Tey eru tey, ið flyta stik á lívsleiðini

Orð og tónar: Tey eru tey, ið flyta stik á lívsleiðini - Um nakrar dagar verður Eyðun Johannessen, leikstjóri, 80 ár. Hóskvøldið tann 26.apríl kl. 21 leggja vit bók fram, sum í brotum lýsir lívið hjá manninum, sum legði lunnar undir nýggjan føroyskan sjónleik. Bókin er eisini fyrsta sjónleikarsøga okkara í brotum.

19.04.2018
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Hesir báðir tættir hanga sama sum krókur og lykkja, so væl bregdaðir saman, at tú fært valla tosa um annan uttan eisini at tosa um hin.

Tá ið tikið verður samanum, hevur so hesin spegilin, ið Eyðun saman við øðrum setti upp fyri okkum fyri hálvari øld síðan, verið við til at broyta nakað? Hevur hann rúmkað okkum samfelagið? Hevur hann fingið okkum at pilka onkran fordómin niður?

Vit ætla at varpa ljós á hetta hendingaríka lívið við samrøðum, upplestri, kvøðum, sangi og tónleiki.

Komið oman á Reinsaríið hóskvøldið tann 26. kl. 21. Har verður nógv gott fólk á palli, barrin er opin og karamellur á borðinum.

 
Tað verður fjálgt og undirhaldandi á Reinsarínum tann 26., og tey, sum ikki fáa milliónina í pottin, kunnu skola vónbrotið niður við einari øl og uggandi orðum.

 

 

Les brot úr bókini her

19.04.2018
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?