VITRA var eitt gott hugskot, sum tíverri ikki vann frama.

VITRA gevst

Bókapallurin VITRA, sum Sprotin stovnaði í 2011 letur nú aftur. Orsøkin til stigið er, at alt ov fáar e-bøkur koma út á føroyskum. Tískil er ikki neyðugt við einum felags palli.

21.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Sprotin breyt annars upp úr nýggjum og slóðaði fyri á sumri 2011, tá ið fyrsta føroyska e-bókin kom á marknaðin. Bókin var Bábelstornið eftir Rasmus Rasmussen.

Tankin við VITRU var, at bøkur á føroyskum eisini skuldu verða tøkar sum e-bøkur, eins og útlendskar bøkur. Við VITRU høvdu øll føroysk forløg møguleika at geva e-bøkur út. Higartil eru uml. 150 føroyskar e-bøkur komnar á marknaðin- Sprotin eigur 120 av teimum.

Vit harmast sjálvandi, at tað ikki koma nógv fleiri føroyskar e-bøkur út, og vit vilja illa sleppa tankanum við Vitru, tí fer Rit & Rák við Kára Árting at halda fram við virkseminum. Virksemið verður flutt til ritograk.fo.

Brúkarar á VITRU kunnu nú brúka ritograk.fo sum sín pall.

Annars halda vit í Sprotanum fram at geva okkara útgávur út sum e- og ljóðbøkur, og hesar kunnu sjálvandi eisini keypast á sprotin.fo. Nýggjasta e-bókin hjá okkum er Tey ósjónligu eftir Roy Jacobsen.

21.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?