Orð og tónar mentanarnáttina

Sprotin og Reinsaríið skipa fyri einum sera áhugaverdum "Orð og tónar-kvøldi" mentanarnáttina 2. juni. Ikki færri enn tríggjar nýggjar bøkur verða lagdar fram.

29.05.2017
Jonhard Mikkelsen
Orð og tónar

Fólk eru vælkomin at hugna sær við áhugaverdum práti ella njóta góðan tónleik við einum glasi afturvið. Kim Hansen og saksofonleikarin Hans Petur í Brekkunum standa fyri tónleikinum.

Dyrnar lata upp kl. 20, og fyrsta framløgan saman við Kim Hansen byrjar kl. 20.30. Steðgur er í millum framløgurnar, og til ber eisini at sita eina løtu, áðrenn hildið verður fram til onnur tiltøk.

Skráin er henda:

Kl. 20.30
Steintór Rasmussen: Hevndin úr havsins dýpi

  • Dorit Hansen prátar við Steintór
  • Hans Tórgarð lesur úr bókini
  • Kim Hansen stendur fyri tónleikinum

Kl. 21.30
Helgi í Brekkunum: Seyður í søgu og veðri

  • Jonhard Mikkelsen tosar við Helga um bókina
  • Gitni saksofonleikarin Hans Petur í Brekkunum fer at spæla, tá ið pápin hevur lagt fram

Kl. 22.30
Øystein Morten: Leitingin eftir Sjúrði Jorsalafara

  • Theodor Olsen hugleiðir um evni úr bókunum Leitingin eftir Ólavi Heilaga (Sprotin 2016) og Leitingin eftir Sjúrði Jorsalafara (Sprotin mai 2017), sum Regin av Steinum hevur týtt
  • Sjúrður Ravnsfjall kunnar um bøkurnar
  • Hans Tórgarð lesur úr Sjúrði Jorsalafara

Vit enda kvøldið við tónleiki eftir Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum.

Allar bøkurnar fáast til keyps við stórum avsláttri mentanarkvøldið.

Orð og tónar á Reinsarínum borgar fyri áhugaverdum hugnaløtum!

29.05.2017
Jonhard Mikkelsen
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?