Orð og tónar 21. februar

Skaldsøgan, ið varð kosin sum besta millum 17 handrit í 2018 og eitt fuglaparadís, ið vit einans kunnu minnast.

11.02.2019
Sprotin
Orð og tónar

Spenningurin er stórur millum fólk, nú ið styttist, til øll sleppa at lesa nýggju skaldsøguna, Ikki fyrr enn tá, eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Hetta er bók, sum fer at royna seg uttan fyri landoddarnar eisini.
 
Í sambandi við framløguna fer Pætur Marjunarson Dahl at práta við høvundin um bókina.
 
Annars fyllir skaldið runt í somu viku, sum skaldsøgan kemur út, og tí hava vit prentað eitt serligt úrval av yrkingum hansara seinastu 25 árini - sum eina serliga heilsan.
 
Anja Tell, unga havnarkonan, sum hevur búð í Týsklandi seinastu 25 árini, hevur fingið fatur á tilfari, ið ein týskur fólkalívsfrøðingur, nevndur Erich Wustman, skrivaði um Føroyar á eini ferð higar í 1930 árunum.

Anja hevur týtt tilfarið og fer at greiða frá bókunum, sum fara fram í Mykinesi, saman við myndum og filmsbrotum frá somu ferð. Stak áhugavert tilfar. Bøkurnar eita Fuglaparadísið Mykines og Vágafúsir føroyingar

Tónleikinum fara musikskúlanæmingar á Miðnámi at borðreiða við. Ung fólk við serstøkum gávum.
 
Hesar bøkurnar og tær báðar nýggju hjá Murakami fáast til keyps fyri serprís á kvøldinum.
 
Komið og hugnið tykkum, fyllið nýtt á, heilsið upp á og gerið kvettið tann 21. februar. Barrin er opin og kertur á borðinum.

Tiltakið byrjar kl 20, Ikki fyrr enn tá. 

11.02.2019
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?