Trio Ir Shalem, Jerusalem

Týskvøldið 12. Januar 2010 vóru sum týskvøld flest í januar - myrkt og kotakent. Ljósið var farið sína kós í kavið aftantil á Trælavatnaskarði, og tú stóðst millum urgrótið - hjálparleysur eftir alt tað kavakenda ljósið, sum hevði vavt seg inn í hugan um jólahalguna. Tónleikur, um Jesusbarnið, var storknaður í sinninum, og nú galt tað eina trio eftir alt hetta ljóstlivandi, kavaklædda, ljódliga tónamál.

18.08.2010
Frits Johannesen
Bókaprát
Camerata Alberto Lysy 6. sept 2004
Nú var tað bara tú og henda alheims kenda trio, sum rósaðust millum veggirnar í Mentanarhúsinum. Nógvar hava konsertirnar verið í hesum skála. Ein góð konsert rann mær í hugan hetta kvøldið, tað var konsertin við Camerata Alberto Lysy 6. sept 2004, ein innsúður av ljóði, sum Alberto Lysy nelgdi í veggir og bitar, sum enn tann dag í dag letur av sær minniligan, musiskan drátt, sum verður goymt og ikki gloymt. Jóhannes Andreasen, tónleikari, segði mær í steðginum, at Alberto Lysy var farin í Harrans hendur, og stendur henda konsertin sum eitt minni um henda mæta tónlistamann.

Trio Ir Shalem, Jerusalem, var sett saman av , Yuri Gluhovsky, violin, Alexandur Sinelvnikov, cello, og Gabriea Talroze, klaver. Hesi, sum eg skilji tað, eru jødar, sum eru bornir í heim í gamla Sovjett, men eru immigreraðir til Ísrael.

Lagt varð fyri við Trio í G-dur av Josef Haydn (1732-1809)
Josef Haydn fann íblástur til sína tónseting úr tónleikinum av soni Johs. Bach - Philipp Emanuel Bach (1714-88). Haydn helt fyri sjálvur, at fólk, sum kendu hann og hansara tónleik, sóu hvussu sterk henda ávirkan hevði verið í sínum tónsetingum - lætt, kenslufullt, streymandi, livandi og leiddi til Wienerklassismuna (1750-1815). Á ein hátt legði Philipp Emnuel Bach lunnar undir klaversonaturnar og tónamyndahugflogið fyri tí klassisku klaverlistini.

Ja, lætt var at seta seg niðurá og fáa eitt gott festi, og so fara inn í henda tónleik við Wienerklassismuni á baki og lata tónarnar anda á okkum, sum lurtaðu. Hesi mætu tónlistafólk, sum vóru komin at vitja, lótu einki falla av í sínum skrúð og skapandi tónlistagleði. Haydn kom úr smáum korum, væl havdur av kenningum, sum førdu hann inn í tónlistina, og telist hann millum tey mætu tónlistafólkini í hesum heimi. Nú eru íkki stundir at fara út í æsir við hesum, men tað er tín egna fatan, sum telur.

Upplivingin
Lat meg siga beint út, at vit eru "forkelað" her á landi, so fáment vit eru at fáa so mæt tónlistafólk hendanvegin ,... og so til Fuglafjarðar. Sonatuformurin, sum baldist hetta kvøldið við aldututlið á Sandinum, fekk Haydn, sum sagt frá Carl Philif Imanuel Bach, ið hann menti til eitt skap, sum satt at siga kom at hava sín klædning líka upp til okkara dagar. Hetta er tað "estetiska" við tónlistini, at hon við sínari fyllu, tekur til sín, mennist og fær sítt fullkomna skap.

Úrmælingarnir, sum spældu á konsertini, vóru einki undantak í handfaringini av hesum yndisliga tónleiki. Ja, at fáa ljóðførini at tala so væl sínamillum, er bert teimum beskorið, sum hava stórt listaligt forstáilsi, innlit í tónlistina og liva í tí andadrátti, sum Haydn gav mannaættini. Hetta er tað, sum er so stórfingið, sum streymaði ígjøgnum ljóðførini, rak upp í ættina, reistist í boðabrotum, í strongum, íðum, men fór eisini av stað í vallingum um flúrar, sker og legði seg til hvíldar í einum stillum aldudragi á Sandinum. Her sótu vit og tóku til okkum av Haydn, Sergei Rachmaninov, Alfred Scnitke, J. Brahms og Christos Hatzis. ... og úr hesum stima kom Alberto Lysy. Hann gekk aftur. Nú kundi onkur hildið, at tú bleiv fjálturstungin at síggja deyðan mann kína ljóðførunum hjá hesum jødum, har teirra fólk hevði liðið so nógv, men so var ikki. Alberto tók sína violin og spældi við..... hann endurtók konsertina 04.09.01, har hann bleiv við at spæla og spæla... og tað gjørdi Trio Ir Shalem eisini.... og tað forborgna spælið frá honum gekk aftur í Trio Ir Shalem, Jerusalem - ein samanrenning fór fram millum ein deyðan mann og hesa trio. Ja, tað líðandi menniskjað kom upp í tær jøvnu akkordirnar hjá Christos Hatzis, - "The Old Constantinople(Istanbul) Photograps", sum er ein tónamynd í 8 pørtum, har 7. partur er ein trio fyri klaver, violin og cello og ber heitið, Old Photographs.

Chritos Hatzis er grikki, núlivandi tónaskald. Hann flættar nútíðartónleik t. d. jass og rock upp í sítt tónamál, og mundu fleiri við mær verða hugtikin av hesum tónleikaverki, sum sagt byrjaði við jøvnum akkordum við lagi úr tónleiki Robert Schumans. Hesin partur er tónsettur við íblástri úr vesturlendskum tónamáli , meðan fyrsti satsur er fyri cello, klaver, messo-sopran, arabiskari rødd(alt) og umgirt av digitalum ljóði. Sum frálíðir koma cello og violin inn í myndina, og veksur hesin strongur so við og við, meðan ljóðið gerst so nákvæmt í hesum trimum ljóðførunum, at tann musiski mátturin røkkur so tætt uppat tí bylgjandi gongdini, at tú verður til eitt lítið dism í hesum rúmi... ja, og so broyttist stevið til ein ransakandi tango, ið reiddi sær ból í okkara vitsku við dúnlættum strokum, glissando í violinini og celloini. Hetta minti bæði um suðuramerikanskan tangu og grikskan tónleik......og tú hugsaði um tínar ungu dagar, tá ið tú dansaði tango við unnustu tíni eftir harmonikuni hjá Hanna uppi við Garð í dansistovuni í Fuglafirði, ið stóð næst við.

Hesin longsul stóð sum eitt hjómhvítt brot inn í Mentanarhúsið hetta kvøldið við sera dugnaligum tónleikarum.. og eftir allan hendan leik, sóust lygnir á sjónum. Har stóð Alberto Lysy mitt í hesum sveita í hvítum klæðum, og kring hann stóð Trio Ir Shalem, Jerusalem.

Kanska var hetta ein hvørvisjón, men tað var ikki einki um hetta.
18.08.2010
Frits Johannesen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?