Heimurin hevur ein ljóm
Alt er ein ljómur, sum er annarleiðis enn alt annaðsamanborið við tónleikin úr øðrum londum. Skjaldrini vórðu sungin fyri børnunum, fyri songartíð, fyri at fáa tey í kyrru, so tey vóru fyrireikaðtil svøvnin. Hóast tú fórt inn í svøvnsins andadrátt,livdi tú við tínum tonkum í einum rurandi lagi, sum fekk alt at vera annarleiðis enn tað, sum vitvita um at siga í dag.
Onkur hevur sett hendan spurningin - hevur heimurin ein ljóm?Tað kann tykjast løgið at nema við slíka hugsan á hesum degi á hesum stað, men kanska er tað so,
at sangurin, kórsangurin, instrumetali tónleikurin hevur eitt ognarmerki, sum sigur frá, hvørjum landi hann er frá, hvørjari oyggj og bygd , hann kemur úr,
ella hvønn fólkabólk hetta ljóð hoyrir til. Ja, bara vit taka kvøðingina her á landi sum dømi, so hava sumbingar sítt háttalag, nólsoyingar sítt,
velbastaðmenn, sandoyingar, eytsuroyingar, vágafólk og norðoyingar sítt. Hetta er so vakurt, og fara vit til sálmasangin, so er ljómurin her á sama hátt
ymiskur frá bygd til bygd, og nema vitvið hesi hugtøk í okkara lítla landi, ja, so hava vit t. d. kingosangin, skjaldur, sum hava sítt ljóð, og so eru tað
kvæðini, rímur, vísur og tættir, sum vit kunnu leggja afturat. Alt er ein ljómur, sum er annarleiðis enn alt annað samanborið við tónleikin úr øðrum londum.
Skjaldrini vórðu sungin fyri børnunum, fyri songartíð, fyri at fáa tey í kyrru, fáa ein friðardám yvir tey, so tey vóru fyrireikað til svøvnin, sum er felags
fyri alla mannaættini. Hóast tú fórt inn í svøvnsins andadrátt, livdi tú við tínum tonkum í einum rurandi lagi, sum fekk alt at verða annarleiðis enn tað, sum
vit vita um at siga í dag. Hvørt við sínar náðir.
Vit eru ein partur av norðurlendska samleikanum, og sagt verður, at norðurlendskur tónleikur er ljósur. Eg veit um fólk, sum hava granskað hetta eitt sindur og roynt at funnið útav, hví hetta er so, men hava ongafrágreiðing funnið, sum kann greiða henda spurning. Hugsandi er, at tað ikki finst bert ein frágreiðing, men fleiri. Tað kann vera eitt ávíst felags renslí málburðinum, tað kann eisini vera tann megin, sum liggur í teimum ljósu summarnáttunum, muninum millum summar og vetur, allar tær ljósbirtingar, sum eru í tí skiftandi veðurlagnum, sum vit hava alt árið - tað kosmiska árinið, sum støðugt er fyri framman, sumfær okkum at vera viðhvom yvir fyri hesum rensli bæði í rødd, tankum og ljómi. Tað ávirkar okkum, sjálvandi. Vit hava yrkt um hetta, vit hava latið hesar yrkingar í ein ljóm - sett løg til yrkingarnar. Vit halda jú páskir, og Grundtvík yrkti: Påskemorgen slukkes sorgen til evig tid ... den har os givet, lyset og livet i dagning blid og Lindemann setti lag til.
H. M. Jacobsen yrkti: Frøist nú hvør, ið frøast kann, frelsarin upp nú er staðin. Hans J. Højggard setti lag til.
Hetta er tað ljósið, sum vinnur á myrkrinum. Hans J. Højgaard, Lindemann, H. M. Jacobsen og Grundtvík hava við sínum ljómi - í orðum ogtónum givið okkum eina sálarliga uppliving, sum er okkara ljós í tí kristna uppreisnarljósinum, sum er ein glóð í orðum, ið liva enn íokkara sinni.
Heimurin hevur ein lit
Hevur heimurin ein ljóm,so hevur hann eisini ein lit - eingin ivi um tað, eitt landslag tilevnað av tíðarinnar tonn - í hugskotum í eini heimsmynd, sum í litum spøkir í okkara sinni. Hetta er ein felagsnevnari fyri øll fólkasløg, so ymsir hesir litir eru frá landi til land og frá tjóð til tjóð. Her eru so litirnir annarleiðis í føroyskari list samanborið við aðra list.
Ja, aftur hava vit tað norðurlendska ljósið, sum ferðast úr Skagen til Nordkapp og endar kanska á Skálafjørðinum ella undir Vatnajøkuli. Hetta er at undrast yvir. Ofta er ein listalig sannføring sprottin í eini mynd av einum landslagi her á landi. Einki løgið í tí. Bara tú hyggur út um gluggan heima við hús, so hevur tú palettin uttan fyri vindeygað... ja, stór er verðin í smáum gluggum.
Skálafjørðurin
Meg minnist væl fyrstu ferð, eg kom út á Skalafjørðin. Tá ið rokkið varð upp á Syðrugøtueiðið, lá fjørðurin sum ein listalig opinbering fyri tær í litum og ljósi. Tú sást út á Skála, skipasmiðjuna og helt, at eingin so stór skipasmiðja var til í verðini. Eygað leitaði niðan um bøgarðarnar, upp á fjallagreinirnar - út í Heiðarnar, Saltnes og viðari út undir Nólsoynna, sum lá sum ein dinosaurur og rembdi sær í hesum ljósdroyra úti undir havsbrúnni. Her var ljós og litur í yvirflóð. Tað bara fossaði inni í eygað. Flestu munnu stegðaá í sinninum, tá ið vit í skýming ella í morgunroða koma út á henda fagra fjørðin. Tað er ein glóð í hvørjari tinnu, hvørjum steini, í hvørjari lygn á sjónum, aldudragi, skaddu, hvørjum strái og hvørjari fonn. Hetta er frumljósið, sum dregur alt at sær í einumljómandi liti, sum føroyskir málara hava tikið til sín og eru hugtiknir av.
Okkara fyrsti landslagsmálari var Niels Kruse( 1871 - 1953). Heimurin, sum hann sá, var kring Eiði og á Eiði. Lyriska natúrkenslan og alskur tillandslagið eykenna oljumálningar hansara. Havið - tey skiftandi litbrigdini í aldugerðini - hava hansaraserliga áhuga. (Bárður Jákupsson)
Innara landslagið
Eins og vit hava ein innari ljóm, hava vit eisini eitt eyga, sum kagar innneftir og sær fyri sær inn í sálardýpið í litum, tað, sum vit kalla fyritað innara landsslagið. Tann, sum skoðar hesar myndir, verður ikki tikin við á eina gonguferð í einum landslagi, men heldur á eina ferð inn í eina verð við kenslum og tankum, sum fleiri norðurlendsk listaverk gera tað t. d. hjá listamanninum Edvard Munch, sum í summarlandslagnum, Mánalýsinum, málað 1895 , har motivið er frá nærhendis Oslo - Aagerstrand.
Tað, sum Munch ger, tað er at leiða tann, sumn sær myndina inn í landslagið í sínum sinnalagi. Hetta ger hann tilvitað, hóast vit síggja, hvaðani myndin er. Vit fara inn í innastu sálarkrókarnar í sinnalagnum hjá Edvard Munch við tí sveimandi mánanum,sum speglar sær í tí djúpa, bláa, droymandi fjarðarvatninum. Ein rond avkenslusomum sálardropum, sumberjast ímóti viðabulunum og fjørulutinum í myndini. Landslagið vellir ímóti okkum og krevur meira av tær og mær enn bert at síggja, tað vit síggja, men her fara vit inn í sálarlívið hjá Edvard Munch. Tá ið tú hyggur at hesum, ert tú við at skapa myndina í tínum egna huga við íblástri frá Munch, og tú sært eitt innari landslag.
Soleiðis kunnu vit siga um hesa gongd, eg havi umrøtt um ein part av okkara listaliga landslagi.
Endi
Her, undir hesum bitum, er eitt landslag av málningum, sum er ein ljómur av bygdaløgum kring oyggjarnar. Her er ein pallur, har øll kunnu verða við og hanga sín dreym upp á veggin í litum, skapum og hugskotum, sum onnur kunnu skoða og gleðast um. Hetta er ein partur av páskunum, at vit páskadag fara út í skúlan við Løkin og hyggja at, hvat rørist og nørist millum eysturoyingar í litum og skapum. Hetta er ein partur av okkara mentanarliga landslagi, sum aftur er komið upp at hanga, hóast tað hevur fingið sær ein tryggan blund 7 tey seinast árini. Hjartaliga til lukku við hesum tiltaki og góða eydnu í framtíðini.
Frits Johannesen
Røða, hildin páskadag 24. apríl í sambandi við páskaframsýningina 2011 í Løkshøll

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Mykines
Rúni Brattaberg gevur tvær bøkur út um Mykines, samstundis sum hann fyllir operahús í Japan við sínum sangi
Bókaprát
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
Hon er ljós og løtt at síggja til - nýggja bókarútgávan hjá Tóroddi Poulsen, ið bókmentaliga og listaliga má metast sum ein sannur…
Bókaprát
Debutanturin hesa ferð
Nýtt yrkingasavn, sum Snæbjørn í Dali hevur skrivað.
Bókaprát
Illgruni
Spenningssøga eftir viðgitna sveisiska høvundin FRIEDRICH DÜRRENMATT. Annfinnur Zachariasen týddi.
Bókaprát
Í eygnahædd
Mentanarnáttina legði Kinna Poulsen fram sítt heildarverk um føroyska samtíðar myndlist.
Reinsaríið var fult, tónleikurin góður,…
Bókaprát
Orð og tónar á mentanarnáttini
Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarná…
Bókaprát
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlista…
Bókaprát
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv…
28.05.2025
Skunda tær at elska
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart