Nýtt yrkingasavn eftir Marjun Syderbø Kjelnæs

Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar, sum ikki lata seg beinka.

06.06.2012
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

At vaksa og búnast sum menniskja er mangan torgreitt. Nógv hava kortini ein lagdan veg fyri sær, tá ið trinið verður inn á lívspallin. Eina leið at ganga, sum onkur hevur slóðað fyri og ruddað. Eisini eru reglur fyri, hvussu eigur at verða gingið.

Inn fyri málaðu hvítu strikurnar skulu vit halda okkum. Í myrkrinum lýsa prestarnir gongdu leiðina. Nógv síggja tað, ið er báðumegin vegin, men fara ikki av vegnum, tí rætta farleiðin er løgd. Kanska er best at halda seg innanfyri. Onnur gera tað kanska av ótta, tí tað er ikki lukkuligt at fáa eitt slank útav.

Robert Frost yrkti á sinni meistaraverkið The Road Not Taken. Í yrkingini kemur onkur til ein skógarjaðara, og gøtan, hann gongur, greinir seg í tvey.

Hann er vísur í, at aftur kemur hann ikki, hann fær ikki iðrað seg um avgerðina og byrjað av nýggjum, tí ein gøta tekur aðra við sær. Aftur slepst ikki.

Seinasta ørindi kann vera nøkulunda soleiðis á okkara máli:

tvær gøtur skiltust í einum skógi og eg --

eg fór eftir teirri, har tey fæstu høvdu gingið 

Og tað hevur gjørt allan munin


Kanska er tað so álvarsligt val, ið Marjun hevur staðið andlit til andlits við. Leiðin at ganga. Tí víðkaði myndburðurin er vegurin, ferðin eftir vegnum, ferðin út í ymsar loynikrókar, út í eymar nervatræðrir …

Eg vaksi hvønn tíma

Marjun: Tað tekur langa tíð at vaksa til, eg dugi illa at hugleiða um mín egna uppvøkstur, eg vaksi enn, eg toyggi meg úteftir, uppeftir enn, men eisini niðureftir, inneftir. At liva er ein áhaldandi umskapan. (, eins og alt í heiminum er tað). Eg, eins og øll menniskju, eins og alt í heiminum, fari gjøgnum broytingar og smærri kollveltingar gjøgnum eina lívstíð, eitt ár, ein dag, ein tíma.

At avluta tað avgjørda hevur verið tað, ið hevur gjørt allan munin fyri meg.

Men mær dámar at eygleiða, hyggja hvussu fólk hvítta sær tilveruna upp. Eg kann gera tað nú, tí eg eri komin hagar, eg havi útsýni, har eg fái hugt.Børn hava ikki henda møguleikan. Tey kunnu einans skilja heimin eftir teimum fortreytum, sum tey vaksnu rundan um tey geva teimum. Tað tekur langa tíð at vaksa til. Hvussu langt ber tað til at toyggja seg? Má eg spyrja eg meg sjálva, og ber tað nakrantíð til at slíta seg leysa? Tilvitanin er jú bæði tann, ið fær meg at toyggja meg, og tann, ið hevur fest meg í tilveruna.


Tvíeggjaða svørðið trúgv


Eg dugi illa at hugleiða um trúgv.Eg havi sæð ótrúligan næstrakærleika spretta úr tí, tey kalla trúgv, men úr sama gróðrarbotni eina ræðandi arrogansu, hvørt um annað, eins og fyrigeving og fordøming. Tað fløkist hvørt upp í annað.

Eg kann ikki annað enn undrast, eg má undrast, eg haldi tað er neyðugt at undrast, ikki soleiðis at leggja seg afturá og rista við høvdinum, men at seta spurnartekin við.

Hvat er hetta, sum stingur so djúpt, hvør hevur plantað tað har og hví?

Tað tekur langa tíð at vaksa til. Eg dugi ikki at siga, um eg eri fullbúgvin enn, neyvan, men eg haldi at eg havi lært meg at liva.

Tú hevur ikki yrkt áður

…
"Endast som vittne är menniskjan til..."
 er setningur tikin úr yrkingini Tag og skriv hjá Gunnar Ekelöf. Fyrstu ferð eg hoyrdi hana var í samband við eina fyrilestrarøð hjá Neil Ashley Conrad í Keypmannahavn í 2007, og allar yrkingarnar í savninum hjá mær eru skrivaðar eftir hetta. Tag og skriv eggjar til húðleyst erliga at eygleiða heimin og at taka tað til sín, sum tú sært.  Og so at skriva, sum eitt vitni. Yrkingin rakti nakað í mær, tað kendist sum eg knappliga skilti, hví tað var so umráðandi at skriva. Og eisini hvussu tað kanska kundi eydnast mær at finna inn til ein kjarna í skrivingini.

Men eygleiðingarnar fara ígjøgnum tíni egnu filtur

Ja, objektivar høvdu tær verið óintressantar, eg eri als ikki Ekelöfserfrøðingur, men tá ið hann sigur: Eg lúgvi ikki, og tað lýgur ikki í mær - tá er tað ein ábyrgd hann kemur inná, hetta at tora at lata vera við at fyrigykla sær, at standa andlit til andlit við tilveruna sum sansandi, hugsandi  menniskja. Uttan doyving.

Tú ert ikki annað enn ein vígvøllur

Ein vallari sum sól og stormur

ríva í samstundis. Ikki eftir tørni ella skipað.

Ísakalt í skugganum, glóðheitt í sólini

Sálarinnar apríl


Sýgur tú tær merg úr gomlum yrkjarum?

Ja, eg havi helst ein veikleika fyri gomlum skeggapum.  Fernando Pessoa t.d. var ein sum setti spurnartekin til alt - Alt - og er onkuntíð á markinum til at gerast troyttandi at lesa, og so er hann knappliga ein sólblóma og proklamerar at menniskjasálin er ein trappa. At lesa Shakespeare er sum at vera í einum ódnarveðri av orðum og við William Heinesen er sum at sita og pakka smáar glitrandi pakkar upp osfr. Skeggapur.

Eg royni ikki at stara meg blinda í teimum. Um árskiftið fekk eg eyguni upp fyri eini ungari bretskari damu sum eitur Kate Tempest, ein poetry slammari/rappari - fantastisk. At hon er til her og nú, skrivar her og nú inniligt og leitandi er ótrúliga kveikjandi. Poetry slam skeiðið sum varð hildið á háskúlanum er ein av orsøkunum til at eg kom víðari við mínum yrkingum.  


Ein trippur til USA í einum Dodge

Í Januar 2009 fóru vit avstað, vit høvdu bara keypt ferðaseðil vestur um hav og høvdu lítið annað við okkum enn ein dreym um at royna at ferðast upp á tann frælsa mátan. Vit vóru tríggjar mánaðir burtur og løgdu ongantíð ætlanir meira enn ein ella tveir dagar fram. Eg skrivaði dagbók so hvørt, brotpettir frá eini bilferð úr statunum á eysturstrondini við Atlanshavið og allan vegin yvir um til Kyrrahavið.

Eg festi meg mest við tey menniskju, vit hittu á leiðini, tilvildarligar samrøður og stemningin í tí ikki at vera bundin. Nakað løgið hendi, eg gjørdist greið yvir, hvussu tengd eg var upp í alt uttan um meg, t.d. sá eg meg sjálva í heimloysingunum ið svóvu í parkunum. har vit steðgaðu á, so børnini skuldu sleppa at spæla, men kundi eisini speglað mær í eygunum á ungu ivrigu ferðaleiðarunum, ið vístu okkum runt í mormontemplinum. Eg var um somu tíð eitt rekavætti, og eitt menniskja uttan egna rødd, um somu tíð so fræls, at eg einki hevði eftir at missa, og so fjøtrað, at lívið ikki tyktist liviligt.  Um somu tíð - sálarinnar apríl hevði Ekeløf helst mutlað.

Hugskotið til savnið Rót tripp kom, tá ið eg var heimafturkomin. Eg sá, at tað, eg hevði skrivað á ferðini, hevði nógv til felags við tað, ið eg hevði skrivað frammanundan, meðan vit búðu í Keypmannahavn, og eg eina tíð var so bergtikin av svenska høvundanum. Tað tók mær kortini góð tvey ár aftrat, áðrenn eg føldi at savnið var nakað eg kundi fara at hugsa um at geva út.  

Samrøðan við Marjuna er liðug, men spurningur eftir spurning taka seg upp úr savninum.

At bróta hylkið av sær, onnur gjørdu tær at vera í – eins og firvaldur spreingir reivveru - krevur ómátiligan mátt og uppreistur.

Hylkið var ikki bara hvíti kjólin og lakkskógvarnir, sum smágentan turkaði væl í mottuna, áðrenn hon steig inn um gáttina inn í samkomuhúsið. Hylkið var eisini sjálvt húsið, sum passaði til leiðreglurnar, og sangirnir,  ið passaðu til húsini. Alt var hvørt eftir øðrum – leiðirnar vóru ruddaðar – ein gøta tók aðra við sær – tær hvítu strikurnar á svarta asfaltinum glógvaðu.

Og so gekk hon kortini aðrar leiðir.

06.06.2012
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?