýddur!
29. apríl 1805 verður Royndin Fríða sýnað í Havn. Sambært sýninum eitt stásiligt skip, riggað sum skonnart. Umframt longd, breidd og djúpd, verður sagt, at talan er um eitt meistarverk. Sorinskrivarin, Laurits Olsen, saman við timburmanninum, Jóhannis Pólson, sýnaðu Royndina.
Í 1805 byggir Nólsoyar Páll fyrstu sleipistøðina í Føroyum norðuri á Varpinum.
Í einum gerðarrætti dagfest 18. aug. 1806, skrivar Nólsoyar Páll, og eg endurgevi: “Jeg har med stor besværlighed og bekostning måttet indrette og bygge et Kiølhalings-Varf.”
Tá í tíðini brúkti man ikki orðini “beding” ella sleipistøð. Nólsoyar Páll brúkti enska orðið varf (wharf).
Tað er møguliga hetta, ið seinni á mannamunni er blivið til varpið. Vit fara norð á Varfið, er blivið til: “ Vit fara norð á Varpið”.
Eg skal ikki her siga so nógv um túrarnar og handilsferðirnar Páll gjørdi við Royndini, men heldur hugleiða eitt sindur um tann seinasta túrin, hann gjørdi við henni. Tað er tann parturin av lívi hansara, sum hevur hugtikið meg mest. Her var talan um ”Make or break”. Sum ofta er á lívsleiðini, er tað tilvildin, sum ræður, og so varð eisini hjá Nólsoyar Pálli – okkurt fór fram, sum hann ikki hevði ávirkan á sjálvur.
29. juni siglir Nólsoyar Páll fyri seinastu ferð út eftir vánni, eingin veit hvagar, kanska bara hann og manningin. Hetta verður eisini váttað í dagbókini hjá Claus Lund. Við sær hevur Nólsoyar Páll bønarbræv ella pass til ensku herflotaleiðsluna og sigur frá um neyðina í Føroyum. Viðmælisskrivið hevur hann fingið frá brillumanninum von Hompesch – manninum, ið átti kaparan Salamine.
Stutt úr Skagen verður Royndin Fríða tikin av einum enskum kapara, nevndur Fury, skiparin kallaðist Gibson.
Á sleipi til Gøteborg ferst Royndin so illa, at hon ikki er siglingarfør. Gibson hirdi ikki um mótmælini frá Pálli, men helt seg hava gjørt góðan fong.
Páll roynir síðani fleiri ferð at koma í samband við enskar admiralar, Keats og Derby, og tað eydnaðist honum eftir tógvið stríð!
Nólsoyar Páll hevur dugað væl at tosa fyri seg, admiralarnir harmast um atburin hjá Gibson og senda Páll til London við góðum viðmæli til herflotastýrið. Admiralitetin í Whitehall.
Í Londin hittir Páll danska konsulin Wolff, ið er ógvuliga beinasamur. Wolff leiðir Páll til “The Privy Council”, sum er ríkisráð kongsins og ovasta handilsráð. Har hevur Páll eisini dugað einastandandi væl at tosa fyri seg. Hann fær í posa og sekk. Ríkisráðið gevur honum skip, ið kallast North Star og er 54 tons, næstan tvífalt so stórt sum Royndin.
Skipið verður fylt við farmi, mest korni, men eisini mongum øðrum, harímillum tubbaki, ið varð roknað sum neyðsinjarvøra. Tá á døgum varð hildið, at tubbak var sera gott fyri hosta!
Meðan Páll soleiðis gongur á bonaðu gólvunum í London, man hann hava hildið, at sigurin var í nánd.
Páll hevði nevniliga fingið krónprinsin Fríðrik tann sætta í sín part. Krónprinsurin metti, at handilsnevndin hevði borið seg skeivt at móti Nólsoyar Páll og álegði rentukamarinum at geva nevndini átalu og brigsl fyri atburin.
Meðan Páll er í London, endar hann í einum kærumáli sum vitni í admiralitetsrættinum – ein sak, sum førd varð av juristunum Bishop og Townsend. Páll hevur nevniliga eitt skriv við úr Føroyum móti Von Hompesch – brillumanninum – fyri at hava stolið frá privatum av órættum. Sum kapari kundi tú taka av kongsins ognum, men ikki privatum.
Sakin varð vunnin. Brillumaðurin varð dømdur frá lívinum, men sum aðalsmaður, hevði hann rætt til at keypa seg leysan og slapp soleiðis undan við lívinum. Ein søgn sigur, at manningin varð hongd. Tað er nevniliga soleiðis, at nakrar fáar mánaðar frammanundan, at Páll fór úr Føroyum seinasta túrin á vári 30. mars 1808, kom Clio á Havnina og tók Skansan uttan at skot varð latið av ímóti teimum. Løbner, sum var kommandantur á skansanum, skrivar til Rentukamarið, at har var einki at gera. Har vóru 200 menn við Clio og einans 27 vardu skansan. Her sigur Løbner ósatt. Eg havi nú sjálvur kannað skjøl og mannskapið á Clio taldi 115-120 og ikki 200 mans. Skiparin kallaðist Thomas Folliot Bough. Skipið varð sjósett 10. januar árið fyri og hevði jaktað danska eystindiufararar, áðrenn tað kom til Havnar.
Skipið hevði 16 stórar 32 punds kanónir og 2 smáar 6 punds kanónir, samlað 18 kanónir.
Skansin hevði 21 kanónir, men tær vóru smærri. Samanumtikið haldi eg, at har var okkurt at gera.
Brillumaðurin Hompesch sigur í einum verjuskrivi í rættinum 25.august 1808, og eg umseti orðarætt: “Sannleikin er tann, at Løbner, danski kommandanturin í Tórshavn í Føroyum, er ein ræðuskítur, stakk halan millum beinini og gav skansan yvir til Clio.”
Nær Páll fer til Føroya, vita vit ikki við vissu, men í hesum sama rættarmáli ímóti brillumanninum, hevur Páll váttað, í einum skjali frá 17. november 1808, at hann ætlar at sigla fyrsta dagin.
Óli Olsen á Dalinum hevði fyri nøkrum árum síðani samband við ein skota, sum greiddi honum frá, at eitt skotskt blað hevði skrivað um eitt íslendskt skip, sum var komið inn í Leith at væla um rigningin, sum var brotnaður í stormi. Skotin helt, at her kundi bara verða talað um Nólsoyar Páll og North Star. Óli misti tíverri sambandið við skotan og minnist ikki rættiliga tíðarfestingina.
Tað er einki at ivast í, at fleiri skjøl eru í Onglandi um Nólsoyar Páll. Spurningurin er bara, hvar vit skulu leita.
10. januar 1809 var kaparin Odin inni í Vági í Suðuroy og fór haðani 26. Januar. Skiparin á hesum skipinum segði fyri J.H Schrøter, at teir vóru sendir at leita eftir Nólsoyar Páll. – Claus Lund váttar eisini í dagbók síni, at Odin var her nevnda tíðarskeið.
Ringt veður var eisini á leiðini henda veturin, so tað er eisini ein møguleiki. Ein onnur søga sigur, at eitt bretskt orlogsskip var á Havnini, har skiparin hitti Jacob Nólsøe, beiggja Nólsoyar Páll, sum tá var handilsforvaltari, og hann segði, at Nólsoyar Páll kom ongantíð aftur.
Soleiðis – ella á ein ella annan hátt doyði Nólsoyar Páll bert 42 ára gamal.
Í amtsbrævi 7. apríl 1809 frá Løbner og Hammershaimb til kongaliga rentukamarið sæst, at embætismenninir kenna gleði, nú Nólsoyar Páll og manning hansara helst eru sjólátnir. Nú var hóttanin burtur!
Ímynda vit okkum, at Nólsoyar Páll og North Star náddu vegin heim til Føroyar, so hevði søgan fingið ein heilt annan enda. Føroyingar høvdu tá helst ment seg mentanarliga og handilsliga nógv skjótari enn tilfeldið varð.
Seinasta orðið er neyvan sagt í hesi søk!

Archiebald Black
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Ymist
Tað verður stórur saknur í Paula – hesum víðskygda og fryntliga mentamanninum
Pauli fýrdi ikki fyri at flyta okkum tankar úr stóru verð inn í okkara mál. Og tað gjørdi hann hegnisliga. Hann leitaði javnan sjá…
Bókaprát
SPROTIN UM JÓLINI
Fiskamarknaðurin plagar at spáa um útlitini næstu vikuna. Okkara forsøgn er, at bókalíkindini eru av teimum allarbestu næstu vikun…
Ymist
Heiðursløn fyri dygdargóðar týðingar
Edvard Olsen hevur fingið heiðursløn úr Noregi fyri sínar dygdargóðu týðingar av norskum skaldskapi.
Bókaprát
Bókaframløga í Varpinum
"Tólv árstíðarsálmar" verður løgd fram í Varpinum í kvøld 9/12 kl. 19.30
Bókaprát
Tólv árstíðarsálmar
Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Ande…
Knút Olsen verður 80 í dag
Umframt alt annað, tú hevur avrikað, takkar Sprotin tær hjartaliga fyri títt virðismikla íkast í arbeiðnum at bregda klassisk stór…
Bókaprát
Hvussu eitur tú?
Susanne Barding, fólkalívsfrøðingur, fer at greiða frá síni áhugaverdu kanning av navnagávu í Syðrugøtu og einum lítlum staðbundnu…
Bókaprát
Eitt undangongufólk í føroyskari list
Í 1925 slapp ein bert 19 ára gomul føroysk genta inn á Kunstakademiets malerskole í Keypmannahavn sum fyrsti føroyingur nakrantíð.…
11.11.2025
ÍSLENDSKIR KONGAR
06.11.2025
hey :)
03.11.2025
Søga Føroya Arbeiðarafelags 1925–2025
28.10.2025
Skorpur
23.10.2025
Hvussu eitur tú?
10.10.2025
Sólrún Michelsen fagnað í Budapest
07.10.2025
Tobbi er 70 ár í dag
05.10.2025
TOBBI 70
03.10.2025
Bókaframløga í Rit & Rák
26.09.2025
Landið millum hav og himmal
21.09.2025
GYRÐIR ELÍASSON
09.09.2025
SPOR
31.08.2025
Nýggj føroysk skaldsøga!
30.08.2025
Snarskeið í føroyskari stavseting
28.08.2025
Grannaljóð
25.08.2025
Fjarvera tín er myrkur
12.08.2025
Skitsa til ørskap
14.07.2025
Mykines
27.06.2025
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
23.06.2025
Debutanturin hesa ferð
12.06.2025
Illgruni
09.06.2025
Í eygnahædd
04.06.2025
Orð og tónar á mentanarnáttini
02.06.2025
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
30.05.2025
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
28.05.2025
Skunda tær at elska
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar