ORÐ OG TÓNAR - skrá

Á stóra bókagildinum, ið verður í Perluni og Reinsarínum 6., 7. & 8. septembur, verða ORÐ OG TÓNAR í víðkaðari útgávu.

30.08.2018
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Tiltøkini verða hvønn dag! Hósdag og fríggjadag kl. 20 – kl. 22 í Reinsarínum, júst sum tit kenna Orð og tónar, og allan leygardagin í Perluni.

Hóast Sprotin er komin við sløkum 400 bókum hesi farnu 25 árini, hyggja vit eisini fram í tíðina og fara millum annað at geva fjøldini bitar av útgávum, ið enn ikki eru komnar á marknaðin.

Allar dagarnar verða áhugaverdar samrøður, tónleikur, framførslur og upplestur, og til ber at keypa sær eitt sær glas ella kaffi.
 

Orð og tónar 6. septembur kl. 20 – kl. 22 í Reinsarínum

Upp á fjallatindar og niður í innastu listarligu goymslurnar

Í kvøld ræður um at hava fjallastivlarnar við, tí farið verður til gongu saman við Pól Sundskarð. Í bókini, sum enn ikki hevur endaligt heiti, verða túrar, sagnir og jarðfrøði bregdað saman. Hetta gevur eina heilt serliga heild, sum áhoyrararnir í kvøld fáa høvi at sansa.

Kári Sólstein fer at práta við Pól um bókina.

Eftir steðgin seta vit stivlarnar og leita inn í listina. Í 2016 kom bókin ”Marius Olsen / Prent 1980-2016” út. Í bókini er úrval av tí besta hjá Mariusi.

Kinna Poulsen fer at greina útvaldar myndir hjá listamanninum.

“Tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við” er bók eftir danska yrkjaran Søren Ulrik Thomsen. Pauli Nielsen hevur týtt til føroyskt.

Spurningurin “hvat gera vit við tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við” er sentralur.

Pauli fer at skifta orð við Theodor Eli Dam Olsen um tættir í bókini.

Kvøldið verður kryddað við tónleiki frá Jens Marna Hansen. Barrin er opin sum vanligt, og bøkurnar verða seldar fyri hálvan prís í Perluni hetta kvøldið. 

 

Orð og tónar 7. septembur kl. 20 – kl. 22 í Reinsarínum

Topphúgvan, láturin og flogið

Sjáldsama søgan um mannin í topphúgvuni, Jens Martin Knudsen, er fleirtáttað. Topphúgvan gjørdist heimsgitin og við hvíta høvuðprýðinum gjørdust Føroyar heimskendar.

Maðurin í húgvuni hevur fleiri søgur, og hesar fara Uni Holm Johannesen, høvundur, og Jens Martin at práta um.

Í vár spældi GUT//Productions ”Látur Medusu – ein framløga”. Útselt var so at siga til allar sýningarnar – sum skilligt er. Í kvøld er tó høvið at fáa ein bita av hesum leiki. GUT//Productions fara nevniliga á pall við einum broti úr leikinum.

Í seinna partinum í kvøld fer Kári Sólstein at práta við listamannin Edward Fuglø, sum er høvuðspersónur í nýggjari bók. Bókin, sum kemur út í 2019, greinar verkini frá 2008-2018, eins og hon er um uppvøkstur, lív og leið til listina.

Frostfelt stendur fyri tónleikinum, barrin er opin, og í Perluni gerst tú kvettið, har ið allar bøkurnar fara fyri hálvan prís.

 

Orð og tónar 8. septembur kl. 11 – kl. 16 í Perluni – við einum tvisti

Bitar av Reyninum, Laxness og orðum, ið halda okkum uppi

Orð og tónar er øðrvísi skipað í dag. Frá tí at dyrnar lata upp og til tær fara aftur, verða bókmentalig og tónleikalig innsløg við jøvnum millumbilum – hesa ferð í Perluni.

Kl. 11.30 fáa vit forkunnugt innlit í bók, sum er ávegis, um Reynið. Randi Kúrberg greiðir frá við myndum. Eftir hana fer Martin Joensen at spæla.

Kl. 13 heldur Tóra Tóroddsdóttir upplegg um Halldór Laxness og Ljós heimsins. Eftir hana spælir Kim Hansen.

Kl. 15 lesur Marjun Syderbø Kjelnæs yrkingar og greiðir frá. Eftir hana spælir Sámal Ravnsfjall.

---

Hesar dagar selur Sprotin ­ALLAR bøkur – spildurnýggjar sum gamlar – ­fyri hálvan prís!

Øll eru hjartaliga vælkomin.

30.08.2018
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?