Turkaðar sálir

Kjakið um skúlan er ikki nýtt. Tað hevur verið frammi við jøvnum millumbilum síðan seinna veraldarbardaga, enntá longri aftur í tíð, og er satt at siga ikki broytt nógv síðan byrjan. Tó var kjakið fyrr í høvuðsheitum um (føroyskt) mál, lærugreinir, hølisviðurskifti og líknandi evni, meðan fólk í dag spyrja, um skúlin yvirhøvur hevur nakran leiklut í samfelagnum, um hann kann yvirliva, og um hann er til størri skaða enn gagns.

18.08.2010
Firouz Gaini
Etikkur og politikkur
Kring alt Evropa royna serfrøðingar við ymsum fakligum heitum at loysa álvarsama trupulleikan at fáa skúlan á rættkjøl aftur, og uppskot teirra eru nærum talleys. Royndarskúlar verða valdir út, har lærarar og næmingar skulu kanna nýggj námsfrøðilig ástøði. Tann rætti lykilin, ið letur ta tíðarhóskandi skúlastovuna upp, skal finnast (um skúlastovur væl at merkja yvirhøvur eru partur av verkætlanini fyri framtíðina).

Tosað verður um, at skúlin skal vera avbjóðandi og dýnamiskur, at hann skal geva børnunum eina sterka barlast, sum hóskar til nútíðarsamfelagið, og at hann skal, ikki at gloyma, hevja landsins mentan og tjóðsamleika. Kunnu hesi krøvini veruliga sigast at umboða nakað nýtt íkast til kjakið um skúlan, spyrji eg meg sjálvan. Eru tey ikki líka gomul sum skúlin sjálvur?

Tosað hevur verið um tann nýggja »góða skúlan« - men hvør vil ikki hava ein góðan skúla? Skúlin er ikki meira opin, enn hann hevur verið. Hann er enn, hjá nógvum børnum, eitt fongsul, hóast veggirnir møguliga hava skift lit, og gluggarnir viðhvørt standa hálvopnir.

Kjakið um skúlan fylgir í nøkulunda tí sama sporinum sum altíð, har málið er at finna eina felagsloysn til øll, eina skipan til øll, eitt pensum til øll, og ein moral til øll; hædd verður ikki tikið fyri mununum á einstaklingunum í flokkinum.

Floksmentanin er í hásæti. Øll skulu útbúgvast eins, øll skulu standa saman, og tey, ið ikki fylgja dagsskránni, mugu sjálvi taka neiligu avleiðingarnar av asosialu atferð síni. Innihaldið í tímanum broytist nakað, men útgangsstøðið er framvegis, at øll skulu laga seg til skipanina, formast til tað sama úrslitið. Eisini verður í kjakinum nógv gjørt burturúr at vísa, hvussu umráðandi tað er, at tey ungu fáa ta røttu barlastina til (sein)modernaða samfelagið, ið setir nýggj krøv til tann einstaka borgaran.

Sostatt er málið enn at skapa ein serligan borgara, ið skal hóska til eitt serligt samfelag - heldur enn at hugsa øvugt, at skúlin kann skapa aðrar ella fleiri týpur av borgarum til fjølbroyttar vaksnamannatilverur.

Og tað kundi eisini av sonnum sigast, at børnini, tá ið tey komu úr aftur skúlanum, mest vóru lík tómum hesputrøum. Sál teirra var órørd, hon hevði onga andaliga føði fingið, og tann tvørliga orðamongd, tey í hesar tríggjar seinastu dagarnar høvdu knógvað í teirra minni, var nú lætnað av eina ferð.
(Rasmus Rasmussen, úr Bábelstorninum)


KJAKIÐ UM SKÚLAN nertur næstan ongantíð við tann viðbrekna spurningin um tapararnar og vinnararnar í skúlaskipanini. Fáar eru tær røddir, ið opið tosa um, hvussu trupult tað er hjá nógvum børnum at laga seg til viðurskiftini í skúlanum, ið er sum eitt avbyrgt samfelag í samfelagnum.

Tó vita næmingarnir sjálvir væl, at hesin trupulleikin er veruligur. Teir merkja hann hvønn dag. Skal skúlin tæna børnunum ella lærarunum ella samfelagnum? Hvørji eru ørindir skúlans? Ein skúli, ið framleiðir marginaliseraðar »idiotar«, er ongantíð nóg góður. Samskiftið ímillum lærara og næming verður ei heldur serliga ofta nevnt í kjakinum um skúlan. Sum heild verður mest tosað um, at ein nýggj tíð við nýggjum virðum krevur ein nýggjan skúla við nýggjum virðum.

Næmingarnir skulu formast øðrvísi enn fyrr, men teir skulu framhaldandi læra pensum og bara pensum. Pensum lýsir veruleikan, røttu trúnna, røttu heimsáskoðanina og skal skapa tann rætta næmingin, ið samfelagið hevur brúk fyri. Men pensum til fólkaskúlan umfatar oftast bøkur, ið ongin annar enn skúlanæmingurin nakrantíð brúkar. Tað er tað turrasta og keðiligasta tilfarið, ið er at finna í bókmentunum heima og úti. Tað turkar sálina upp. Tað umfatar ramsur, árstøl og (standard) ævisøgur um kend fólk úr søguni. Tað mesta er gamalt og deytt, stirnað og seigt.

Musestille satt syvogtyve rygger trofast bøyet over tall og bokstaver, fromt hengitt til den sjelelige uttørkning som etterhvert skulle gjøre dem voksne.
(Jens Bjørneboe 2003: 76)


Børn og ung kundu tað sama lisið veruligar bøkur; tilfar, ið er evnað til frí vaksin menniskju kring allan knøttin, tí tað hevði verið minst líka gevandi. Børnini hugsa ikki í básum, kategorium, ið avmarka alla vitan til serligar epokur og ismur, serligar lærugreinir og ástøði, serlig øki og mál, men fara út um mørk og síggja onnur sambond og eyðkenni í tí sama tilfarinum. Tey er skapandi og hava sum heild sera góð evni at skapa assosiatiónir.

Tað er onki tey heldur vilja enn at læra, men tað skal vera stuttligt og spennandi, avbjóðandi! (fyri at brúka mótaorðið í kjakinum) og livandi. Skúlin er bygdur upp sum ídnaðarfyritøka, ið hevur stórframleiðslu av serligari »standardvøru«, heldur enn at skapa fjølbroyttar »vørur«, ið styrkja heildina. Kapping kemur fram um samstarv, karakterir fram um menniskjansligar dygdir, reglur og lógir fram um samráðingar, og sjálvpínsla fram um njótilsi.

Trýstið á skúlan um fakligan førleika og próvtøkukrøvini til framhaldsskúlan til upptøku á HF og í studentaskúla gera, at tann fakligi parturin so at siga fær alt, og tann parturin, sum er at skapa líkindi fyri uppliving og sjálvsvirksemi, so næmingurin fær betri hug at læra, royna sítt hugflog, venja síni evni til sjálvstøðuga meting og støðutakan, og at menna seg í treysti til sín sjálvs, og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum, mest sum hevur ligið á láni.
(Pauli Nielsen 1998: 232-233)


TAÐ ER SERA TORFØRT at endurnýggja skúlan, tá sjálvt fundamentið tykist vera sera avoldað og tungt. Tað er sum at royna at gera eitt einaveldi demokratiskt uttan nakra kollvelting; ella sum at gera ein kommunistiskan stat kapitalistiskan uttan at skifta landsins leiðslu út.

Harvið er ikki sagt, at skúlin ikki eigur nakra framtíð, als ikki, men at tað krevur eitt størri (og breiðari) tak at lyfta hann upp á rættkjøl aftur. Kjakið er ov snævurt sum er. Skúlin kann ikki sjálvur, uttan uppílegging, loysa allar trupulleikarnar, tí talan er um ein stovn, ið alt samfelagið hevur ábyrgdina av. Eisini er neyðugt at fáa tey, ið ikki sjálvi eru partur av skúlaverkinum, at luttaka, til dømis tey, ið umboða politiskar, (privatar) búskaparligar og mentanarligar stovnar.

Sum áðurnevnt haldi eg, at nógv, ið nú verður sagt, ikki er øðrvísi enn tað, ið eisini varð sagt fyri 20 og 40 árum síðani. Tosað verður um kvalitet og (vitanar) støði, nýggj krøv og greiðari treytir, men lítið og onki um sosialu, sálarligu og mentanarligu støðuna hjá teimum einstøku børnunum, sum hvønn dag sita í sínum skúlastovum og royna at vera góðir næmingar. Tey eru - enn - fyrst og fremst eitt savn av karakterum, ið opnar ella letur aftur dyr til framtíðardreymar og -vónir.

Skúlin er yvirvaldstrúgvur, stigskipaður og veitir »virðislønir« útfrá eini snævrari fatan av vitan og vitsevnum, sum í høvusheitum grundar á pensum og karakterir. Hann hóskar sera væl til nakrar týpur av menniskjum, als ikki til aðrar. Nøkur gleða seg at koma í skúla hvønn morgun, onnur høvdu rýmt av landinum, um tey megnaðu tað fyri at sloppið burtur úr teirra ringastu marru...

De virkelige rømmerne er bare helt ekstreme tilfeller, barn som er kommet i alt for sterk konflikt med skolen, og som har bevisste vanskeligheter. I virkeligheten lider så å si alle elevene under det samme i forskellig grad.
(Jens Bjørneboe 2003: 153)


Skúlin er harður og gevur bara ein møguleika. Karakterirnir verða standandi. Teir lýsa tín samleika; tínar dygdir; títt virði. Og nógv, bæði lærarar og næmingar, keða seg illa í skúlanum. Tað eru endaleysar endurtøkur á skránni. Dagarnir eru eins. Vikur og mánaðir og ár fara framvið. Heimurin gerst fýrkantaður.

Pensum drepur hugin hjá nógvum at lesa og læra. Tekstirnir skulu tulkast, sum lærarin sigur, boðskapurin í søguni er eisini niðurskrivaður (so at ongin næmingur »misskilir« seg sjálvan og høvundan), alt er lagt væl til rættis, so at børnini skulu fáa alt tað inn í sítt høvd, ið sigst vera mest neyðugt fyri menning teirra.

Næmingarnir eru sera óvirknir, sita fyri tað mesta og lurta og taka ímóti heldur enn at skapa nakað sjálvi. Teir skulu sita stillir, lesa, skriva, loysa uppgávur og lurta eftir læraranum; teir skulu ikki órógva, ikki skapa ófrið, ikki mótmæla og ikki royna at skapa broytingar. Disiplin er grundsteinur í skipanini. Teir skulu gera alt, teir megna fyri at fáa tað besta úrslitið í flokkinum.

Fyrr órógvaðu næmingarnir fyri at særa læraran, tað var persónliga vent móti læraranum. Nú órógva tey, tí teimum leiðist við skúlan og umhvørvið sum heild, tað er ikki rættað móti læraranum sum persóni.
(Rógvi Thomsen 1998: 380)


MEÐAN ROYNT VARÐ at skapa ein opnari og rættvísari skúla í seksti- og sjeytiárunum, so verður í dag roynt at skapa ein strangari og meira skipaðan skúla aftur, tí at næmingarnir, verður sagt, eru vorðnir ov dovnir og líkasælir. Skúlarnir fáa ikki góð úrslit, tí at næmingar gera ónáðir og hava ov lítla virðing fyri lærarunum.

Við øðrum orðum hevur skúlin hjá sekstiára-ættarliðnum ikki eydnast sum vónað, miðalkarakterirnir eru ikki nóg høgir, og heldur enn at royna skapa eina alternativa tíðarhóskandi skipan, verður nú í stóran mun farið aftur til tann »gamla« skúlan við strongum eftirliti, harðari revsing og nógvum próvtøkum.

Nýggja danska karakterskipanin við karakterinum ÷2 (minus tvey) er eitt gott dømi um støðuna í dag. Nýggja karakterskipanin skal hjálpa teimum bestu og revsa tey veiku, heldur enn at fara burtur frá karakterskipanini, sum í sjálvum sær er partur av grundleggjandi trupulleikanum.

Sostatt verður framhaldandi birt undir kapping ímillum næmingar og víst væntandi virðing fyri øðrum gávum og eginleikum enn teimum, ið hava beinleiðis við pensum og (siðbundnar) próvtøkur at gera. Her sæst so týðiliga, hvussu djúp kreppan í skúlanum er. Minus tvey er ein ússalig loysn at leggja fram; eitt nýtt sjúkueyðkenni heldur enn ábót.

We don´t need no education
We don´t need no thought control
No dark sarcasm in the classroom
Teachers leave the kids alone
(Pink Floyd, úr Another Brick in The Wall)


SKALDIÐ OG ANARKISTURIN Jens Bjørneboe í Noregi skrivaði fyri fimmti árum síðani, í 1955, bókina Jonas, sum elvdi til ómetaliga vreiði og øsing í øllum tí norska samfelagnum. Bókin er eitt atfinnandi meistaraverk, langt framman fyri sína tíð, um hálvsadistiska norska skúlaverkið og átti at veri pensum í øllum skúlum!

Jonas er orðblindur drongur, ið verður roknaður sum »evnaveikur« og skaðiligur fyri tann vanliga fólkaskúlan í Oslo. Lærararnir og skúlaleiðslan skilja ikki, hvat tað merkir at vera orðblindur og royna at trýsta Jonas mest møguligt áðrenn avgjørt at enda verður at tveita hann út úr skúlanum og senda hann til »Idioten«, ið er eyknevni fyri skúla hjá teimum veiku, ið ikki klára at lesa.

Jonas ynskir sjálvandi ikki at fara á »Idioten«, ið kann sigast at vera portrið út úr samfelagnum og til eina avbyrgda tilveru sum glataður »idiotur«. Bjørneboe, ið sjálvur - sum so nógv onnur listafólk - haltandi fór ígjøgnum skúlaskipanina uttan nakað vakurt próvbræv, skrivar tíðliga um ymisk evni, ið veruliga komu inn í kjakið um skúlan í seksti- og sjeytiárunum.

Gutten deres er åndssvak. Han kan aldri følge med blant normale barn. - Det vil være best for ham å komme på en skole for åndssvake [...] Gode skoler for høye pointsummer. Og slike barn som Jonas, de river ned pointsummen for hele skolen. De ødelegger for skolen sin.
(Jens Bjørneboe 2003: 91-92)


Jonas oyðileggur felagsskapin, hann gevur skúlanum trupulleikar, hann skaðar støðuna hjá floksfeløgum sínum, og má harvið offrast. Tað er eisini best fyri Jonas, siga lærararnir, at sleppa inn í felagsskapin hjá teimum evnaveiku. Tó, sigur Bjørneboe, er avgerðin eitt stórt brotsverk, eitt ræðuligt mistak, ið týnir tær síðstu vónirnar, Jonas hevði at klára seg bara hampiliga væl í samfelagnum. Hansara ljós slóknar. Og hann er bara ein av mongum, ið ikki hóska inn í skipanina.

Tað er ikki Jónas, ið er trupulleikin, men skúlaskipanin og moralurin hjá skúlaleiðsluni, sigur Bjørneboe, ið er náðileysur í síni frælslyntu anarkistisku herferð ímóti fasistisku »kvørnini«, sum turkar ríkar blómandi sálir upp við sínum serliga skúlamáli, síni serligu skúlamentan, sínum dapra skúlamorali, sínum kensluleysa skúlaanda, ið skal aktivera og stýra ungdómin inn á serliga »rætta« kós.

Tað átti at verið meira rúmsátt innan skúlagátt, hugaligari og jaligari at sitið á skúlabonki, meira (fyri at brúka hugtøkini, ið allatíðina verða tikin fram) dýnamiskt og avbjóðandi at nema sær vitan, tí tað hevði helst - í einum longum tíðarkarmi - givið betri trivnað og barlast fyri menniskjuni, sum ganga í skúla.

Týski námsfrøðingurin Thomas Ziehe (1983: 254) vil hava kenslurnar inn í skúlan: »Det at man tillader, iagttager og udlever følelser - det være sig følelser af glæde, sorg eller angst - disse læremål er elimineret fra de sædvanlige læreprocesser«.

Lærdómurin hevur nógvar keldur, kanska serliga í okkara tíð, nú modernaðu loftmiðlarnir eru partur av gerandisdegnum hjá ungum og vaksnum í øllum landslutum, og vert er at hugsa um »usædvanlige læreprocesser« (Ziehe) tá skúlaskipanin verður umrødd.

Latum okkum ikki gloyma Jonas í strembanini eftir teimum vøkru tølunum í altjóða skúlakanningum. Hvørjar karakterir geva næmingarnir skúlanum? kundi eisini verði spurt. At geva karakterir er lættasta uppgávan, at hjálpa og menna børnini, so ongin verður gloymdur, er størsta uppgávan.

Keldur:
Jens Bjørneboe: Jonas [1955]. Oslo. 2003
Pauli Nielsen og Rógvi Thomsen: Tekstir. Føroyski Skúlin. Tórshavn. 1998
Rasmus Rasmussen: Bábelstornið. Tórshavn. 1909
Thomas Ziehe. Ny ungdom og usædvanlige læreprocesser. Keypmannahavn. 1983

Myndin hjá svianum Peter Tillberg Blir du lönsam, lille vän er eitt ógvuliga týðandi verk frá 1970-árunum- Listin var samfelagsrevsandi, og Tillberg hevði í sínum málningum menniskjuna og hennara lívsrúm sum evni.
18.08.2010
Firouz Gaini
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?