Finnur Justinussen

Tann álvarsami skemtarin

Í innganginum til hesa bókina við egnum og týddum yrkingum eftir Gunnar Hoydal hugleiðir Martin Næs um, nær hann fyrstu ferð hitti Gunnar Hoydal. Skotið verður upp, at tað var í Rithøvundafelagnum ella kanska í Býráðnum, tá ið hann leitaði sær grundstykki. Hann kemur kortini fram til, at tað var um ferðabrøvini hjá Gunnari, sum útvarpið sendi í seinnu helvt av 1960'unum.

02.12.2018
Jógvan Isaksen
Bókaprát

Tað var akkurát soleiðis, at eg sjálvur gjørdist varur við Gunnar Hoydal. Minnist týðiliga ferðabrøvini frá eitt nú Delos og Rom – ella Roma, sum Gunnar og rættir romafararar siga. Vitjað verður m.a. í tí velduga bygningsverkinum Terme di Caracalla, baðihøllini frá rómverskari fornøld, har bæði líkt og ólíkt gekk fyri seg. Gunnar og konan fara á kvøldi til opera í termunum, har alt druknar í regni. Kortini halda tey seg hava havt einagóða og spennandi vitjan.

Hendan lýsingin var so livandi og hevði fest seg somikið í hugan á mær, at tá ið eg var í Rom á fyrsta sinni - í 1975 haldi eg - var Termi di Caracalla eitt av fyrstu støðunum eg vitjaði.

Tá ið prosasavnið hjá Gunnari ”Av longum leiðum” kom út í 1982 var tað fyri mær nakað av eini opibering. Tað var so ómetaliga væl skrivað, og tað bleiv sagt so livandi frá, at tú næstan helt teg hava verið á teimum støðum, sum høvundurin segði frá.

Gunnar Hoydal gjørdi veruliga hol í sjógv við síni prosa, og skaldsøgan ”Undir suðurstjørnum” 1990 er eftir mínari meting ein tann besta skaldsøgan á føroyskum yvirhøvur. Tá ið vit nú snúgva okkum til lyrikkin, sum tað í hesum føri í høvuðsheitum snýr seg um, so hevur Gunnar gjørt minst líka so nógv vart við seg har, sum innan prosa. Í fyrstu atløgu læt hann prenta yrkingar í ymisk tíðarrit, og hann skrivaði kabarettsangir og so í 1987 kom fyrsta savni av yrkingum "Hús úr ljóði".

Heimlandið

At ferðast er sum heild ein aðaltátttur í skaldskapinum hjá Gunnari Hoydal. Tað sjáldsama við yrkingasavninum "Hús úr ljóði" er, at tað at kalla alt sum tað er snýr seg um føðilandið og um lív og levnað her. Tann fyrsta yrkingin eitur "Landið", og tað er akkurát tað lesarin fær. Eitt land hult í skýbøklum, regni og támi, men tað er har, at leikur fer fram. Lýsingin er sum ein føðing, sum ein skapan. Her er væta og ljós, fyritreytirnar fyri øllum lívi.

Tað er kortini so skjótt, at hetta lítla landið, sum tað illa ber til at síggja fyri mjørka og sirmi, sigur seg vera heimsins nalvi. Tað er við okkara oyggjar, at restin av heiminum er lagdur fyri teym, og nú skal hann ansa sær, um hann slítur:
 
Kneysarnir verða liggjandi eftir,
men tað sigur seg sjálvt,
at tá verður ikki lukkuligt
fyri heimin.
 
Tað er fullkomiliga eyðsæð, at hesin lítli oyggjabólkur, sum bara viðhvørt stígur fram úr toku og támi, at hann er heimsins miðdepil. Líka so týðiligt er tað, at tað verður ikki stuttligt fyri heimin, um nalvastrongurin slitnar.

Humor

Tá ið tú lesur yrkingarnar í "Hús úr ljóði" gerst tað skjótt greitt, at eitt annað aðaleyðkenni í skrivingini hjá Gunnari Hoydal umframt ferðing er humor, javnan eisini sum sjálvspei. Haldi meg minnast, at hann einaferð í eini samrøðu fortaldi frá, tá ið hann var rættiliga nýggjur í starvinum sum býararkitektur. Tá ið tað kom til bygging, var Havnin ein ruðuleiki, har hvør gjørdi, sum honum lysti. Tann ungi býararkitekturin vildi hava skil á og ásetti, at í einum ávísum øki, skuldu øll hús hava svart tak. Ein maður vildi so fegin hava flagtak, og fór til Gunnar og spurdi, um tað ikki bar til. Gunnar svaraði, at sjálvandi mátti hann gjarna fáa sær flagtak, bara tað var svart.

Bókin "Den store Humor" 1904 eftir danska filosoffin Harald Høffding verður javnan tikin fram av Williami Heinesen. Millum ymiskt annað ger Høffding hendan skilnað millum ironi og humor: Í ironi er tað skemt aftan fyri álvaran, í humor er tað álvari aftan fyri skemti. Hendan lýsingin haldi eg passar væl til skrivingina hjá Gunnari Hoydal. Tað er at kalla aldrin bara skemt, og tað er at kalla aldrin bara álvari.

Ein høvundur sum eg komi at hugsa um í sambandi við skemti hjá Gunnari, er Mark Twain. Eg veit væl, at føroyingurin og amerikanarin eru stak ólíkir og so kortini. Tað býr nevniliga eisini altíð álvari aftan fyri skemtið hjá Mark Twain. Hann segði til dømis einaferð speiskur: "Hugsa um tey fátæku, tað kostar einki". Eg haldi, at Gunnar kundi funnið upp á at sagt nakað tað sama.

Aftan fyri humorin krógvar seg ein kritikkur av okkara siðmenning, av tí mátanum vit handfara tað ríkidømið, vit hava fingið latið upp í hendurnar. Hvussu líkasæla og slúkni brongla tilveruna á øllum økjum. Hvussu spælt verður við orðunum, hvussu hugtøk verða júkaði og meylaði, so vit at enda trúgva teimum uttan at hugsa sjálvi. Hvussu orðið frælsi verður trúttað niður í børn og vaksin og tíðum kemur í bland við at vera frelstur.

Panteistisk natúrfatan

Fleiri yrkingar siga frá eini kosmiskari lívsfatan, har alt lív er samansjóðað, frá kyknu til alheimin. Hvussu gerandis­dagurin og tað ófatiliga úti í rúmdini eru samanbregdaði. Tað er líka við, at eg havi Gunnar illtonktan fyri at hava eina panteistiska natúrufatan. Hinvegin, hvat er galið við tí? Í "Feðgum á ferð" hjá Heðini Brú hava teir báðir gomlu, Ketil og Lias Berint, nettupp eina tílíka fatan av umheiminum, ímeðan synirnir ikki hava tað. Sambært Heðin Brú er tað kanska akkurát har, at tey ungu hava mist mest í mun til tey gomlu.

William Heinesen er til staðar í einum fittum parti av skrivingini hjá Gunnari Hoydal, og Gunnar hevur eisini týtt eina røð av yrkingum hjá Williami til føroyskt. Einastaðni har teir báðir eru á einum máli er í mun til deyðan. Deyðin veitir tilveruni brigdi, deyðin er fyritreytin fyri lívinum, og tær seinastu reglurnar í yrkingini við akkurát titlinum "Deyðin" eru: "fylgisveinur / felagi / deyði". Líta vit at skaldskapinum hjá Williami Heinesen er eingin ivi um, at ein aðaldrívmegi er júst deyðin.

"Hús úr ljóði" er merkt av tí eyðkenda vandna málburðinum og beinraknu myndunum hjá Gunnari Hoydal. Orðingarnar taka tíðum lesaran á bóli, eisini tí sjónarhornið mangan er óvanligt, er onkursvegna rangvørgt, og fær okkum júst tí at síggja nýggjan býttisskap, men eisini nýggj brigdi.

Gráu frensarnir

Gunnar Hoydal hevur bara givið hetta eina yrkingasavnið út, men hann hevur skrivað eina rúgvu av sangum, sum systirin Annika Hoydal hevur sungið. Tann fyrsta av hesum plátum var "Mit eget land" 1981, sum var skrivað til ein danskan lurtaraskara. Seinni eru teir flestu av tekstunum umskrivaðir til føroyskt, sum tað verður orðað í bókini. Tekstirnir eru ein kærleiksváttan til heimlandið, men við smærri og størri prikum í lýsingunum. Eg eri eitt sindur yngri enn Gunnar og Annika, kortini haldi eg meg kenna dansikvøldini í "Gráu frensarnir" aftur. Frensarnir, sum hava smakkað sær væl og virðiliga á, áðrenn teir eru farnir í dans og sum ikki upp á nakran máta halda gessinum aftur, tí tað er teirra rættur at taka kvinnurnar. Tá ið tíðini var tað einki sum æt at siga nei, um tú vart boðin upp til dans. Líkamikið hvussu lítlan hug tú hevði at dansa við einum fullum og ólátaðum manni, so bar ikki til at siga nei. Einasti møguleikin, og hann var lítil, var at krógva seg aftan fyri fólk og royna at sníkja seg burtur. Her raka Gunnar og Annika mitt í blettin.

Gongdin í hesum yrkingum er frá langtandi lýsingum av heimlandinum um barndóm og ungdóm til fundin við myrkrið. Hetta kann fatast sum sannkenning av tí eksistentiella einseminum hjá menniskjanum - og tað er tað sama sum at blíva vaksin. Ein sannkenning av, at tað nettupp er í myrkrinum, at tú finnur tær styrki og ikki á alljósum degi.

Plátan "Dulcinea" kom í 1991, og tittulin er navnið á kvinnuni, sum Don Quijote í skaldsøguni eftir Cervantes stríðist fyri. Fyrsti teksturin á hesi plátuni eitur "Við sjóvarstrond", har riddarin illa bardur er skolaður upp á sandin. Hetta fær Dulcineu at taka annað skinn um bak. Nú vil honátaka sær hansara uppgávu at fara út í heim at stríðast fyri rættvísi. Hetta er ein menningarferð hjá kvinnuni, sum eisini kann umboða móðurlandið Føroyar. Ferðin hjá kvinnuni um havið og býir at náa fram til innlit, kann eisini fatast sum ein mynd av Føroyum í mun til umheimin. Alt tað Føroyar skal ígjøgnum fyri at sannkenna seg sum land. Ella við einum setningi úr einari av skaldsøgunum hjá Gunnari, har pápin aftan á fólkatkvøðuna í 1946 kemur til hús og rópar: "Landið vil vera land!" Sambært høvundan er tað hendan viljan, landið eigur at finna.

Kosmos

"Havið" 1997 leggur fyri við yrkingini/sanginum "Hvalspýggin", sum jú næstan bara er vatn og ikki stórvegis vird av okkum menniskjum. Yrkingin ger kortini vart við, at hvalspýggjan er partur av kosmos, næstan fullkomiliga sum William Heinesen ger í skaldsøguni "Moder Syvstjerne". Har verður hvalspýggin hálovað, og niðurstøðuorðini eru: "Gople,hedder du, et boblende og bristende navn, et ingenting og alting i det store hav". Gjøgnum at kalla allar tekstirnar á plátuni "Havið" verða gjørdar myndir av tí ómetaliga stóra og tí ómetaliga lítla. Tekstirnir kunnu vera rættiliga ólíkir, men onkursvegna vísa teir allir á, at alt livandi og deytt er partur av tí sama alheiminum. Vit eru øll gjørd úr sama tilfari, og vit blíva aftur til hetta tilfar. Hetta er  fullkomiliga í tráð við 1. Mósebók, har Várharra sigur: "tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða".

Á gáttini til lívsins meldur

Í hesi bókini við øllum lyrikkinum hjá Gunnari Hoydal er eisini prentaður sang­leikurin "Skeyk" 1997, sum var framførdur av næmingum í Hoydølum. Tíverri sá eg ikki leikin og minnist meg rætt, so var eisini ringt at fáa billettir, tí "Skeyk" var so umhildin, at summi vildu síggja hann upaftur í saman. Skúlaflokkurin, sum tað verður lagt fyri við eitur sjálvandi 1.Ð, tí hvat er meira umboðandi fyri føroyska mentan enn nettupp hesin stavurin. Er við í triðja hvørjum orði, men verður ikki úttalaður. Sum Rói Patursson endaði yrkingina "alfabet", har hann fer ígjøgnum alt stavraðið: "út frá hesum eg her havi skrivað / er tað sólarklárt at uttan ð / kann ongin liva". Tú kanst siga, at tað er akkurát hendan tráðin, Gunnar tekur upp. Síðani fer leikurin sang um sang ígjøgnum kenslur og iva og arging og slatur og vinskap og innlæru. Alt hetta, sum er partur av at vera ungur og standa á gáttina at fara út í lívsins meldur.

Ein flytifuglur og annar

Umframt alt tað nevnda, so er Gunnar eisini týðari av Guds náði. Av prosa liggur m.a. tann meistaraliga týðingin av bókunum hjá A.A. Milne um "Winnie the Pooh". Á føroyskum eitur tann lítla bjørnin "Palli Pumm", har "pumm" svarar rættiliga neyvt til enska ljóðorðið "pooh". Av bundnum skaldskapi hevur Gunnar týtt enn meira. Allan sangleikin "Jesus Christ Superstar", sum aftur hesa ferð bleiv framførdur av næmingum í Hoydølum. Upp í leypar av altjóða yrkingum úr Grikkalandi, Hetlandi, Noregi, Danmark og fleiri londum við. Úr donskum hevur hann m.a. týtt eina tað gitnastu yrkingina í donskum bókmentum "På Memphis Station" eftir Johannes V. Jensen. Á føroyskum eitur yrkingin "Á støðini í Memphis", og tað eg dugi at síggja er týðingin framúr, so nú eiga vit veruliga hesa yrkingina á føroyskum. Kanska er tað onkursvegna eisini skyldskapur ímillum Gunnar Hoydal og Johannes V. Jensen. Sami Jensen var ein flytifuglur av tí aðru verð, og yrkingin setur millum annað spurningin: Hví ikki bara blíva verandi her í Memphis, í staðin fyri at halda leiðina fram? Gunnar setur í einstøkum av sínum egnu yrkingum neyvt sama spurningin. Hví leingist eg burtur, tá ið tað er so fagurt í Føroyum? Rikard Long setti í yrkingini "Summarvísa" 1914 akkurát sama spurningin. Svarið melur eitt sindur í lotinum, men kann vera, at vit hava brúk fyri umheiminum. Uttan íblástur frá umheiminum stirðna Føroyar.

At eiga dirvi og førleika

At Gunnar Hoydal hevði týtt sálmar, visti eg ikki, fyrr enn eg fekk hesa bókina í hondina. Av B.S. Ingemann hevur hann týtt tríggjar, millum annað tann einastandandi vakra "Lysets engel", "Ljósins eingil". Í endurminningarbókini "Vangede billeder" fortelur Dan Turèll, at tá ið hann í realskúlanum hoyrdi hendan sálmin, svímaði hann. Tílíkt árin hevði sálmurin á hann, og tað var hesin, sum fekk hann at blíva yrkjari.

Nakað av tí djarvasta Gunnar Hoydal hevur avrikað á týðarabógnum eru yrkingar eftir Alan Ginsburg, ímillum tær ta heimskendu "Howl", sum hevur fingið heitið "Ýl" á føroyskum. Tað skal dirvi til at fara undir ein tílíkan setning, og hetta dirvið eigur Gunnar og hartil førleikan. Sum eg dugi at síggja, so er eingin týðingin hjá Gunnari ein svíkur. Tvørturímóti er tað mesta so væl enduryrkt, at tú illa fært teg at trúgva, at hetta ikki á fyrsta sinni er skrivað á føroyskum.

Tað fær meg at hugsa um argentinska bókavørðin og rithøv­undan Jorge Luis Borges, sum vaks upp í einum diplomatheimi og fyri ein part í Geneve. Hann las skaldsøguna "Don Quijote" eftir Cervantes á enskum á fyrsta sinni. Hann segði, at líka síðani hevði hann hildið, at tann spanska upprunaútgávan var ein vánalig týðing. Um vit fara at halda, at upprunatekstirnir hjá eitt nú Ingemann og Ginsburg eru vánaligar týðingar úr føroyskum veit eg ikki, men tað er líka við.

Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum

At ferðast er sum nevnt av týdn­ingi í skaldskapinum hjá Gunnari Hoydal, men er um somu tíð ikki kvalitativt øðrvísi enn at vera í stað. Heimurin er allur ein, og centrum er har tú ert. Tað er ikki so, at tú flytur teg út frá einum føstum kjarna, at tú ert í lut­falli til hendan. Í tí mod­ernaðu heimsmyndini er eingin kjarni annar enn tú sjálvur. Tað einasta vit vita er, at vit eru til, og sostatt eru vit heimsins kjarni, eins og hvør einstakur er sín heimsins kjarni. Á ein hátt eitt ómetaligt einsemi, men á ein annan hátt eitt grundarlag at rætta hondina fram og knýta vina­bond. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum.

Jógvan Isaksen, Bókadagar 25. novembur 2018

02.12.2018
Jógvan Isaksen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…