Benjamin og Róland Mureldur

Eitt Rólandskvæði

Fríggjadagin var Reinsaríið fylt við væl útbornum fólki, við huglagi úr fronskum tónum á violin og harmoniku, kórsangi, røðum og framløgum. Sangur og látur rungaðu ígjøgnum ráman av føroyskum osti, sum varð borðreiddur saman við fronskum víni. Róland legði sína fronsku orðabók fram, og franski konsulin, Hanna Jensen, heilsaði Rólandi hjartaliga við eini meistaraligari røðu.

07.03.2018
Sprotin
Røður

Chèr Roland, chèr collègue, je te félicite pour ton grand oevre, le dictionnaire français- féringien. Tu es fort et doué dans tes connaissances sur la langue française et sur la culture qui vit dans cette langue. Quand nous avions besoin d’un dictionnaire c’était bien que c’est toi, qui l’a fait. Merci d’avoir marché devant nous en tant que professeur féringien de français. Merci pour ton combat et pour tout ce que tu nous a donné dans cette position. Tu me fais penser à une nouvelle chanson de Roland – merci et encore félicitations!

Góði Róland, góði starvsfelagi, eg ynski tær til lukku við tínum stóra verki, fronsku- føroysku orðabókini. Tú ert sterkur og dugnaligur í tínum kunnleika um tað franska málið og um mentanina, sum býr í hesum máli. Tá vit høvdu brúk fyri eini orðabók, var tað gott, at tað er tú, sum hevur gjørt hana. Takk fyri, at tú hevur gingið á odda sum føroyskur fransktlærari. Takk fyri títt stríð og fyri alt, sum tú hevur givið okkum í hesi støðu. Tú fært meg at hugsa um eitt nýtt Rólandskvæði – takk fyri og enn einaferð til lukku!

Orðabókagerð er eitt hart og drúgt arbeiði og hendan orðabókin, sum vit eru komin at fagna í dag, er tann týdningarmesta orðabókin, aftaná Móðurmálsorðabókina – fyri flest okkara, sum her eru komin saman í dag. Og tað er ein stór æra sum franskur konsul at bera eina heilsan fram, nú bókin, vit so hava bíðað eftir, droymt um og spurt eftir, er komin til útgávu.

Eg skal bera eina heilsan frá franska varasendiharranum í Keypmannahavn í morgun:

“Bravo à vous pour cette initiative au soutien de l’apprentissage de la langue française aux Iles Féroé. Bien cordialement, Frédérik Million”. Hann vitjaði í Føroyum í november 2017

Frá Institut Français í Keypmannahavn, har Thomas Wagner, sum eisini hevur vitjað í Føroyum sum varasendiharri í 2009, fyri stuttum er vorðin stjóri, ynskja tey hjartaliga til lukku og gera eina grein um hesa - fyri franskt í Føroyum – stórhending.

Og eg kann bara taka undir við teirra orðum.

Til í dag, 2.mars í 2018 hava øll, sum vildu ella skuldu læra seg franskt, nýtt danskar orðabøkur – ella aðrar.

Fyri føroyskt mál er bókin og dagurin í dag enn ein sigur. Vit siga ofta, at føroyskt er eitt lítið mál, tí vit sipa til málbrúkarar. Men føroyskt er eitt stórt mál! Tað er eitt av 5 norðurlendskum málum! Tað er farið sín egna veg í mun til norrøna málið og er eitt virðismikið og áhugavert granskingarevni hjá málgranskarum – serliga í Norðanlondum. Fría lív tess uttan skriftir, sum vit í góðan mun kunnu skjalprógva í uppskriftum av skaldskapi av manna munni, ger tað til eina djúpa keldu fyri tey, sum kanna m.a. málbroytingar og málføri (dialektir). Málið er stórt, tí síðani vit valdu tað, tá vit sum fólk fingu fyrstu nýyrktu kvæðini um ár 1800, fyrsta útkast til eitt felags føroyskt skriftmál í 1846, fyrstu tjóðskaparyrkingarnar á føroyskum í 1870’unum, fyrstu leikrit á føroyskum um 1890, fyrsta miðil á føroyskum um sama mundið, fyrstu navngivnu upprunastuttsøgu á okkara máli í 1906, fyrstu skaldsøgu í 1909, fyrsta yrkingasavn í 1914 o.s.fr, síðani eru so nógv frambrot hend fyri føroyskt mál – ikki minst Sprotaorðabøkurnar, sum vit øll nýta hvønn dag, tá vit, sum tey ungu siga, “sprota” eitt orð, vit ynskja at nýta í føroyskum hami – men eisini viðhvørt øvut, tí vit skulu jú eisini út í heim úr tí føroyska málsliga jørðildinum og við tí føroyska málinum. Og her er, hóast sjónlig framstig, nógv eftir at gera, sum innbjóðingin til tiltakið í dag eisini sipar til:

“Helt nakar, at Sprotin fór at sættast við 16 orðabøkur? Nei! Ha? Vit sløðast um allan heim og liva í øllum hugsandi áhugaverdum málum. Tí eru vit komin stutta leið enn.”

Og vit mugu taka hvønn annan í eið, at vit steðga ikki á at útvega tilfar á føroyskum og til føroyskt, m.a. orðabøkur, undirvísingartilfar á miðnámi, talgilt tilfar til børn og ung v.m. Men heldur ikki mugu vit drála, tá tað kemur til at fara út við okkara máli og bókmentum. Og tá er málsligt arbeiði, týðing, orðabókagerð og orðabókanýtsla í hásæti og krevja hesi fígging og stórt ídni, sum tað Róland í Skorini hevur víst.

Tílíkt arbeiði við franska málinum byrjaði av álvara í 16.øld í Fraklandi og við René Décartes og hansara “Discours de la méthode” frá 1637 byrjar tíðarskeiðið, har vísindi verða skrivað á fronskum í Fraklandi og ikki longur á latíni. Tað var hann, sum útalaði kendu filosofisku regluna “Je pense, donc je suis”,  “Eg hugsi, altso eri eg”.

Vit, sum eru á døgum nú, hava upplivað hesi 100 ára hald um hesar OKKARA fyrstu av ymisku bókmentasjangrunum, og vit tala um, hvussu ungar føroyskar BÓKmentir eru – og tær eru óloysiliga knýttar at einum skriftmáli, at týðing úr heimsbókmentunum og at orðabókagerð.

Fyrstu veruligu orðabøkurnar, vit eiga, eru orðabókin hjá Svabo frá 1770’unum og 80’unum, tann ætlaða, Dictionarium Færoense (føroyskt, latín, danskt) , sum tíverri ikki varð givin út fyrr enn knapt 200 ár seinni (1966-1970), og so Føroysk-Donsk hjá M.A. Jacobsen og Chr. Matras frá 1961 og Donsk- Føroysk hjá Jóhannes av Skarði frá 1967. Hesar taka støði í donskum og taka á ein hátt støðu til føroyskt út frá donskum málbrillum, sum ikki er løgið í mun til støðuna. Og tann fyrsta hevur næstan eitt musealt grundarlag, tí høvundurin var ikki vísur í, at hetta málið, hann soleiðis dokumenteraði, fór at yvirliva og var ikki vísur í, hvussu skilagott tað var, at satsa upp á tað.

Jens Christian Svabo segði:”Ikke destomindre var det i mange henseender baade behageligt og nyttigt, om man opsamlede ruinerne af sproget, optegnede det, som det nu er for at ikke eftertiden skulde savne svar, naar den spurgte om sprogets tilstand i vor tid, ligesom vi nu forgæves spørger om »Formaals-tiden”; og vit vita, at hann kallaði tað mál, hann hoyrdi rundan um seg fyri eitt “miskmask” av donskum og føroyskum. Og í norðurlendskum málgranskaraumhvørvi varð føroyskt minst einaferð kallað “en norsk bjergdialekt”. Har var einki viðtikið skriftmál og slett ongar orðabøkur tøkar.

Eg, sum gekk míni studentaskúlaár við Gøtugjógv milllum 1989 og 1992, hevði hesar Føroysk-Donsk og Donsk-Føroysk orðabøkurnar eins og Ensk-Føroysk orðabók eftir Jóhannes av Skarði frá 1987 at halla meg til í míni málinnlæring. Restin fór fram umvegis danskt – ikki minst tá eg ognaði mær franskt, sum eg las øll trý árini við Gøtugjógv. Sama hevur gjørt seg galdandi øll árini – undir lestrinum til fransktlærara og sum fransktlærari í Føroyum.

Hópurin av fransktlærarum, sum eru virknir í okkara útbúgvingarskipan, er minkaður við tað at miðnámsskipanin er broytt í 1994 og munandi í 2012, soleiðis at færri krøv nú eru til, at fólk læra fremmandamál. Tað ger, at færri eru um arbeiðið at gera orðabøkur og undirvísingartilfar til lærugreinina og til at tryggja nærveruna hjá fronskum máli í okkara samfelagi. Men ein munur er millum støðuna í dag og støðuna fyri nøkrum áratíggjum síðani: vit hava fleiri føroyskar undirvísarar í fronskum. Tað vil siga, at lærugreinin hevur á ein hátt verið fyri økismissi, tí færri krøv eru til børn og ung at læra ymisk mál, men lærugreinin hevur verið fyri økisvinningi, tá um undirvísarar ræður: tey, sum eru í starvi og eru á veg inn í hetta starvsøkið, eru øll føroysktmælt ella føroyingar og hava føroyskt mál sum grundarlag í síni undirvísng í hesum stóra fremmandamáli. Tann, sum kennir til hetta slagið av starvsøki, veit, hvat tað vil siga og skilir til fulnar, hvussu stórur dagurin í dag er.

Tí franskt er av sonnum eitt stórt mál – hesum ivast vit ikki í. Tað hevur eina langa søgu í føroysku útbúgvingarskipanini. Vit vita, at hóast onnur mál telja størri nøgd av málbrúkarum í heiminum, so er franskt til staðar í flestøllum heimspørtum og hevur eitt hugtak, sum eitur la Francophonie, tann franskttalandi heimurin. Og í mars mánaði hvørt ár fagnar tann franskttalandi heimurin hesum málsliga bandi, sum ber í sær so nógva mentan, so nógv fjølbroytni, so nógva vitan og m.a. so nógva list. 20. mars er stovningardagurin hjá “Organisation Internationale de la Francophonie”, men flestu mentanarstovnar, sum fáast við franskt, halda tiltøk allan mars mánaða. Og í dag 2.mars 2018 skriva Føroyar seg av álvara inn í tann franskttalandi heimin við eini sera góðari orðabók. Vit vita, at 10.000 fronsk orð eru tøk at sláa upp, og at arbeitt verður við fleiri. Vit fara at kunna lesa rithøvundar, heimspekingar, vísindafólk og fáa týdningin beint inn í føroyskt – okkara hjartamál. Vit kunnu fara longur í hesum at royna at lesa miðlar í Fraklandi og í tí franskttalandi heiminum. Vit fara at verða stimbrað at gera enn meira við undirvísingartilfar í fronskum, at týða meira úr fronskum. Vit fara at síggja eina renaissance, eina endurføðing, í áhuganum fyri at læra hetta ljóðliga vakra mál, hetta mál, sum eigur so nógv innihald á so nógvum fakøkjum og sum gevur atgongd til eina ómetaliga góða útbúgvingarskipan.

 Við fronsk- føroysk orðabók eftir Róland í Skorini

  • Kunnu  føroyskir næmingar koma tættari at hesum stóra málinum í romansku málættini.
  • Kunnu undirvísarar í enn størri mun nýta sítt móðurmál sum grundarlag, tá teir undirvísa í fronskum.
  • Kunnu franskttalandi fólk í Føroyum frá øllum tí franskttalandi heiminum fáa beinleiðis umseting til okkara stóra mál í smáu oyggjunum í tí stóra havinum.
  • Kunnu franskar bókmentir koma beinleiðis inn í okkara mál við eini einastu grundtreyt: einum persóni, sum er drivin av áhuga, forvitni og alski til tann tekstin – og so gjøgnum filtrið, heimasíðuna hjá Sprotanum.
  • Kunnu fólk uttan úr heimi, hvar enn tey sita, gjøgnum franskt finna føroysk orð.
  • Kunnu øll tey, sum hava lært franskt í sínum ungu døgum ella sum part av síni útbúgving – og tey eru ikki fá - fáa ein hentleika, so hesin lærdómur gerst enn lættari at bera og nýta og kunnu kveikjast til at venda aftur til hesa stóru keldu av tekstum, sum finst á fronskum.
  • Kunnu týðarar úr fronskum til føroysk fáa eitt sera tiltrongt amboð.

Og eg kundi hildið fram...

Við orðabókaútgávuni á dag, flættast tvær greinar á máltrænum. Franska greinin, sum veksur út av gallo-iberisku greinini á romansku stammuni á indoeuropæiska máltrænum, toyggir seg í dag yvir um greinarnar á vesturgermansku greinini á germansku stammuni á sama træi og yvir til lítla, men lívsfríska og treystvaksandi kvistin á norðurgermansku greinini, føroyskt. Tann franskttalandi heimurin er stórur, tann føroyskttalandi heimurin minni, men fyri okkum alt. Hesi bæði málini, franskt og føroyskt, og tær mentanir, tey umboða, hava nógv í felag, sum vit hava eftir at síggja og gerast tilvitað um av nýggum. Ein av stóru líkheitunum er stóri munurin millum tað heldur trupla, men søguliga grundaða, skriftmálið og so tað lætta og vakurt flótandi talumálið. Føroyingar fara til Fraklands og í franska mentan eftir nógvum í síni leitan aftur til røtur innan málningalist, matlist, bókmentir, film, skaldskap av manna munni, heimspeki, demokratiskt dannilsi og mangt annað. Men fraklendingar koma í størri og størri mun eisini higar at síggja og uppliva eina mentan, sum ekkóar av onkrum kendum og sum hevur skapt sítt egna m.a. við íblástri frá stolta franska køkinum, frá gamlari dansimentan, frá impressionistisku málningalistini o.s.fr. Hetta samskifti er hervið styrkt í dag, og vit eru mong, sum gleða okkum til nýggja amboðið í víðfevnda samskiftinum við Frakland og franskttalandi heimin.

07.03.2018
Sprotin
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?