Platon
»Við Zeus, segði hann. Tú fekst meg at læa, Sokrates, hóast eg var ikki í hýri til sovorðið beint nú. Eg ivist ikki í, at høvdu fólk hoyrt hetta, mundu tey flestu mestur hildið tað verið væl mælt um tey menniskju, sum takast við heimspeki.«
Hevur tú spákað tær í gomlu býarpørtunum í Aten, hevur tú lætt við at síggja fyri tær, hvussu Sokrates gekk og válaði har um leiðir við ungum áhoyrarum uttan um seg, teirra millum Platon. Sokrates helt til í hesum býlingunum, og hann dvaldi ofta á gøtum og torgum, á marknaðum og ítróttavøllum, í súlnagongum og baðhúsum, og prátaði um heimspeki við ein og hvønn, sum var hugaður at lurta ella kjakast.
Mong tykjast hava fatað Sokrates sum ein eitt sindur láturverdan serskølt, og soleiðis verður hann lýstur í skemtileikinum Skýggini eftir Aristofanes.
Platon festi á blað tað, sum hann sjálvur hoyrdi av hesum samrøðum og meira av sama slag, sum hann sjálvur hugsaði upp. Vit vita ikki, hvat ið er meira ella minni nágreiniliga niðurskrivað, og hvat ið Platon sjálvur økti um av hugsanum Sokratesar í skúla sínum. Tað varð rópt Akademiið eftir býarpartinum, har tað stóð, og ritini fingu heitið Samrøður Platons.
Í orðadrátti við sofistarnar, sum stuttleikaðu sær og aftur fyri gjald spældu sær við orð og heiti innan fyri siðvísiheimspeki og kunnleikaástøði, helt Sokrates uppá, at “dygdir eru vitan”. Hjá sofistunum kundu rættur og órættur, vísdómur og dárskapur, gott og ilt ógvuliga væl bara miða eftir sjálvsøkni, ráksnúni og møguliga klókskapi.
Sokrates var vanur at siga, at sjálvur visti hann einki, men at hann afturímóti teimum flestu var tilvitandi um sín egna ókunnleika. Í roynd og veru bendi hann á ókunnleikan hjá øllum, allari mannaættini. Hetta er klassiska sokratiska læran, ein fortreyt fyri forvitni, vísindum og einum vitbornum hugburði. Talan er eisini um tað, sum verður rópt sokratisk speisemi, tað støðuga byrjanarstøðið í hesum samrøðum. Sokrates leiddi teir í allar hesar krókar, men fullkomiliga tilvitandi um samsvar, skilvís samanheingi og um, hvagar hann ætlaði sær.
Við hesum sum byrjanarstøði kjakaðist Sokrates um, hvat ið búði undir hugmyndum um rættvísi, dugnaskap, ikki at fara um mark og dirvi til at standa við egin sjónarmið. Hann skilti týdningin av málsligari greining, tí ymisk menniskju nýttu ógreið heiti og ósamdust í heilum. Siðiligar og vitbornar dygdir hingu tætt saman, ein munur afturímóti átrúnaðarligum lærum, har einfeldi og barnatrúgv verða prædikað.
Alkunnugt er, hvussu tveir afturhaldshugaðir borgarar árið 399 ákærdu hin sjeyti ára gamla Sokrates fyri at villleiða ungdómin, máa støðið undan trúnni á gudarnar og tala ímóti atenska fólkaræðinum. Ein meiriluti dømdi hann til deyða, og hann tømdi eiturbikarið, hóast vinir høvdu átikið sær at bjarga honum. Hann vildi ikki bróta lógirnar, og hann fylgdi samvitsku sínari, ”daimon”.
Platon var við í fongslinum teir síðstu tímarnar og greiðir í samrøðuni Faidon frá, hvussu Sokrates til síðstu løtu skifti orð um sálarinnar ódeyðiligleika.
”Og nú tykir mær, at tú gandar, kastar svøvntoll á meg, ja rætt og slætt manar meg, so at eg verði fullkomiliga foyur. Sleppi eg at skemta eitt sindur, so haldi eg, at tú ert meinlíkur – bæði til útsjóndar og annars – hasari fløtu ravmagnsskøtuni, sum livir í sjónum. Allir, sum koma tí fiskinum nær og nerta við hann, fáa lamning, og nú tykir mær, at tú hevur sett meg í eina slíka støðu.” Soleiðis sigur ein trælsveinur í samrøðuni Menon við Sokrates.
Tað, sum hendi, var, at Sokrates millum áhoyrararnar hevði rópt ein óvitandi træl fram. Síðan teknaði hann ein ferning í sandin við einari síðu, sum var tveir føtur, og spurdi dreingin, hvussu ein skuldi tekna ein tvífalt so stóran ferning. Eftir nakrar miseydnaðar royndir skilur drongurin, hvussu hann skal gera: síðan skal vera jøvn við hornalinjuna í upprunaliga ferninginum.
Hvør einasti okkara hevur so statt vitan um sovorðin skilvís og støddfrøðilig samanheingi, sum eru óheft av royndum og eru ævinliga galdandi. Platon ber ”endurminning” upp á mál. Hetta er grundarlagið undir tí, sum vanliga verður rópt Platons ”hugmyndalæra”, í seinni og betri týðingum læra hansara um ”formar”. Púra rætt hevur verið talað um Sokratesar námsfrøðiliga endurloysingarháttalag, og móðir hansara var í verki ljósmóðir.
Í samrøðuni Symposion (Drykkjuveitslan) verður bæði etið og drukkið ríkiliga, og bent verður á ástarbond, serliga millum eldri og yngri menn. Í hesari samrøðuni talar Sokrates, sum helt seg ódruknan, um vænleikans hugmynd.
”Eg vil so fegin hoyra um alt, ið sagt varð, tá ið Agathon, Sokrates, Alkibiades og hinir hildu veitslu og bóru fram røður um ástina.” Soleiðis verður spurningurin settur Sokratesi í eyðkendum samrøðustíli. Gestirnir halda sínar røður um ástina, meira ella minni umhugsað, eftir tað letst Sokrates endurgeva gudinnuna Diotimu úr Mantinea, sum eftir mong “um” og “men “kemur til hesa niðurstøðuna:
Hann, sum er vorðin leiddur fram so mikið langt í kunnleika umÁstina og hevur skoðað teiryndisligu lutirnar hvønn eftir annan í rættari raðfylgju, hann kemur at røkka endamálinum í Ástini og brádliga raka við okkurt yndisligt, sum er sjáldsamt av natúr: har hevur tú tað fyri alt strevið, sum hann frammanundan hevur tolað, Sokrates!
Hetta yndisliga er til ”um allar ævir” …
… Alt annað yndisligt hevur lut í hesum á tann hátt, at meðan aðrir lutir koma fram og farast, so verður hetta aldri hvørki størri ella minni ella ávirkað á nakran sum helst hátt.
Soleiðis var hann vanur at sannføra: vit útvega okkum vitan um ymiskar fagrar lutir, men vit verða so líðandi leidd til at skilja vænleikan í sær sjálvum, vænleikans hugmynd ella form.
Nú kundi ein kanska hildið, at Platon við áskoðan sínari á vænleikan sum fyrimynd mátti fagnað list og bókmentum. Men soleiðis var als ikki: hann ávaraði ímóti tílíkum virksemi. Tað hevði samband við, at mangir av samtíðarinnar listamonnum vóru yrkjarar og sangarar, sum undir vaksandi drykkjuskapi gjørdust sum hamskiftir og mistu eftir Platons tykki vitið. Teir rukku í øllum førum bara fram til lutirnar í sansaheiminum, ikki til tann guddómliga vænleikan í sjálvum sær.
Á líkan hátt sum í fagurfrøðini er við siðfrøðini. Umframt góðgerðir við virði, ið vit altíð kunnu trætast um, er ein algild hugmynd um tað Góða, tí annars høvdu vit ikki dugað at skilt, hvussu hon verður nýtt í hvørjum einstøkum føri.
Eisini tá ið tað snýr seg um okkara vanligu vitan, koma Sokrates og Platon til ta niðurstøðu, at vit finna okkara sess í tilveruni við algildum hugtøkum til hjálpar, sum kunnu verða eyðmerkt. Hvat, ið vit halda okkum vita um heimin við sansingargøgnunum, er altíð meira ella minni óvist, tað verður støðugt mett av nýggjum, og vit mistaka okkum ofta ella falla fyri vónarsjónum og eygnarivi. Sovorðið eru bara ”áskoðanir”.
Veruligur kunnleiki er knýttur at algildum hugmyndum, teimum reinastu, teimum, sum eru sørar fyri árin frá sansingargøgnunum, eru støddfrøðiligu sannleikarnir, sum hava ævinligt gildi. Hvør einasta mátingarfrøðilig mynd, sum vit tekna í sandin, er ófullkomin, men vit skilja, at hon kann kortini lýsa nærkvæm, tíðarleys samanheingi.
Til eru eisini algild hugtøk, sum hava gildi fyri vanligar lutir. Dýr, plantur og so framvegis. Vit kunnu t.d. tala um einstakar kettur, men eisini um kettuslagið sum so, tá ið vit siga sovorðið sum at ”kettan” er eitt ránsdjór.
Tað kann kanska tykjast margháttligt, og tað krevur helst eitt tungt tak av okkum at skilja, at fyri Platon eru algildu hugtøkini veruligari enn tey einstøku ítøkiligu dømini.
Platon metir heildarheimin av hugmyndum og formum sum tann sanna veruleikan, tað varandi, tað tíðarleysa, men sansaheimurin er stokkutur, í roynd og veru óveruligur. Kanska kunnu vit hugsa okkum til, hvat hann hevði í huga, um vit hugsa um vanligar lutir og tyngdarlógina. Hvørt einstakt súrepli fellur, sum Newton rakti við, til jarðar og er forgeingiligt, men tyngdarlógin hevur ævinligt gildi og óumberliga fyri allar lutir.
Tá ið Herakleitos, hin dapri, skrivaði, at ”alt er løgur”, hevði hann rætt viðvíkjandi sannkenningini við sansunum. Men hansara ivingarsemi hevði við sær, at Platon eins og aðrir grikskir heimspekingar leitaðu eftir onkrum, sum var varandi, trygt og vist í tilveruni.
Í samrøðuni Ríkið stendur viðgitna líknilsið um menniskjuni í hellinum. Ein eldur er kyndur millum teirra og hellismunnan, so at tey bara síggja skuggarnar av evnislutunum uppi á hellisvegginum, men uttanfyri í sólini eru teir veruligu evnislutirnir. Platon royndi, sum so mangir eftir hann, at skyna á eygnarivi og veruleika. Hin sanni veruleikin var hugmyndaheimurin, formanna ævinliga galdandi heimur, ikki sansaheimurin. Hann hugsaði sær, at hugmyndaheimurin er fullkomiliga óheftur av, um menniskju hava vitan um hann ella ikki. Hetta tykist kanska gátuført, og tað er eisini gátuført. Stigið frá støddfrøði og skilvísi til dulspeki er vissuliga ógvuliga stutt hjá mongum heimspekingum, sum fullførdu hugsanir Platons. Hægst á Platons himni glógvar í ævigum ljósi Tað yndisliga, Tað rætta og Tað sanna, sum Tegnér í platonskum stíli yrkir um í ”Det eviga”, sum vit á svenskum kenna aftur frá gamlaárskvøldi.
Tá ið Platon skuldi nýta rættvísinnar hugmynd í verki, kom hann í trupulleikar, sum hava gjørt politisku heimspeki hansara umstrídda upp at okkara døgum. Sokrates hevði ofta á orði, at dygd var nakað, sum ein kundi læra, at siðreglur eru treytaðar av vitan, at siðfrøðin ber í sær kunnleika um ævigar hugmyndir. Hann vildi ikki vita av sofistunum, sum hildu uppá, at ”menniskjan er mát alra luta”, og at vald er tað sama sum rættur.
Politiska niðurstøðan varð, at politikarar mega hava innlit í tær galdandi hugmyndirnar, í rættvísi og í onnur grundhugtøk, og at hetta í verki er ógjørligt at krevja av vanligum fólki. Best hevði verið, um heimspekingar stjórnaðu, og ein heimspekingur átti at verið kongur.
Platon býtti menniskju upp í flokkar. Teir vísu, heimspekingarnir, vóru vissuliga ikki lýtaleysir, men teir stóðu hægstir í tignarstiganum. Síðan komu vaktarmenninir, hermenninir, sum halda skil á og føra kríggj, harnæst vinnulívsfólk, keypmenn, handverkarar og bøndur, og so alt annað fólk, t.d. bønarfólk og trælir. Allir frælsir borgarar áttu at hava atkvøðurætt í hesum smáu býarríkjum, eisini konufólk, helt Platon.
Hesa politisku utopi um fyrimyndarríkið leggur Sokrates ógvuliga ítøkiliga fram í samrøðuni Ríkið, fyri ein part á einari hugnaligari gonguferð til Pireus saman við nøkrum vinmonnum. Platons ríki verður ónoktiliga eitt slag av valdramannaveldi, eitt stættasamfelag, og onkur hevur hildið fyri, at tað er eitt løgregluríki, har heimspekingar stjórna.
Líta við at politisku heimspeki hansara við mildari eygum, kunnu vit kanska siga, at hann kravdi hollan yrkiskunnleika og vísdóm av politikarunum. Hann sammetti við eitt skip, har tú sjálvsagt krevur kunnleika í siglingarfrøði og góð metingarevni av teimum, sum standa á brúnni.
So seint sum eftir seinna heimsbardaga tóku nýtíðar heimspekingar sum Bertrand Russell og Karl Popper utopiska ríki Platons upp aftur til nýggja gransking og sammettu tað við nasismu og kommunismu, men sovorðið man nú verða mett sum ein ósøgulig sammeting. Hin fyrsti stóri hernaðarligi einavaldsharrin í vesturlondum kom við rómaveldinum.
Heldur man vera vert at minnast til, at Sokrates og Platon royndu at tala fyri klassiskum grikskum dygdum sum rættlæti, hóvsemi, javnvág og samljóði, og at teir løgdu dent á eina sjálvstøðuga, vitborna meting. Teimum mislíkaði sofistar, skeptikarar og hundingar og vildu røkka onkrum haldgóðum. Og byrjanarstøði teirra ber framvegis ávøkst: at vit fyrst fáa innlit í, hvussu ørkymlað vit eru. Samrøðan Ríkið endar við einari ævintýrligari frumsøgn, har vit kunnu lesa um sálarinnar søgu, sálarinnar ódeyðiligleika og endurføðingarinnar loynidóm.
Í Faidros stendur ein viðgitin myndalig frásøgn. Sálin verður borin fram sum ein vognur, har ein menniskjaligur ekil, sum stendur fyri vitinum, stýrir við tveimum hestum fyri, annar er tignarligur og fúsur at lýða aksveinin, hin er illur í sær og ófúsur at fylgja vitinum. Tað er spurningur um ein mun millum tann djarva, viljasterka partin av sálini og tann kropsliga, treka partin.
Onkuntíð í frumøld stevndi vognurin rundan um alheimin nær teimum ævigu sannleikunum í rúmdum, har gudarnir eru. Í einari mynd eta gudarnir ein góðan døgurða og práta hugnaliga um mangt og hvat háfloygt.
Í seinnu samrøðum Platons finna vit alheimsskilvísar frumsagnir, t.d. í Timaios, har tann klassiska frumsøgnin um Atlantis verður lýst. Í teirri samrøðuni endurgevur Platon Demokritos og tekur til viðgerðar materiella heimin og tað, sum seinni varð rópt ”náttúrulógir”, evnislig, óumberlig sambond. Klassiska heitið á hesum er síðan tá ”ananke”.
Men frumsagnir Platons skulu eyðvitað ikki tulkast, sum kravdi hann har at bera fram fyri okkum skiljandi sannleikar. Nú at halda uppá, at hesi mál eru júst soleiðis, sum hann hevur sagt, hevði illa hóskað einum manni við viti og skili, helt Sokrates sjálvur í Faidon. Andlit til andlits við deyðan, beint áðrenn hann tømdi eiturbikarið, segði hann við vinmenninar, at teimum ævigu sannleikunum kundi eingin ivast í, men menniskjaliga vitið er veikt. ”Latum okkum heldur hugsa, at tað eru vit, sum ikki eru heilskapað enn, og at vit noyðast at savna alt áræði og alla orku til tess at gerast heilskapað – tú og hinir fyri alt tað ókomna lívs sakir, sum eftir er, eg fyri sjálvan deyðans sakir.”
Við at lesa Platon kann ein festa seg við teir vitbornu tættirnar, áskoðanina á støddfrøðina og sannkenningarástøðið, sum vísir fram móti vísindum í seinni tíðum. Men í fleiri hundrað ár ráddi ein fatan av Platon, sum í staðin hefti seg við tættirnar um dulspeki.
Henda sokallaða nýplatonisman bygdi á ein hugspeking, sum æt Plotinos, og sum livdi í 200-árunum eftir føðing Krists. Hann var dulspekingur og fekk ógvuliga stóra ávirkan á alt, sum seinni hevur verið rópt loynidómar, mystikkur, líka fram til romantiska bókmentarákið í 19. øld. Hjá mongum var Platon leingi kendur serstakliga umvegis hesa nýplatonismu.
Plotinos hevði stóran áhuga fyri ímyndunum og frumsøgnunum hjá Platon, hann livdi seg inn í tað gátuføra í samrøðum sum Faidon og partar av Ríkinum, og hann var hugtikin av niðurstøðuni um ástina í Drykkjuveitsluni. Støddfrøði og vísindi, samfelagsligar siðreglur og politikkur lógu harafturímóti uttan fyri Platon-tulking hansara.
Plotinos var føddur í Alexandria, einum av týdningarmestu mentanarbýunum um tað mundið, men kom tíðliga til Róm, har hann stovnsetti ein skúla og undirvísti um Platon á sín egna hátt. Hann legði ætlanir um ein nýggjan bý, sum skuldi eita ”Platonopolis”, men hann bygdi hann ongantíð. Hetta var, tá ið rómverska ríkið var á fallandi føti og fór fyri bakka, eitt tíðarskeið, tá ið griksk heimspeki og rómverskur politikkur og mentan máttu gera upp við eysturlendska dulspeki, ikki minst júst í Alexandria, og tá ið tey kristnu førdu eitt viðgitið stríð.
Øllum, sum til er, leingist eftir at røkka tí, sum Plotinos nevndi ”Hitt Eina”, alt veruligt hoyrir upp í eina guddómliga eind, handan fyri tíð og rúm, óskiljandi fyri vitið, ógjørligt at lýsa. Ein ljómi frá ”Hinum Eina” er ”andin”, og uppaftur ein ljómi er ”sálin” ella ”veraldarsálin”. Okkara heimur er bara ein skuggi, ein vánalig endurspegling av hinari fullkomnu eindini, tí reina ljósinum, ið er ævigt. Men ævinleikin er ikki ein ógvuliga long tíð ella so mikið sum ein óendalig tíð, men eitt fullkomiligt tíðarloysi.
Sál okkara er fjøtrað í evnisheimsins fjøtrum, men henni leingist eftir at loysa hesi fjøtur, leingist eftir at loysa seg og gerast partur av gátuføru eindini, har eg-tú-viðurskiftini enda, har vit røkka sæluni í einari hamskiftandi uppliving, einum fagnaði, sum ógjørligt er at greiða frá. Í evnisheiminum er andin fráverandi, ljósið fráverandi, ein miðil, sum sálin hevur tikið sær bústað í, men tráar eftir at sleppa burturúr, tann heimurin er neyðsyn og synd, sum vit vilja loysa okkum frá. Hesa sálarinnar langtan, hesa tráan eftir tí æviga ljósinum, kallar Plotinos ”Eros”, ást.
Nyplatonikararnir hava ikki stóran áhuga fyri løtubæra heiminum, gremju hansara og siðreglum. Teirra læra miðar tvørturímóti eftir, at vit skulu hopa undan, venda heiminum bakið og skýggja hann, til tess at røkka nøkrum óendaliga nógv meiri umráðandi. Sagt verður, at Platinos á ævi sínari varð sameindur við Gud fýra ferðir.
Mangt og hvat av dulspekini tær seinnu øldirnar hevur meira ella minni týðiligar tættir av nýplatonismu. Hesir tankar fingu týdning fyri kristindómin ta fyrstu tíðina, teir ganga aftur hjá Jóhannesi evangelisti, vit finna teir hjá Augustinusi, hjá katólska gudfrøðinginum og heimspekinginum Thomasi av Aquino í 13. øld, hjá Eckhart meistara eitt sindur seinni og í týskari romantikk í 19. øld. Í Svøríki rein nýplatonisman við Atterbom og Stagnelius.
Hetta var ein árinamikil læra, sum hevði hugtakandi avleiðingar av heimspeki Platons við sær, men veik undan sovorðnum, sum setti størri vitborin og minni átrúnaðarligt krøv.
Úr bókini 26 heimspekingar, ið Sprotin gav út í 2010.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
"Vit eru fimm" er ein familjusøga, ein søga um gerandisdagin og um kynsmynstur í okkara tíð. Tað er eisini ein søga um kynsmegina…
Bókaprát
Bjargað á opnum havi
Tá ið Saigon fall í apríl 1975, rýmdi eitt vjetnamskt strandfarmaskip frá kommunistunum við 3.628 fólkum umborð. Tríggjar dagar s…
Bókaprát
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
Hvussu barst tað á, at eg fór at skriva Fylg sjóvarfallinum?
Bókaprát
Fylg sjóvarfallinum
Henda verður á marknaðinum tann 15. apríl. Framløga týsdagin 22. apríl kl. 17 á bókasavninum við Løkin.
Bókaprát
Alex Schulman - Skunda tær at elska
Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram "Skunda tær at elska", sum…
Bókaprát
Vegghamar - út í bókling
Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnará, sum hevði stóra framsýning av verkum eftir Vegghamar fyrr í mánað…
Bókaprát
Til lukku, Heðin!
Heðin M. Klein er 75 ár í dag
Bókaprát
Havbókin
Morten Andreas Strøksnes (føddur 1965) er norskur hugmyndafrøðingur, journalistur, fotografur og høvundur. Eftir at hava lisið í O…
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi
24.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
15.05.2024
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
07.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
06.05.2024
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
02.05.2024
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
25.04.2024
Reyðhærda kvinnan
24.04.2024
Bókin um Rituvík
16.04.2024
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin
15.04.2024
Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt