Pápin hevur fingið sær frillu í Danmørk. Tað frættir mamman. Foreldrini fara frá hvør øðrum - og gongdin fram ímóti skilnaðinum er long, hatsk og pínufull. Erla Ziskasen

Stjørnuløtur í skuggum

Foreldrini skiltust, og Jógvan fann bjargingina í ommuni. Sama kjarnan sum í skaldsøguni eftir Høgna Debes Joensen. Síggj video har Jógvan hugleiðir um síni barnaár.

29.09.2016
Jonhard Mikkelsen
Hugleiðing

Fyrsti kapittulin í skaldsøguni byrjar við, at ein smádrongur er umborð á mjólkarbátinum á veg út á bygd - hann leggur Havnina og ein gerandisdag aftur um seg. At hann gleðir seg so ómetaliga nógv at sleppa út úr havnini. Hann rýmir undan onkrum.

Langi kapittulin úti á bygd angar av sálarfriði og samljóði.

Kapittulin endar við, at sami drongur stevnir í sama báti aftur til Havnar.

Stjørnustundir í Skugga eftir Høgna Debes JoensenFrítíðin er av, summarið er liðugt, og tá ið hann stígur fótin á land í Havnini byrjar søgan, tann parturin, sum er grundin til, at hann hevur dyrkað bygdina.

Tað legst ein skuggi á glaða dreingin frá teirri løtu, hann fer upp á keiina.

Hann er aftur í teimum stóru prýðiligu embætismannahúsum í Havn saman við foreldrum, systur og arbeiðskonum. Men har trívst hann ikki.

Hví var huglagið heima hjá teimum so ringt?

Hví var pápin so illur í sær?

Pápin hevur fingið sær frillu í Danmørk. Tað frættir mamman. Foreldrini fara frá hvør øðrum - og gongdin fram ímóti skilnaðinum er long, hatsk og pínufull. Vaksandi agg og ringur hýrur innanhýsis órógva sálarfriðin hjá børnunum.

Drongurin pínist av, at foreldrini skiljast. Hann hevur hoyrt pápan siga í illsinni, at hann hevði ynskt, at børnini vóru ongantíð fødd, og hann verður happaður bæði úti á gøtuni og í skúlanum.

Jógvan Zachariasen, sum sjálvur hevur upplivað, at foreldrini skiltust, og sum fann bjargingina í ommuni, hugleiðir í hesum brotinum um evnið.

 

 

29.09.2016
Jonhard Mikkelsen
Hugleiðing

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?