Terry'sa saga hjá Eventmálaráðnum til keyps í næstum

Terry'sa saga hevur verið væl fagnað, síðan hon kom á pall á fyrsta sinni. Verkætlanin við síni serligu leiklistagrein hevur mestsum tikið fólk á bóli við síni samtíðar-undirhalds-leiklist.

24.05.2015
Sprotin
Bókaprát
Kjartan Hansen er stjóri á Eventmálaráðnum og legði lunnar undir hesa leiklist í Føroyum. - Terry’sa Saga hevur verið ein spennandi ferð frá 2009, til verkætlanin varð veruleiki í 2014. Tað hevur verið ein fragd at framleiða og framføra.   Clown er ein grein innan leiklist, ið er sprottin úr Commedia Dell'arte. Leikstjórin Mario Gonzalez, ið hevur leikstjórnað Terry'sa Saga, er ein hin fremsti í hesi sjangru í Frankaríki og Skandinavia. Millum sjónleikarar, sum Mario hevur leikstjórnað teljast millum annað viðgitni italiumaðurin Dario Fo. Mario var eisini tann, sum kom við clown-greinini til Norðurlond. Serliga í Svøríki og Íslandi hevur sjangran fingið fótafesti. Tí er tað ikki løgið, at tað var júst í Luleå í Norður-Svøríki, at lunnarnir undir Terry'sa Saga vórðu lagdir á vetri í 2009, Rafael Bianciotto, lærlingur Mario, undirvísti í clown-teknikki á skúlanum, har eg nam mær sjónleikaraútbúgving. At clown var upplagt til føroyska sjónleikalyndi gjørdist mær beinavegin eyðsýnt.

Eftir lokna útbúgving eydnaðist mær at sleppa við í eina verkstovu hjá sjálvum Mario Gonzalez. Tað var í Keypmannahavn á sumri í 2011. Mario helt meg vera frægasta leikaran á hesi verkstovu og bjóðaði mær pláss á síni árligu verkstovu í Fraklandi árið eftir. Hon vardi í tríggjar vikur.

Mario helt eitt pláss frítt, og tað eydnaðist við 13.000 krónum í studningi úr Mentunargrunni landsins at halda á við arbeiðnum við clown-teknikki.

Á verkstovuni í Fraklandi varð síðan arbeitt saman  við fronskum, italskum, sponskum og grikskum næmingum.

Tá ið skeiðið endaði, skeyt Mario av sínum eintingum upp at taka upp samstarv við meg. Hann bjóðaði sær at leikstjórna heimsins fyrsta føroyska clown-leiki. Hetta var eitt forkunnugt tilboð at fáa, tí Mario er nógv umbiðin og arbeiðir ikki saman við einum og hvørjum.

Henda avtalan at introdusera nakað so ókent sum clown-teknikk her heima kravdi fígging og nógva fyrireiking.

Mario og undirritaði komu ásamt um at nýta karakterin Terry - sum arbeitt hevði verið við síðan 2009 - at framføra leikin. Mario tók eisini beinanvegin undir við fyrsta uppskotinum um at nýta Føroyingasøga sum karm um leikin. Føroyingasøga trívur í samleika okkara og er dramatisk í sínum bygnaði. Hetta uppskot vísti seg at vera plettskot!

Hetta var onnur verkætlan hjá Eventmálaráðnum. Fundraising-tíðarskeiðið vardi frá vetri 2012 til út á várið 2014. Studningur varð játtaður frá Mentamálaráðnum, Mentunargrunni Landsins, Tórshavnar-, Sunda- og Klaksvíkar Kommunu. Harumframt var ein partur fíggjaður av atgongumerkjasølu og sølu av heilum sýningum. Venjingar-tíðarskeiðið var í tveimum. 3 vikur í Keypmannahavn og 2 vikur í Gøtu. Elin K. Joensen varð sett sum verkætlanarleiðari og George Rouah sum tøkningur. Toymið arbeiddi í mai og juni 2014 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við at skriva leikrit og sangir. Føroyingasøga er týdd til franskt, so lætt varð hjá Mario at vera við í skrivingini. Samskiftið og venjingarnar gingu tó fyri seg á enskum. Beinagrindin til leikritið varð vand við/uttan nøs, við/uttan sminku og við/uttan áskoðarar (hetta er ein liður í teknikkinum) – á enskum og á føroyskum – í leigaðu leiklistahølunum ”Forsøgsstationen” í Keypmannahavn.

Fyrst í juli møttust øll aftur í Losjuni í Gøtu, har vant varð í knappar tvær vikur fram til heimsfrumframførslu í Stjórastovuni á G! festivalinum 17. juli 2014. Fýra sýningar til samans, sum endaðu við einari brakandi success leygarkvøldið á G!

Leikferðin undir heitinum ”Frá Gøtu til Skúvoy” varð sparkað í gongd! Í Gøtu vóru fyrst og fremst Terry, men eisini undirritaði, Mario og alt toymið og ikki minst áskoðararnar vitni til ein hornastein í føroyskari leiklistasøgu. Hetta kann bara lýsast sum ein fullkomin leiklistarlig løta: At introdusera clown við at nýta Føroyingasøgu í heimstaði Trónds í Gøtu á G! var einki minni enn perfekt – alt gekk upp í eina hægri eind.

Síðan varð flutt inn á Tjóðpallin í Havn, har sýningar vóru alla ólavsøkuna. Eins stór undirtøka var har. Fleiri áskoðarar hava seinni sagt seg hava sæð leikin upp til fleiri ferðir. Seinasta sýning á Tjóðpallinum varð filmað og er nú redigerað liðug og klár at vísa.

Eftir G! og Tjóðpallin varð spælt á Summarfestivalinum, í Dansistovuni í Svínoy, Norðlist á Eiði, skúlanum í Skúvoy, Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Løkshøll í Runavík, Føroyahúsinum í Keypmannahavn, í Norðurlandahúsinum í Havn, í studentaskúlanum í Hoydølum, í Dansifrøi og umborð á Norrønu.

Alt í alt ein serstakliga stór uppliving fyri øll viðvirkandi. Afturmeldingarnar frá áskoðarunum hava verið stimbrandi.

Terry'sa Saga er nú ein fastur partur av repertoirinum hjá Eventmálaráðnum, sum eigur øll rættindi til sýningina.

Yvir 3200 fólk hava sæð leikin, og talið er enn vaksandi. Hetta er óivað føroyskt met, tá ið hugsað verður um áskoðarar til føroyskan uppruna-monolog.

Fleiri hava vent sær til EMR um at vera við í eini framtíðar clown-verkætlan ella skeiðvirksemi. Óvisst nær hetta fer at lata seg gera, men leikstjórin, Mario Gonzalez, hevur longu gjørt greitt at, so skjótt kjansurin vísir seg, verður farið undir næsta clownverk.

Í øllum førum er hervið sligið fast, at ”Klovn-teknikkur” er blivin ein partur av føroyskari leiklist.
24.05.2015
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?