Martin Joensen í hugnaliga kavadag á Heygum í 60árunum. Hevði júst slept stýrsletuni, tá ið Dylan kom fram, og mátti viðurkenna, at hann rakk ikki upp til hansara í einum lopi. Seinni vórðu teir soul mates.

Dylan á Heygum



Í 1969 vóru vit í 3. real í Vestmanna skúla ein túr í Íslandi. Upprunaliga ætlanin var at ferðast munandi longur henda skilnaðartúrin saman við floksfeløgunum. París, Rómaborg og enntá Ný York vóru uppi at venda sum møgulig ferðamál. Og fjúrtan dagar mátti túrurin vara, - í minsta lagi.

26.05.2016
Martin Joensen
Hugleiðing

Men tá vit høvdu talt allar teir uppspardu pengarnar saman og tømt sparigrísarnar, máttu vit hugtung ásanna, at fíggjarligi vánastandurin ikki rakk til meira enn eina viku í eldfjallagrannalandinum. Men tað var nú heldur ikki so galið, tá samanum kom.

Nú var tað ikki um túrin sum so, eg skuldi rita, men fólkayrkjaran og -sangaran Bob Dylan. Og hvat hevur hann so við ein snollutan sparitúr í Íslandi hjá einum 3. real í Vestmanna at gera, spyr tú kanska, - ella kanska ikki. 
 

 

 


Jú, tað var hesin túrurin sum gjørdi, at eg rættuliga fekk eyguni upp fyri hesum mæta sangara, skaldi og tónasmiði. Sum 15-16 ára gamal hevði eg sjálvandi bæði hoyrt og hoyrt um Dylan. Men síggja vit burtur frá – eg mundi sagt kvøðuljómaslagarunum – ”Blowin in the Wind” og ”I Shall be Released”, so var hann dekan ov tungur at svølgja, hasin Bob Dylan, - helt eg also. Tekstirnir høvdu eina dýpd og ein surrealistiskan dám, sum als ikki rúmaðist inni í knokkinum á unga Heygafrensinum. Heimsins mest poleraði og vælljómandi sangari var hann heldur ikki. Men øll tosaðu um Bob Dylan, lovprísaðu manninum og hansara dygdum, so eg – meira av tónlistaligari politiskari korrektheit enn nakað annað - meldaði meg upp í hetta harðmælta, heimsumfatandi lovsangskór, ivaleysur í, at eg helst var tann einasti, sum ikki skilti mannin og ”boðskapin”. Tað segði eg sjálvandi ikki fyri nøkrum. Men eg hevði logið, um eg segði, at eg lurtaði nógv eftir honum. Átti ikki so frægt sum eina plátu við manninum. 

Og her er tað, at eg rodnandi uppi yvir tastaturinum má avdúka, at mær dámdi betri The Hollies. Jú, tú las rætt: The Hollies úr Stóra Bretlandi, poppbólkin við teimum so sera føgru og lekru vokalharmoniunum og vælsmíðaðu løgunum. Og var tað nakað, sum ikki var politiskt korrekt í 1969 í hardcore rockumhvørvinum í downtown Vestmanna, so var tað at dáma Hollies. Nei, Jimi Hendrix, Cream og Savage Rose, tú, TAÐ var tónleikur! Og so sjálvandi Bob Dylan.

 

 


Anyway, í einum plátuhandli í Reykjavík fekk eg eyga á eina nýútkomna LP við The Hollies. Tá eg sá heitið, mátti eg vantrúgvin hyggja einaferð afturat: ”Hollies sing Dylan”! Hana mátti eg hava! Her fekk eg minst tvær feitar skinnflugur við einum smekki. Her var møguleikin fyri einum rímiliga tryggum granskingartúri inn í vandafulla Dylanska universi, og The Hollies skuldu vera mín guide. 

Synd at siga, at eftirtíðin er farin væl við hesari útgávuni. Onkur ummælari kallaði beint fram plátuna blasfemiska. Men heygafrensurin labbaði hana í seg, hóast onkrir andskræmiligir heilkiksarar vóru, sum til dømis ”Blowin´ in the Wind” útsettur fyri fjákutum swingrútmum og hornorkestri. Tað riggar barasta ikki, - tað dugdi sjálvt tann mest inkarneraði Holliesfjepparin at hoyra. 



Dyrnar ikki bara gloppaðust, men fóru upp á víðan vegg. Hugurin til at hoyra meistaran sjálvan syngja og tulka sínar sangir vaks seg skjótt út um øll mørk. Og síðan havi eg verið Dylan´sa maður. Ikki longur av politiskari korrektheit, men harafturímóti av einum inniligum kærleika til  virksemið hjá hesum markleysa flogviti og virðing fyri hansara kompromisleysu tilgongd til tónleik og sangskriving sum heild. 

 

 


At velja besta sangin hjá Dylan er sum at velja vakrasta litin í ælaboganum. Tað letur seg ikki gera. Fyri meg persónliga stendur tó ”Lay, Lady, lay” sera frammaliga á listanum. Minnist enn kensluna, tá eg eg sat framman fyri stovuvindeygað í barndómsheiminum á Heygum við gittaranum og royndi at læra meg akkordirnar, ið vóru ikki sørt meira avanseraðar, enn eg var vanur við.  Uttan at eg varnaðist tað, spretti fram eitt annað lag – mítt egna lag - við somu byrjanarakkordum sum Dylan-klassikarin. Tað var ”Svarti ravnur”, sum kom út miðskeiðis í sjeytiárunum við Kræklingum.

 

 

 

 

Men, okay, noyðist eg at viðmæla eitt einstakt lag ella sang hjá Dylan, so verður tað ikki við meistaranum sjálvum - sorry, Bob - men framúrskarandi tulkingin hjá Arlo Guthrie av meistaraverkinum ”When the Ship Comes in”. Hjartanemandi útgáva, sum eg havi lurtað eftir óteljandi ferðir, síðani eg keypti hana frá Hansemann einaferð fyrst í sjeytiárunum.



Til lukku við tær og okkum, góði Bob Dylan.  

---


Lurta eftir ”When the Ship Comes in” við Arlo Guthrie her: 


 

26.05.2016
Martin Joensen
Hugleiðing

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?