Samrøða við Poul F.
Eg var borin í heim í Laðangarði í Sumba, vaks upp í einum lívsglaðum heimi, við sangi, kvæðum og bókum úti á Hargagarði. Eg royndi at ríma ørindir frá fyrst, eg minnist, men mín fyrsta veruliga roynd at yrkja, var ein lítil táttur, bert sjey ørindi, um eina sera láturliga hending, sum eg sjálvur var áskoðari til. Eg havi verið um 6 ár, tí eg var ikki farin í skúla og dugdi ikki at skriva, men eg skrivaði ørindini upp við prentstavum, tí eg dugdi longu at lesa um 5 ára gamal.
Tað hevði ein trý ár eldri skúlagenta, sum altíð spældi saman við mær, lært meg saman við spæli og leiki, tí hon hevði ofta skúlabøkurnar við, og eg var forvitin. Síðani helt eg fram við at venja meg sjálvur, tí bøkur trutu ikki, heldur enn bløð sum Familje Journal við nógvum lokkandi myndum fyri ein forvitnan óvita. Av ævintýrum las eg fremst Grimms ævintýr og 1001 nátt, H. C. Andersen hevur mær ongantíð dámt eins lítið og Grundtvig og Kierkegaard. Tað var ikki av tilvild, at ein táttur var mín fyrsta trilvandi skaldaroynd. Ávirkaður havi eg mest verið av kvæðunum og sumbiarmentanini. Sumbiarmentan er fedranna mentan.
Eg var 9 ára gamalur, tá eg byrjaði at yrkja kvæði. Eg havi fleir av teimum enn, og eru tey lík teimum vánaligu eldru kvæðunum. Kvæðir yrkti eg, til eg 14 ára gamalur fór undir Ísland at fiska. Afturkomin fekst eg við at yrkja sangir á føroyskum og donskum hvørt um annað. Áðrenn eg fór úr skúlanum, var bert ein tími um vikuna av føroyskum upplestri komin í lag.
Fimtan ára gamalur fór eg til Havnar á læraraskúla, tað var í 1914, beint áðrenn veraldarstríðið fyrra byrjaði. Mær dámdi tað lítið, tí eg vildi sleppa við feløgum mínum frá árunum frammanundan, ið nú ætlaðu sær við sluppini Robert Miller til Íslands, men eg varð tikin av ráði av teimum gomlu. Teir fóru avstað við Robert Miller og spurdust ongantíð aftur. Eg fór til Havnar og ani enn, man ikki eitthvørt Guds barn hugsa: betur tú var farin eisini, og hvør veit, kanska tað hevði verið betri fyri báðar partar, at eg nú sat í Abrahams fangi við Ísaki og Jákupi í dýrdarríki, tí so hevði eingin verið at skapa ófrið í okkara slíggjuta dunnuhyli, og tey lágføttu kundu tá í friði og náðum blabbrað sítt tilvanda dunnublabb og sovið sín trygga svøvn av fullari kjós, uttan at verða støkt úr svøvni so dáttliga, at ein ikki visti antin hann var sokkin ella flotin og vaknaði sum millum heims og heljar av búrhundinum, ið kollvelti.
Onkur spyr væl, hvør skipaði hasum beinum leiki, at eg ikki fór við til Íslands, ein svarar væl kanska Harrans hond, ein annar kanska Illimaður, eg sigi, ein tilvild, hin starblinda lagna.
Eg var av villastu óvitum. Á tólv ára aldri byrjaði viðhvørt ivi í mær, um alt hetta, eg las í bíbliusøguni og Bíbliuni, sum eg tá hevði lisið tvær ferðir á tambi, sum eina aðra søgu, lítlu Karls- og Olgars krýniku og Snorra og Saxo Grammaticus, sum vit høvdu alla, og eg var hugtikin av somu evnum um sama mundið. Eg fekk meg so illa at trúgva slíkum søgum sum Jónasi í hvala-kíkinum, himmalferð Líggjasar profets á rossavogni og esilið, sum prædikaði Bileam profetin aftur á rætta leið, ei heldur trúði eg um ravnarnar, sum hildu lív í Líggjasi profetinum við deyðseyðabeinum, meðan hann búði við ánna Krit til hann reiðiliga var settur í smørleyp afturímóti við hini ótømandi mjølkrukkuni og olivinoljukrússinum hjá einkjuni í Sarepta og so hundraðir av líknandi søgum. Seinri kom afturat ivin um hin trístrenta Gud sum tó bert var ein, hvussu trý kundi vera eitt, fekk eg ikki í mítt fýrkantaða høvd. Eg fati tað ikki enn, hóast eg veit, og havi hoyrt tað sjálvur frásagt, at prestarnir og teirra líkar eru slík flogvit, at teir rokna tað út so lættliga sum at drekka ein kopp av vatni, eins og alt hitt fløkta heilaspunna tankatógvið, hvussu hesin sami tríeinti Gudur kann vera altvitandi og algóður og samstundis so fyrireika eftir Bíbliunnar egnu orðum, at hann hevur skapað fanan og helviti fullbúgvið við báli og brandi at taka ímóti okkara syndabjølgum, langt áðrenn nakað mannabarn hevði sætt dagsins ljós, og tá ið so Ádam og Eva ganga syndafrí í Edens urtagarði, vísir hann teimum á eplið, og sigur, at tey máttu ikki eta av kunnleikans træi, tó at hann sum altvitandi fullvæl visti, áðrenn skapingardag, at tey fóru at gera tað, hóast ávaring hansara. Og tá ið so eplið eftir hansara egnu forhonds vitan er etið, letst hann sum tað var hitt mest óhugsandi, ræðiligasta brotsverk, her var útint, og bannsetir tey og alt livandi á foldum, sjálvt nýføðingar og djór. Í 4000 ár, eftir prestanna meting, gongur hann so í harmi og goymir upp á Ádams brotsgerð, sum hann ikki á nakran hátt kann fyrigeva manni. So knappliga skiftir hann sinnalag, og sendir einasta son sín til jarðar, og tá ið vit so hava krossfest Gudasonin, sum hin altvaldandi og altvitandi visti frammanundan, verður pápin so findarblíður aftur, sum hann ikki hevði verið síðan undan syndafallinum. Hetta er mergurin í kristna átrúnanum, beinleiðis, sum Bíblian greiðir frá, og prestarnir og teirra líkar prædika um. Hann skal hava fleiri heilavindingar enn eg, ið kann greiða hesa babylonsku, egyptisku, hellensku og jødisku heilavillu, synda- og frælsisfløkju. Og fleiri hugsandi unglingar enn eg mugu hava rent høvdið ímóti hesum knortluta steinaldarmúri, sum enn verður bygt á, og tí er eitt talandi dømi um, at meginparturin av fólki í dag, frá manninum á gøtuni til hin teologiska professaran, ikki dugir at hugsa frægari enn steinaldarmaðurin, sum geipaði trúligt og ótrúligt, líkt og ólíkt saman í ein heilavillan vavgreyt, tí hann visti ikki, hvat ið logisk, altso fylgjurætt hugsan var. Eg má siga, at eg var illa við, fyrsta mær rann í huga, bíbliusøgurnar vóru ótrúligar, og eg bað Gud bønliga fyrigeva mær, tí eg visti væl, hóast eg bert var tólv ár, at ein skuldi trúgva øllum, leyst og fast, blundandi, ella hevndi Gud seg. Tað hevði eg sjálvur lisið mong dømi um í bíbliusøguni. Eg gekk í kirkju, men tvætl, ivin herjaði á, harðari fyri hvørja ferð, og ein tíð rann við skiftandi iva og syndaiva, eg óttaðist Guds hevnd og tordi ikki at geva meg ivanum heilt í vald.
Eitt kvøldið, eg var bert trettan ár, tá eg hevði verið serliga illtrúgvin um dagin, tók eg til ráð at yrkja ein sálm til at blíðka Várharra við, eg minnist nú bert tvær reglur úr einum ørindi: »Du tilgav David for hans bøn, så tilgiv mig Guds kære søn.« Men einki batti, ivin fekk líðandi fastari fótafesti. Ongum tordi eg at lata meg upp fyri, tí eg helt tað vera ov stóra skomm at siga nøkrum frá, hvussu heiðin eg var vorðin, báði fyri meg sjálvan, og so fyri faðir og móður. Eg mátti einsamallur stríða mítt stríð og við egnari megi kvetta ein fyri og annan eftir av átrúnans hýggjuskotnu høgguslokkaørmum. Eg varð konfirmeraður í Porkeris kirkju, satt at siga hoyrdi eg lítið og einki av konfirmatiónsrøðuni, eg var meiri hugtikin av mínum konfirmatiónsbúna og gentu. Aftaná var eg boðin inn til skyldfólk í Vági, og tveir aðrir sumbiardreingir eisini. Vit tríggir skemtaðust í góðum lagi um mangt og hvat okkara millum; tá leyp mær av munni: Her situr hin heiliga tríeinigheitin og drekkur kaffi. So brátt, sum eg hevði sagt hesi orð, runnu mær í huga orðini í halgubók, at fyrigeving fanst fyri øllum syndum uttan synd móti halga andanum, slíkt kundi ikki fyrigevast fyri allar ævir. Eg var ógvuliga illa við, tí við áðurnevndu orðum hevði eg jú háðað andan halga, tá eg líknaði okkum tríggjar við Gudarnar. Hesi míni orð runnu ofta fram fyri meg ta fyrstu tíðina og fyltu meg við helvitis ótta, men so við og við fann eg uggan í teirri trúgv ella hugsan, at hetta um andan halga var kanska geip, sum so mangt annað í halgubók. Vitið vann líðandi av venjing og vana.
Í Havnini bar eg saman við ein 3–4 ára eldri læraranæming, ið var ein vitugur og mentaður unglingi, kunnigur við og ávirkaður av I. P. Jacobsen, stóra danska skaldið. Hann var fyrsta menniskja, eg hitti við somu hugsan um átrúna sum eg sjálvur, men hann var væl meiri vitandi og búgvin, og hann kundi eg skifta orð við um øll míni áhugamál. Aftan á skúlatíðina í Havn skiltust okkara gøtur, hann var viðvendur, endaði sum missiónsmaður – mangt er forborgið. Eg stóð undrandi eftir, og tað undrar meg enn, men heilsu mína og tøkk fyri havnartíðina veiti eg honum her.
Í skúlatíðini kom eg saman við Chr. Matras, sum tá fekk sínar fyrstu yrkingar prentaðar; hann var borin á lógvunum av Mads Jacobsen og Rikard Long, ið settu stórar vónir til henda unga alva og hansara skaldagávur, og síðani eggjaðu og stuðlaðu teir honum til at taka dr. Jakobsens vísindaliga málstarv uppaftur. Eisini William Heinesen kom eg at kenna, tí hann gekk inn til madam Ellingsgaard, har eg gisti, at hitta Knút Nygaard seinni lækna, sum eisini gekk í realskúla. William og eg vóru lítið kendir kortini, vóru ókendir altso, tvey óskrivað bløð, ið ikki høvdu vágað at bjóða okkum fram sum skald á prenti eins og Christian. Eg yrkti tó yrkingar, meðan eg var í Havnini, men smæddist at koma fram við teimum. Eg var 16 ár, tá eg yrkti eina, um hvør ið ymist er við religiónum, ið endaði so:
Nei, lívið er nóg fløkt og stutt, sum tað er,
latið okkum njóta og elska alt her.
Lat hvønn sínar gudar eiga,
hvat nyttar at stríða um keisarans skegg,
um hvat ið er handan lívsins vegg,
lat deyðan gá sín veg.
Annars hevði eg nógv meiri áhuga fyri
amtsbókasavninum og H. N. Jacobsens bókahandli enn læraraskúlanum.
Í 1917 á sumri var so síðsta eksamian, samstundis var eitt stórt hálendskt herskip, Ceylon, á veg til Havnina. Á veg til Batavia í Indonesia var tað komið inn á Havnina, har tað lá langa tíð; eg fekk at vita av, at teir tóku væl móti ungum sjálvbodnum monnum til hertænastu í Indonesia, sum tær hálendsku, eystindisku oyggjarnar nevndust. Eg og ein tvey ár eldri mykinesdrongur, Laurits, komu ásamt um at fara sum sjálvbodnir hermenn til Indonesia, men treytin frá mínari síðu var, ikki uttan eg fall við próvtøku. Tað kundi henda, roknaði eg við, at matematikk og grammatikk, sum eg hataði sum svartadeyða, tí fyri mær, eitt blaðungt skald, vóru tær so turrar og keðiligar sum eitt piðað skrovbein, at tær komu at seta fót fyri meg, tí eg hevði lagt nógv meiri dent á skaldskapin og kærleikan, sum eisini uttan sammeting vóru alvegis meiri hugtakandi og stuttligari evnir at gera seg kønan í enn matematikk og grammatikk, tvey beinarað við ongum kjøti á. Í hesi tíð yrkti eg mangar av mínum fyrstu ástarsangum. Kvinnuhugaður var eg longu frá fyrst eg fór í skúla. Tíbetur ella kanska tíverri, Gud viti, fekk eg læraraprógv, og var ikki ringastur, hóast eg væl kann siga, at eg hevði spælt meg ígjøgnum lærutíðina og lært meg sjálvan tað, sum mín hugi stóð til, fleiri ferðir meira enn eg lærdi á læraraskúlanum, takkað veri amtsbókasavninum og bókhandlinum, og so mínum sjáldsama góða minni.
Í 1918 stóð mín fyrsta yrking í Tingakrossi, í 1919 stóð mín næsta í Føroyatíðindi, og síðani komu fleiri ár um ár í Krossin. Og størsti blaðmaður okkara, Kristin í Geil, frælsiskappin og andshetjan mikla, ið gekk Jóannesi bónda næst, skrivaði til mín, at eg minti hann um Heinrich Heine, hansara ungdómskærleika, og tað var so satt sum tað var sagt, men Heine og Burns hava tó ikki beinleiðis ávirkað meg, men tað var eins og eg møtti næstu skyldmonnum, tá eg kom at kenna teir.
Fyrst í tjúgunum hitti eg Rikard Long og vísti honum eina rúgvu av yrkingum; tá ið hann hevði lisið tær, minnist eg, at hann segði, at tað var sjáldsamt at síggja so nógvar góðar yrkingar av einum nýbyrjaðum yrkjara. Kristin í Geil og Rikard Long sóu beinan vegin, at her var ein Stella Nova, sum lýsti við fleiri litum enn vanligar stjørnur av okkara skaldum, og teir báðir vóru einastir av navngitnum monnum, ið vóru so víðafevnandi av lyndi og vitan, at teir altíð dugdu at fata Pól F.
Rikard Long gav út mítt fyrsta yrkingasavn: Gaman og álvara, við Gravarferðini og øðrum yrkingum, í 1924, og hon var mest keypt av realskúlanæmingum, og nógvar av mínum yrkingum komu í Varðan í teirri glæsiligu tíð, sum Rikard skipaði fyri honum og gjørdi hetta tíðarrit til ein veruligan mentanarvarða, sum røkkur hátt yvir allar seinri varðar á okkara mentanarleið. Í jólabókum Varðans 1924 og 25 stóðu fyrstu søgur av mær …
Yvirhøvur hevur tað altíð verið og er tað enn, sum mong brøv til mín millum ár og dag prógva, at háttmentaðir føðilandsvinir, ið hava havt tokka til skaldskap mín, hava verið sjálvlærdir. Nógvir skrivandi hava ligið mær eftir lívinum sum skald báði í Føroyum og uttanlands. Meg minnist, tá ið Songbók Føroya fólks kom út av nýggjum í 1930, tá spurdi innsendari í Dimmu, hvør ið atvoldin var, at Pól F. ikki hevði fingið innivist; tá svaraði Dimma, at Pól F. hevði ongan sang yrkt, sum var verdur at koma við í Songbók Føroya fólks. Ikki fyrr enn í 1955 var eg verdur at sessast ímillum øll stórskaldini, ið nevnd vóru, við 16, meðan Chr. Matras afturímóti var verdigur til 17, og Hans Andrias til yvir 30. Í bókmentasøgu Føroya í 1935 var eg ikki nevndur …
Í 1942 tók bróðir mín Einar Joensen, prentari, sær um reiggj, hjálptur av Rikardi Long, at geva út eitt yrkingasavn av mær, og nevndi eg tað »Millum heims og heljar«. Navnið sigur, hvat eg roknaði við, og savnið loypti eisini ein slíkan hvøkk í mong, sum ongantíð áður nøkur føroysk bók. Hon varð útseld við tað sama, hóast bert okkurt blað nevndi hana sum Sosialurin, ið segði, at Pól F. hevði livað í einum einsemi, sum var næstan ófatandi. Og Dagblaðið, sum tó bert prentaði nakrar reglur av ummæli, Rikard Jensen hevði skrivað um meg. Dimma nýtti sín gamla strutsasið, stakk høvdið undir í fávitskudýpið og tagdi. Tað var alt, ið sagt var um mest fjølbroyttu broyting og mest seldu bók í Føroyum. Nógvir gudiligir heimføðingar vóru illa við, tá teir sóu seg hava keypt fressin í posanum, tá teir lótu bókina upp, og ikki fáar av »Millum heims og heljar« máttu á báli brenna.
Í 1947 kom onnur økta »Millum heims og heljar« út. Dimma heilsaði henni við teimum orðum, at tað var synd í pappírinum, sum slíkt tvætl var prentað á, ungur asfaltmaður úr Hoyvík skeljaði mítt skaldaverk í spønir í Dagblaðnum, sum einkisvert, tá ið nøkur smáørindir vóru undantikin. Verði tað honum fyrigivið, tí blaðungur sum hann var, var hann ikki búgvin at taka nakað úr sínum egna brósti, tað var eitur, teir høvdu spýð niður í hann á flatlondum, sum hann her sprændi á meg. »Lívsins kvæði« kom so út 1957 og fekk somu móttøku av okkara andskryplingum við Dimmu á odda. Hon fann einans stríðið á Húnalandi vert at nevna og sýndi sítt margháttliga skaldaskyn við at seta eitt hitt veikasta ørindi í kvæðinum fram sum dømi um góðan skaldskap. Einki fullfíggjað yvirlit, hvaðna minni metan av mínum skaldskapi, hevur enn sæð dagsins ljós; sjálvt Rikard Longs frálíka útvarpsrøða á 60 ára føðingardegi mínum, fevndi ikki um hálvan mannin; tað sum aðrir hava sagt av góðum um meg, hevur verið heldur vatndeyvt og skilliga skrivað í ótta fyri ikki at samríma við akademiskar mótaskaparar; eg skal bert taka magistara Óla Jacobsens ummæli av skaldunum, sum standa í Poul P. M. Pedersens anthologi, umsetingar eftir føroyskum yrkjarum nevnd »Mellem bjerg og brænding«, sum dømi. Janus og Hans Andrias eru umrøddir hvør á sínum tveimum síðum, William, sum skrivar á donskum og er donskum lesarum alkunnugur gjøgnum bøkur og mong ummæli, hann fær heilar tríggjar og Chr. Matras tvær, og um Pól F. er ein sløk síða, hann er »en talentfuld« t. e. nevniverdur skemtari og spottari sipandi til Gravarferðina í tí gamla, annað tykist maðurin ikki at kenna ella halda vera vert at taka í munn av mínum skaldskapi og virki fyri mál og mentan og frælsi. Av yrkingum í somu bók eigur Janus 17, og tað er honum uppiborið, Hans Andrias 18, William 12, Christian Matras 13 og Pól F. 5, hin vanliga mannminkanin, bert eitt einasta lag er sett til sang av mær.
Eg bað einaferð Waagstein gera okkurt lag til mín, og hann játtaði og bað senda sær sangin; eg so gjørdi, og eg fekk ikki orð ella eið aftur nakrantíð frá honum. Janus og eg hava, uttan ávirkan hvør av øðrum, føroyskað ella umyrkt »Udrust dig helt fra Golgatha« og »Brede sejl over Nordsjö går«, hóast mín sálmatýðing ivaleyst stendur mát við Janusar, er hon fjónað av øllum, og hansara sett í hásætið, ikki tí at hann var meiri gudrøkin enn eg, tann vegin kundi tað verið hipp sum happ við Pól. Og »Brede sejl over Nordsjö går« hjá Janusi hevur Waagstein við í skúlasangbók síni, hóast mín umyrking uttan nakað ivamál er so nógv betri enn Janusar.
Útvarpið hevur fleiri ferðir havt sendingar av øllum eldri føroyskum yrkjarum, smærri sum størri og enntá onkrum, sum ikki er yrkjari, uttan kappanum útlagna Pól F., hann hevur tað ikki við. Thomas Nygaard hevði minnissending um Robert Burns; eg havi eisini umyrkt nógvar yrkingar eftir Burns í »Millum heims og heljar« og aðrastaðni, so ikki slapst undan at nevna meg við navni, men einki las hann upp av mínum yrkingum, men einar átta av Christiani Matras, og tað var ikki nóg mikið at tær vóru lisnar upp fyrst, men teir høvdu eitt heilt sangkór at syngja somu sangir umaftur; er slíkt ikki akademisk snobbing, so veit eg ikki, hvussu tað skal nevnast. Havnar sangfelag ella musikkfelag hava ongantíð, mær vitandi, hvørkin her heima ella á uttanlandsferðum havt ein einasta sang av mær. Hví ? Eg haldi tað er snobbing. Soleiðis hevur verið alla mína tíð, teir kunnu ikki umbera seg við, at eingi løg eru til mínar sangir, tí eg havi við nógvar sangir viðmerkt, hvørji løg teir kunnu syngjast til, so atvoldin til hesa undirmetan av mær sum skald tykist eisini vera snobb.
Hvussu eiðasørir enntá skald kunnu vera fyri skili í hábærsligari málbering og skaldskapi sæst eina best av, at Jens Pauli Heinesen, í Dagblaðnum, har hann ummælir útvarpið ofta, – ikki hevur tikið Bjargingar-bragdið hjá mær upp á tunguna, men beint aftaná við himmalvendum eygum er hann fallin á knæ fyri einum dekni, ið hevur lisið ein lestur sera væl í útvarpinum; slíkir eru orðførararnir fyri nýføroyskari mentan, og tó havi eg frá mongum monnum fingið takkarbrøv, og eisini manga munnliga tøkk fyri nevndu frásagnir í Seggjasøgum, ið stórt sæð siga tað sama, sum kendur skaldskaparkønur maður, sum eg hitti á Havnarferð í summar, segði við meg, at ongantíð hevði hann lisið ella hoyrt slíkan skaldskaparligan stórleik ella slíkt mergjað føroyskt mál. Eg kundi nevnt mong onnur dømir um mannminkan, men lat fara.
Um nakar heldur meg bera harm og trega av lívslangari mótstøðu og undirmetan av mær sum skaldi, so fer hann skeivur, tí tað hevur ikki rinið við mítt sjálvsálit, góða lag og lætta lyndi, heldur enn at sletta vatn á fitjufugl. Eg kann hava kent harm í løtuni, men eg havi altíð kunnað tveitt tað til viks, og havi heldur sligið dygt aftur, tí eg haldi, sum teir fornu tóku til: Tak tær ikki mannminkan av minni manni at tær.
At vera bundin við lærarastarv, tað mest andsoyðandi virki, sum hugsast kann við sínum upp í saman tugdu vevjingum um bábylonskar steinaldarsøgur og jødiskar molbúarasagnir og annað putl í lívslanga tíð, tað beyð mínum íborna iva og granskandi viti og villa lyndi so hart ímóti, at eg kvetti av sum tann boheme, eg á botninum eri, og vildi heldur missa eyð enn mítt frælsi.
Eg havi síðan verið við til mest alt, vanligir føroyingar fáast við; sjálvsagt hevur tað minkað nógv um mína tíð, og harav eisini umfarið av mínum skaldskapi, umframt tað, at mítt skaldalív hevur verið eitt støðugt stríð við meg sjálvan, at fáa tikið pennin í hond, so sum verið hevur hjá fleiri stórum skaldum. Tað hevur oftast boðið mær ímóti, men havi eg tikið pennin í hond, so hevur aloftast ligið raðið at yrkja ella skriva. Eg havi ikki átt gull og grønar skógir og ofta illa fyri tubbak, tí okkara skiftandi floksstýri hava einki skil havt fyri slíkum, fyri skaldskapi. Allur hin mentaði heimurin tekur tað sum ein heiður og sjálvfylgju at geva fremstu skaldum og øllum listarmonnum góð livi- og virkiskor. Okkara bókaheimur er fátækur enn, ikki tí at skaldagávurnar tróta, men stórur skaldskapur krevur sín mann, hansara tíð og evnir so fult og heilt sum einki annað virki. Fólk flest trúgva, at tað er tað sama sum at taka einar bindingarstokkar í hondina, at yrkja ella skriva, og sama trúgva ivaleyst stýrismenninir á hesum landi. Skaldskap halda teir skapast av handahógv.
»Væl hevur Ólavur kongur oss føtt«,
segði Tormóður á Stiklastað,
men nær hevur løgtingið nakran mann gøtt,
sum á gudanna máli kvað,
trý rakfødd og fýra fjøðursár skald
er Føroya lands ogn í dag. –
Eg havi sum sagt ikki livað í rúmligum korum heldur enn aðrir vanligir arbeiðismenn á einum plássi við einum kroniskum arbeiðisloysi, so
Mítt lív var ein gerandisdagur,
mín háfloygda vón fór í sor,
av harmi við hvørt í stormi mót broddi
eg sigldi meistrar og segl yvir borð,
men altíð Apollon meg menti
og Bacchus við gleðiskál,
so aldri eg lívsdirvið misti,
men stinnur eg stevndi á mál.
Men takkað veri tí kortini, at eg havi verið við til mest alt, flestu føroyingar takast við í dagliga lívinum, tí tað hevur gjørt meg meiri búnan og kunnugan við alt, sum eyðkent føroyskt er, í vinnulívi, á fjøllum, í bjørgum, í brimódn og skipsfiskiveiði, enn nakað annað føroyskt skald …

Tórður Jóansson
Úr bókini Heilsan Pól F. (Sprotin, 2012)
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
Hon er ljós og løtt at síggja til - nýggja bókarútgávan hjá Tóroddi Poulsen, ið bókmentaliga og listaliga má metast sum ein sannur…
Bókaprát
Debutanturin hesa ferð
Nýtt yrkingasavn, sum Snæbjørn í Dali hevur skrivað.
Bókaprát
Illgruni
Spenningssøga eftir viðgitna sveisiska høvundin FRIEDRICH DÜRRENMATT. Annfinnur Zachariasen týddi.
Bókaprát
Í eygnahædd
Mentanarnáttina legði Kinna Poulsen fram sítt heildarverk um føroyska samtíðar myndlist.
Reinsaríið var fult, tónleikurin góður,…
Bókaprát
Orð og tónar á mentanarnáttini
Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarná…
Bókaprát
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlista…
Bókaprát
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv…
Lesikrókurin
Skunda tær at elska
Lesikrókurin Kristi himmalferðardag verður um bókina "Skunda tær at elska" eftir Alex Schulman. Marna Jacobsen tosar við teir báða…
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív