Kveikjarin í Føgrulíð

Tey flestu kenna Kristian Osvald Viderø sum prest og frá ferðafrásøgnum hansara úr Jorsala, Damaskus og av skipsdekki. Bygdasagair hansara eru kanska minni kendar millum manna, men tær eru í grundini eisini eitt slag av ferðafrásøgnum. Sum prestur hevur hann ferðast kring alt landið, og sum ein óvanliga góður eygleiðari og frásøgumaður hevur hann fest samrøður og hugleiðingar niður á blað, og lyft tær upp á eitt trivaligt skaldsligt støði.

18.05.2014
Torbjørn Jacobsen
Bókaprát
Hetta brotið er úr Saga Glyvra sum er til skjals í Saga Eysturoyar. Viderø vitjaði tíðum á Glyvrum, og tá búði hann á Langanesi hjá Napoleon á Glyvrum. Samrøðurnar í brotinum eru við menn í grannalagi hansara, Jørgen Davidsen á Gørðum, skipara, sum var slektaður av Nesi, og hin tiltikna arbeiðsmannin og grótlaðaran gamla Jákup á Sýnuni, sum var slektaður úr Søldarfirði. Umrødda brúdleypið man vera, tá ið dóttur Jørgens, Durna, og abbasonur Jákups, Kristian, vanliga róptur Kriss, gingu saman í hjúnalag.

Samrøddu menninir hava verið tannáringar og væl tað, tá ið Rasmus, Símun og konur teirra byrjaðu Føroya Fólkaháskúla í Føgrulíð. Brotið vísir serliga væl paradigmuskiftið ímillum ta gomlu tíðina og tjóðskaparliga frambrotið og heilt nýggju frálæruna, sum háskúlamenninir við óvanligum áræði frá fyrstan skipaðu burtur úr ongum í eini fjallalíð á Borðoynni. Ilt er at vita, hvussu hesir menninir neyvt hava orðað seg, tá ið Viderø tosaði við teir, men ongin ivi er um, at háskúlamenninir og skúlaskapur yvirhøvur standa í miklum mæti hjá rithøvundinum sjálvum. Tað kemur heldur ikki av ongum, tí valla hevur nakar skúli havt størri týdning fyri Føroyar og tann vanliga mannin enn júst Háskúlin, hóast íhaldsmegin av øllum alvi stríddist ímóti skúlanum, og vildi taka hvørkratak um hann, soleiðis sum útsagnirnar hjá Fríðriki prófasta eisini bera boð um, – eru tær annars eftirfarandi.  


Brot úr Saga Glyvra eftir Kristian Osvald Viderø  
...Eg fór at ganga til, men bókstavurin stóð millum mín og Evensens. Hann var mín snávingarsteinur. Bókstavurin var mær ørlendur og sagdi mær einki, ein bágsteinur á vegnum fram. Vegurin var langur í skúla, og kennarin gamalur og hálvt í ørviti. Tað var sum at renna móti stórum steinum. – Men annað var tað at fara oman til strandar. Har var báturin, har lá vegurin opin út í lívið - - 

Tá kom firmingardagurin. Leygardagin vurðu lestrabørnini yvirhoyrd og spurd um tað, sum tey skuldu svara á kirkjugólvinum. Men eg visti einki. Bókstavurin myrkti fyri mær. Tað var bókstaviliga sum at seta undir klett. Men Evensen var lagaligur og sagdi við meg: Tú hevur góðan heys. Veitst tú at siga mær nakað um harðasta streym? – og tá ið eg svaraði, at Ólavsvøkumysingin mundi vera ein hin harðasta, brosti hann og sagdi, at eg skuldi ikki óttast við tað, hvat eg skuldi svara á kirkjugólvinum dagin eftir, heldur huga tað, at lærusveinar Jesusar skuldu ikki áhyggjast um tað, teir skuldu siga, tá ið teir stigu fram fyrir fólkið; tað skuldi alt verða teim givið - -  

Eg reri síðan út og kendi meg frjalsan sum fuglurin, og fór víðan. – Men har úti hendi meg tað, sum hendir svá mangan. Eg fekk hug á konufólki og einari, sum sýndist mær fagrari enn allar aðrar. Eg vildi skriva til hennar, men tá stóð bókstavurin aftur har millum mín og hennar. Eg sá, at meg vantaði eitthvat og fór á tal við Fríðrik prófasta at biðja hann hjálpa mær at fáa studning til at mega komast í ungmennaskúlan í Føgrulíð. Men hann bað meg ikki vera býttan at fáast við slíkt fjant: Í Føgrulíð miðar alt móti sjálvstýri, og tað leiðir teg ikki til hins betra. Nei, ver tú við bát tín og rógv út og yrk jørðina. Bókstavurin drepur, men andin lívgar, sigur skriftin – –  

Men eg gavst ikki, Har var gomul, skilagóð kona úti á Nesi. Hon ræð mær til at fara bara í Føgrulíð. Eg svá gjørdi, skøddi meg og fór til gongu, kom til Leirvíkar. Har fekk eg menn at seta meg yvir á Føgrulíð. Eg kom á fund við Símun. Tað var rættur maður. Hann tók mær væl og skravaði leingi við meg. Síðan settist hann at skriva rit; tað skuldi eg hava við mær til prófastans til at skriva undir, og tað gjørdi hann, tó at tað var við illum tannabiti. Fríðrikur vildi, alt skuldi vera við tað gamla; tí líkaði tað honum einki, at menn fóru sjálvir at fáa sær bátar. Men tað sá eg, at hann fekst við verri fjas enn eg - -  

“Jú, soleiðis var tað,” tekur abbi brúðgómsins undir, ættaður úr Søldarfirði, áttati átta ára gamalur, “prestarnir á Nesi vildu, at alt skuldi vera við hitt góða gamla, alt skuldi vera stríð og strev, vinna frá morgni til myrkurs. Yngsta dóttirin hjá Dávi og Kristionnu, Inga, sum skuldi kastast út av hamrinum, tað var móðir mín. Hon var nærkona og hjálpti mongum til lívs. Men tá ið faðir mín gekk út á Nes at vitja festarmoy sína, og tey sótu har í herbergi fyrir seg sjálv, tá gloppaði móðir hennar hurðina, rætti stokkar og tógv inn um hana og sagdi við dóttrina: Tak og kasta upp á hesar stokkarnar og sit ikki fyrir einki! – Men nú verður sitið fyrir einki í ólukkulag. Tey ungu hugsa einans um at aka í bivreiðum. Har sita sveinar og stulkur saman fyrir seg sjálv, men tað verður ikki latið upp á stokkar, tíansheldur tikið í karðar – –“

...Við brúðhleypsborðið er ein, sum finst at nýggju tíðini, at nú var bókstavurin alt. Tá ið hann var smádreingur, fekk hann skammgarnar aftur við dríli, men nú fingust einans týskar klumpar og franska sós. – Men har var skeypsamur Toftamaður, sum huggaði hann og bað hann hava gott treyst: Svá fer heimurin aldri av lagi, at seyðurin hevur ikki skammgarnar – –    

 
18.05.2014
Torbjørn Jacobsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?